týsdagur 8. november 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgfrøðingar til
Fiskimálaráðið
Søkt verður eftir tveimum
løgfrøðingum til Fiskimálaráðið.
Høvuðsuppgávur:
• At menna og dagføra tær lógir og kunngerðir,
ið stjórnarráðið umsitur, serliga lógarøkið
innan fiskivinnu, landbúnað og tilbúgving.
• At standa fyri løgfrøðiligari ráðgeving
í síni heild.
• At standa fyri kæruviðgerð, málsviðgerð
og rættarmálum.
• At tryggja og menna fyrisitingarligar
mannagongdir.
• At luttaka í ymsum arbeiðsbólkum
innanhýsis í stjórnarráðnum, eins
og í innlendis- og altjóða samstarvi.
Almenn førleikakrøv
• Kandidatprógv í løgfrøði frá lærdum háskúla
ella útbúgving, ið kann javnsetast við hetta.
Eisini er tað av týdningi,
at løgfrøðingarnir hava
• Áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og evni at
síggja virkisøkið í síni heild, men eisini megna
at fara í smálutir, tá ávísar arbeiðsuppgávur
krevja tað.
• Góð evni at samskifta í talu og skrift á
føroyskum, norðurlendskum og enskum fyri
leikum og lærdum.
Tað er ein fyrimunur, um tann setti hevur
starvsroyndir innan virkisøkið hjá Fiskimálaráðnum
ella frá almennari umsiting, men vit heita eisini á
óroynd um at søkja.
Setanartreytir
Størvini eru fulltíðarstørv og verða flokkað eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar-
og løgfrøðingafelagið (BLF). Størvini verða lønt
eftir, hvørjar royndir og útbúgving, tey settu hava.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar
undir tí, umframt hini stjórnarráðini.
Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir
og møgulig viðmæli verður send til:
FISKIMÁLARÁÐIÐ
Postboks 347
110 Tórshavn
Ella umvegis teldupost fisk@fisk.fo
í seinasta lagi 28. november 2016.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Marjun
Magnussen, telefon 73 40 60, ella við at senda
teldupost til fisk@fisk.fo.
Fiskimálaráðið er eitt av átta stjórnarráðum í
landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar
haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í
Fiskimálaráðnum starvast 15 starvsfólk. Umsitingarøkið
fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir
og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál,
búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd.
FISKIMÁLARÁÐIÐ
AÐALFUNDUR
Aðalfundur Fótbóltssamband Føroya
verður leygardagin, 18. februar 2017
kl.13.00 í FSF-húsinum.
Fundarskrá sambært lógunum.
Fótbóltssamband Føroya
Fótbóltssamband Føroya
The Faroe Islands’ F.A.
Member of FIFA – UEFA - ÍSF
Námsfrøðingur til
Stropan, at byrja
1. desembur 2016.
Stropin er ein dagstovnur, í byrjaði sítt virksemi í
september 2012, fyri børn úr ½ til 5 ára aldur.
Stropin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi,
har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á
gerandisdagin.
Vit sóknast eftir:
Námsfrøðingi, ið kann arbeiða sjálvstøðugt, er
ja-ligur, broytingar sinnaður, dugir at samstarva,
taka ábyrgd og dugir at seta sær mál eins og at
skapa ein spennandi og fjølbroyttan dagligdag,
har barnið er í miðdeplinum.
Starvið talan er um, er eitt fulltíðar starv.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. desember 2016.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Lønarstig 11-19 fyri Námsfrøðingar
Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu
í hendi í seinasta lagi Mikudagin
16. November 2016 kl.12.
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Siggu Óladóttir Joensen, leiðara, telefon 238041,
ella stropin@fuglafjordur.fo. – www.stropin.fo
Fuglafjarðar
Kommuna
VASKIFÓLK
TIL BYLGJUNA
Søkt verður eftir einum vaskifólki til Bylgjuna í
Runavík at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er 5 tímar hvønn morgun frá
kl. 6.00-11.00, mánadag til fríggjadag.
Umsókn kann latast kommunuskrivstovuni,
Heiðavegur 26, 600 Saltangará
ella sendast til: runavik@runavik.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Borgar Persson á tlf. 222639
Umsóknin skal verða kommununi í hendi í
seinasta lagi 15/11-16.
Runavíkar býráð
Námsfrøðingar
ella avloysarar til
Vága kommunu
Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum
til Miðgarð at byrja 2. jan og eftir avloysarum
at byrja beinanvegin.
Meira fæst at vita um størvini við at venda
sær til leiðaran Mirjam Kjølbro, tlf. 794520.
Sí meira á heimasíður okkara:
www.vaga.fo og www.midgardur.fo
Umsóknin saman við prógvum, royndum
og viðmælum, skal vera í hendi:
Vága kommuna,
Hammershaimbsvegur 1,
360 Sandavágur
ella vaga@vaga.fo
seinasta lagi fríggjadagin
18 nov. kl. 12.00.
Merk brævbjálvan
ella teldupostin: »umsókn«