hósdagur 10. november 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
6
HALLUR AV RANA
T
ýsdagurin 8. november
gjørdist ein dagur, ið
seint verður gloymdur
í lívinum hjá hjúnunum
Anni og Ragnar Isaksen í Kvívík.
Ikki bara vístu kvívíkingar Ragn
ari Isaksen so mikið álit, at hann
varð valdur í bygdaráðið við næst
flest atkvøðum, men veruliga
stórhendingin í lívinum hjá hjún
inum hendi fyrr á degnum, tá
Anni Isaksen átti næsta sonin hjá
hjúnunum.
– Tað er stórt at gerast bygda
ráðslimur, men tað kann ikki
metast við gleðina av at gerast
pápi. Tað er synd yvirfyri bygda
ráðsvalinum, at tað ikki fær meg
ordiliga upp at koyra. Men tað
er fantastiskt, tá man hevur sett
sær sum mál at verða valdur, at
koma syngjandi inn, segði ein
fegin nýklaktur pápi og bygda
ráðslimur, tá vit tosaðu við hann
á valkvøldinum.
Átti við keisaraskurð
Upprunaliga var tað als ikki
ætlanin, at Anni Isaksen skuldi
eiga á sjálvum valdegnum, men
var hon sett at eiga 18. november.
Men ein vitjan í skannaranum í
Landssjúkrahúsinum fýra vikur
áðrenn hon varð sett at eiga,
broytti støðuna.
– Tað er stórt at gerast bygdaráðslimur, men tað kann ikki metast við
gleðina av at gerast pápi. Tað sigur 32 ára gamli Ragnar Isaksen, nývaldur
bygdaráðslimur í Kvívík, hvørs valdagur byrjaði á Landssjúkrahúsinum
SAMRØÐA
GJØRDIST PÁPI OG
BYGDARÁÐSLIMUR
SAMA DAG
Framhald á síðu 8