hósdagur 10. november 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
4
SÓLVIT E. NOLSØ, POLITISKUR VIÐMERKJARI
OG STJÓRNMÁLAFRØÐINGUR
H
evur Heðin fingið eina ov
stóra ognarkenslu av borg
arstjórasessinum? Eigur
tað veruliga at bera til hjá honum at
hótta bæði samgongu og løgmann,
tí hann ikki sleppur at halda fram
sum borgarstjóri í Tórshavn? Tað
eru ein spurningar, ið fleiri helst
seta sær í hesum døgum.
Alt sá annars klárt og liðugt
út, tá Heðin Mortensen, Annika
Olsen og Annfinn Brekkstein í
høllini á Hálsi mikunáttina søgdu,
at samstarvið millum flokkarnar í
býráðnum helt fram. Dagin eftir
møttust partarnir at fáa seinastu
smálutirnar upp á pláss.
Tá partarnir hildu steðg seinna
partin mikudagin, var tað fáur, ið
grunaði nakað ilt. Tó brast ein
bumba seinni um kvøldið, tá Fólka
flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn
boðaðu frá, at tey skipa nýggja
samgongu, og Javnaðarflokkurin
og Sambandsflokkurin eru settir
uttanfyri.
Heðin Mortensen var, sum
vera man, ikki glaður. Hann kendi
seg snýttan, og hann helt hetta
verða ein skitnan máta at dríva
politikk uppá. At hava opnar
samráðingar við seg og Annfinn
Brekkstein, samstundis sum
mann førdi skuggasamráðingar
við Gunvør Balle og Bergunn
Kass, var ein óerligur máti at
dríva politikk uppá, helt Heðin
Mortensen. Tað steðgaði tó ikki
har. Heðin Mortensen var óður
inná, at Tjóðveldi og Framsókn,
sum Javnaðarflokkurin er í
landsstýrissamgongu við, høvdu
verið við til at koyra hann frá sum
borgarstjóra.
At Høgni Hoydal og Poul Mich
elsen høvdu verið ein stórur part
ur av spælinum, gjørdi tað bara
verri. Nú var tað eitt floksmál.
Heðin Mortensen segði, peikandi
niðan á tinghúsið, at hetta fór at
hava eitt eftirspæl. Akkurát hvat
fyri eftirspæl, vildi hann ikki siga,
men hann vísti á, at nógvar stórar
avgerðir skuldu takast á Løgtingi,
ið kravdu hansara atkvøðu.
Harvið sendi hann drunnin til
Aksel V. Johannesen, løgmann og
partamann hjá sær sjálvum. Aksel
skuldi leggja trýst á Høgna og Poul
fyri at Heðin Mortensen skuldi fáa
sítt sjálvsagda pláss á pinninum á
Vaglinum aftur.
Tað er við hasum, at nógv hildu,
at Heðin nú hevði gloypt einum
ov stórum bita. Hansara ognar
kensla av borgarstjórasessinum
var heilt einfalt blivin ov stór.
Fiskivinnunýskipan, pensjónsný
skipan og sjórnarskipan kann alt
verða harvið, borgarstjórasessurin
og valdið á Vaglinum hevði meir at
siga. Rætt skal verða rætt, Heðin
Mortensen hevur ongantíð sagt, at
hann fór at slíta samgonguna, men
hann hevur víst á eitt eftirspæl í
tinginum, sum hann ikki vil ná
greina hvat er.
Eigur hann at sleppa tað? Er
tað ikki eitt stig ov langt at taka,
tá hann setir síni egnu áhugamál
oman fyri tey hjá landsstýrinum?
Er hetta ikki eitt eitt gott dømi
uppá, hvussu áhugamálini kunnu
fløkjast í ein ellubita, ið stendst
av tí nógv umtalaða dupult
mandatinum?
At hava eitt bein í Løgtinginum
og eitt í býráðnum letur upp fyri
óhepnum durum, ið kanska áttu
at verða læstar, tí hvar er mann
fyrst? Borgarstjóri ella løgtings
maður? Er tað møguligt at heingja
borgarstjórakeppin á stummtæn
aran á tinghúsvegnum, tá mann
traðkar inn um gáttina? Tað vísir
seg í øllum førum at verða trupult
at halda viðurskiftini sundurskild.
Heðin Mortensen er ikki ein
dømi upp á tað.
Til dømis hevur tað eisini víst seg
at vera trupult hjá Kristin Mich
elsen á Tvøroyri ikki at blanda
lokal- og landspolitikk saman.
Hansara tráan eftir at gerast borg
arstjóri á Tvøroyri endaði eisini
á borðinum hjá Aksel V. Johan
nesen, tá sundurlyndi kom í lokalu
javnaðaroddarnar á Tvøroyri.
At Aksel V. Johannesen yvirhøv
ur skal blandast uppí lokalpolitikk
sum Føroya Løgmaður, eru bestu
tekin upp á eina skipan, ið skal
eftirhyggjast. Tú kann ikki av
marka fólkaræði við at nokta
fólki at stilla upp, men politiskir
flokkar kunnu hava innanhýsis
reglugerðir, ið forða fyri slíkum.
Var ætlanin við tí eina valdøm
inum ikki at sleppa undan lokal
politikki á Løgtingi?
Kanska skal skipanin sleppa
at virka í eina tíð afturat, áðrenn
tað veruliga slær til, men inntil tá
burdu átøk kanska verði framd fyri
at forða fyri at hetta hendir aftur.
Í blaðnum í dag er ein kanning,
sum spyr.fo gjørdi fyri Sosialin í
morgun. Har eru stórur meiriluti
sum heldur, at Heðin Mortensen
ikki eigur at seta samgonguna á
tingið uppá spæl fyri Havnina.
ER HEÐIN MORTENSEN
FARIN OV LANGT?
At ein borgarstjóri hevur møgleika at seta eina landsstýris
samgongu uppá spæl fyri at fremja síni egnu lokalu áhugamál,
eru tekin upp á eina skipan, ið ikki riggar sum hon skal
Politisk analysa:
Heðin Mortensen var óður
inná, at Tjóðveldi og Framsókn,
sum Javnaðarflokkurin er
í landsstýrissamgongu við,
høvdu verið við til at koyra
hann frá sum borgarstjóra