hósdagur 10. november 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
11. november 2016
Kvettið í Havn hevur sett sam
gonguna í løgtinginum og
nýskipanir í vanda
Nú er býráðspolitikkur í Havn í øllum førum
vavdur saman við landspolitikk.
Tað er púra greitt, síðan Heðin Morten
sen hevur lagt trýst á samgonguna, eftir at
Fólkaflokkurin brádliga vendi honum bakið
– og Tjóðveldi hálaði teppið undan honum
sum borgarstjóra enn eitt fýra ára skeið.
Gunvør Balle, fyrstvaldi býráðslimur
hjá Tjóðveldi, segði at teimum hóvar ikki
leiðslustílin hjá Heðini Mortensen, sum
hevur sitið ov leingi við valdið, og tí skuldi
broyting til.
At samráðingarhátturin at skipa sam
gongu í Tórshavnar býráð er tilvildarligur
og keðiligur, er fleiri ferðir staðfest – serliga
fyri tann partin, sum ikki sleppur fram at
samráðingarborðinum. Tað sóu vit í Høllini
á Hálsi í Havn mikunáttina, tá sitandi sam
gongan millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokk
in og Sambandsflokkin samráddist, uttan at
Tjóðveldi og Framsókn vórðu tikin upp á ráð.
At Poul Michelsen og Høgni Hoydal
eisini hava ein leiklut í spælinum var týðu
ligt. Poul Michelsen helt seg alla tíðina til
tjóðveldisfólkini saman við nýggja býráðs
liminum hjá flokkinum.
Meðan samráðingarnar fóru fram millum
samgonguflokkarnar – og Tjóðveldi og
Framsókn sótu saman, vórðu boð send eftir
Høgna Hoydal, sum eisini kom í Høllina á
Hálsi og fór á fund við sínar floksfelagar og
Poul Michelsen og Bergunn Kass.
Hóast einki samband at síggja til var
millum tjóðveldisfólkini og framsóknarum
boðið og sitandi samgongu, so royndu tey at
koma á tal við Anniku Olsen tó uttan eydnu.
Úrslitið mikunáttina var, at kl 3:30 var
samgonguavtala undirskrivað millum Javn
aðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambands
flokkin.
Málið fær landspolitiskar avleiðingar.
Bara tað at tveir landsstýrismenn og floks
formenn hava verið við til ráðlegging um
at fella borgarstjóran, sum er 17. atkvøðan í
Løgtinginum vísir, at her eru størri politiskar
avgerðir í gongd.
Heðin Mortensen hevur 51 dagar at
forpurra nýggju samgonguna. Fyrstvaldi
býráðslimur skal kalla nýggja býráðið saman
– og neyvan ger hann tað fyrr enn í
síðstu løtu, sum er nýggjárs
aftan.
Blaðið í dag er merkt av býrásvalinum týsdagin
– og orrustuni um valdiði í høvuðstaðnum.
• Tjóðveldi hálaði teppið undan Heðini
Mortensen.
• Annika Olsen og Bogi Andreasen hava
skrivað undir tvey samgonguskjøl upp á 18 tímar
við 11 býráðslimir.
• Er tað rætt, at Heðin Mortensen kann
taka alla ta politisku skipanina sum gísla fyri
at tryggja sær sjálvum og Javnaðarflokkinum
valdið í Havn?
• Er tað púra nátúrligt, at Heðin Mortensen
við sínum 2.507 atkvøðum og fimm
býráðslimum skal
stjórna Havnini?
Hesi viðurskifti
seta sín serliga dám á
blaðið í dag.
Samgongan hótt av býráðspolitikki
Trúvirði, kvett og
rætturin at ráða
kommunuvalið
Les eisini blaðið
á telefonini
Vit vita ov lítið um
rottuna
Tema 18-23
Drápshundur
kneppir flugu
Høgni síða 32
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
At 36.883 fólk í
Føroyum høvdu
valrætt týsdagin?
Gylt støða hjá Anniku
– Nú er ljós fyri stavn
hjá Fólkaflokkinum í
Havn
Við at fáa borgarstjóran, kann
Fólkaflokkurin nú fara undir
endurreisnina av flokkinum í
Havn.
Støðan hevur verið kata
strofal nú í fleiri val á rað, sum
Fólkaflokkurin hevur tapt í
stórum stíli. Bæði til býráðs
val, løgtingsval og fólkatings
val hevur gingið av skriðuni
hjá Fólkaflokkinum í Havn.
Tað er longu nú ógvuliga
sannlíkt, at Fólkaflokkurin
tvífalda undirtøkuna til næsta
býráðsval. At flokkurin aftur
fær fýra býráðslimir valdar og
aftur kemur upp á tað støðið,
sum flokkurin plagdi at vera
á, áðrenn hann tódnaði. Tað
sæst við at hyggja, hvussu tað
hevur gingið øðrum smáum
flokkum, sum soleiðis hava
fingið borgarstjórasessin for
erandi.
Og hesum kann Fólka
flokkurin takka Tjóðveldinum
og Framsókn fyri. Framsókn,
sum var um at gerast líka
stórur flokkur sum Fólka
flokkurin í Havn, hevur nú
saman við Tjóðveldinum
tryggjað Fólkaflokkinum
framtíðina.
Annika Olsen kann róliga
stíga í skógvarnar hjá Heð
ini Mortensen á Vaglinum og
stjórna býnum so nøkulunda
á sama hátt.
Søgan vísir, at tað í sær
sjálvum at fáa borgarstjóra
sessin førir til framgongd.
Í 1996 vaks Sambands
flokkurin frá 3-4 umboð.
Í 2000 vaks Tjóðveldi frá
2-3 umboð
Í 2008 vaks Javnaðarflokk
urin frá 2-5 umboð
Í 2012 vaks Javnaðarflokk
urin frá 5-7 umboð.
Tjóðveldi, Javnaðarflokk
urin og Sambandsflokkurin
hava søguliga ofta verið lítlir
í Havn og hava vunnið sterka
umboðan eftir at hava havt
borgarstjóran.
Tað er tí, at borgarstjóra
effektin næstan altíð er so
sterk – og tað fer heilt víst
at gagna Fólkaflokkinum til
næsta býráðsval.
Tjóðveldi bjargar Fólka
flokkinum høvuðsstaðin
Mynd: Birgir Kruse
Annika Olsen kann fegnast, nú Ruth Vang og Gunvør
Balle tryggja framtíðina hjá Fólkaflokkinum í Havn