Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 8 – Hon var komin so langt, at mett varð, at tað var best fyri mammu og barn, um hon átti við keisaraskurð. So vit fingu at vita, at vit fóru at fáa eina tíð til tað í byrjanini av november, greiðir Ragnar Isaksen frá. Hetta var tvær vikur áðrenn sjálvan valdagin, so starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum vórðu mint á, at 8. november var valdagur. – Eg segði við tey, at hatta var alt í ordan, men bað tey taka hædd fyri, at eg fyri fyrstur ferð stillaði upp til bygdaráðsvalið, so 8. november fór helst at vera eitt sindur rokutur. So um keisaraskurðurin varð settur til ein annan dag, so hevði tað verið gott. Tað fingu vit at vita, var eingin trupulleiki, sigur Ragnar Isaksen. Men mongum brestur ætlan, mátti Ragnar Isaksen ásanna nakrar dagar seinni. – Tá brævið frá Landssjúkra­ húsinum kom í postkassan nakrar dagar seinni, varð Anni biðin um at møta á Landssjúkrahúsinum klokkan átta um morgunin tann 8. november. Men tvass, tað bilti einki, sigur Ragnar Isaksen við einum brosi. Greiddu brævatkvøðu Vitandi um, at hvørgin teirra mundi fáa tíð at avgreiða atkvøðu í Kvívík á sjálvum valdegnum, valdu bæði Anni og Ragnar Isaksen at greiða brævatkvøðu. – Anni greiddi brævatkvøðu hósdagin, meðan eg gjørdi tað mánadagin. So sluppu vit frá at hugsa um nakað slíkt týsdagin, og fingu í staðin miðsavna okkum um barnsburðin, sigur Ragnar Isaksen. Dagurin var eisini nakað øðrvísi enn hjá øðrum valevnum. – Vit settu vekkaran at ringja kvart yvir seks, og gjørdu okkum so klár at fara til Havnar. Anni fastaði, so í samhuga við henni, so var eingin morgunmatur hendan dagin, greiðir Ragnar Isaksen frá. Komin fram til Havnar gekk skjótt fyri seg. Anni Isak­sen varð tikin væl ímóti á Lands­sjúkra­ húsinum, og alt fyri eitt varð gjørt klárt til barnsburðin. – Tað gekk framúr væl. Alt var lagt væl til rættis tá vit møttu. Hon varð trillað inn í eina stovu, og gongd varð sett á føðingina klokkan 9.36. Tríggjar minuttir seinni, klokkan 9.39, varð sonurin borin í heim, greiðir Ragnar Isak­ sen frá. Hava tað bæði gott Av tí, at talan var um ein keisara­ skurð, ið var lagdur til rættis áðrenn, so er hvørki mamma og sonur komin heim til Kvívíkar enn, men liggja enn á Landssjúkrahúsinum. Men bæði hava tað gott. – Barnsburðurin gekk væl, og bæði mamma og sonur hava tað gott í dag. Alt gekk sum tað skuldi, sigur Ragnar Isaksen. Eftir barnsburðin vórðu mamma og sonur flutt til eina viðrakningar­stovu, har eyga varð hildið við hvussu tey høvdu tað. Har lógu tey í nakrar tímar, áðrenn tey fingu vitjan. – Klokkan 16 kom elsti sonurin Andras á vitjan. Hann hevði sovið hjá ommuni og abbanum, og var øgiliga spentur upp á at síggja lítlabeiggjan. Tey vóru so har eina løtu, áðrenn tey fóru aftur til Kvívíkar, sigur Ragnar Isaksen. Valdur í bygdaráðið Sjálvur fekk Ragnar Isaksen ikki rikið nakað hendan dagin, tí tað var ikki fyrr 10 minuttir áðrenn valhølini lótu aftur, at hann sjálvur setti kósina móti heimbygdini. – Klokkan var 19.50, tá eg fór heim av Landssjúkrahúsinum, so eg fekk ikki nógv við av val­hýr­ inum ella valsendingunum hjá Kringvarpinum. Eg fór beina leið til foreldrini, so eg kundi heilsa upp á Andras, áðrenn eg fór oman í valhølini klokkan hálvgum níggju, greiðir Ragnar Isaksen frá. Tað eydnaðist tó ikki nýklakta pápanum at sleppa inn í valhølini, áðrenn tíðindini bórust. – Eg stillaði bilin uttanfyri val­hølini og var ikki meira enn útkomin, tá fólk komu rennandi og ynsktu mær tillukku. Eg helt tað var fyri sonin og takkaði fyri, men tey søgdu mær, at tað var val­ úrslitið. Tá eg so kom inn í valhølini fekk eg at vita, at eg var vorðin nummar tvey við 48 at­kvøðum, sigur Ragnar Isaksen. Á veg heim frá valhølinum stakk hann inn á gólvið hjá einum av hinum valevnunum, ið eisini varð vald fyri fyrstu ferð. – Eg ynskti henni tillukku við valinum, men hon svaraði bara, at tað var hon, ið mátti ynskja mær tillukku. Hon hugsaði um sonin, og hevði slett ikki fingið við, at vit bæði vóru nývald í bygdaráðið, greiðir Ragnar Isaksen frá. Ragnar Isaksen dylur ikki fyri, at tað er ein fantastisk kensla at hava fingið so nógvar atkvøður frá kvívíkingum. – Eg væntaði, at eg fór at verða valdur, men ikki at tað fór at ganga so væl. Hetta er fantastiskt. Tað er nakað síðan, at eg setti mær sum mál at koma í bygdaráðið, so tað er stuttligt, at tað eydnaðist, sigur Ragnar Isaksen. Einki rukkulív sum í Havn Flestar atkvøður í Kvívík fekk Heri Müller, ið fekk 90 atkvøður, síðan kom Ragnar Isaksen við 48 atkvøðum, Jóhanna Vang við 40 atkvøðum, Petra J Iversen við 37 atkvøðum, Vivi Davidsen við 24 atkvøðum, Hans Martin Andreas­ sen við 23 atkvøðum og Óli Hans Fróði Olsen við 23 atkvøðum. Harvið vann Heri Müller rímiliga greitt, og hóast samráðingarnar í Tórshavnar kommunu vísa, at tað ikki altíð er toppskorarin, ið verður borgarstjóri, so er Ragnar Isaksen avgjørdur um, at veljarin hevur sagt hvønn tey ynskja. – Enn hava ongar samráðingar verið, men um hann vil, so verður Heri Müller borgarstjóri. Hann er væl dámdur og hevur fingið eina greiða álitisváttan frá borgarunum. Her er einki rukkulív sum í Havn, har borgarstjórin, ið fekk 2507 at­kvøður, verður koppaður av Anniku Olsen, ið fekk 332 atkvøður, sigur Ragnar Isaksen og heldur fram. – Tað er týdningarmikið, at borgarin kann hava álit á sínar politikarar. Tá tey hava tosað so greitt, so skal tað eisini virðast. Men um hann ikki ynskir borgar­ stjórasessin, so taki eg gjarna av, men tað verður ikki við skitnum metodum, sigur Ragnar Isaksen. Hann dylur tó ikki fyri, at hann sjálvur ynskir sær onkran álitis­ sess. – Eg fekk sjálvur 48 atkvøður, og hóast tað er stuttligt, so er tað eisini ein álitisváttan, ið eg taki í álvara. Slíkt álit krevur nakað av einum, so eg kundi hugsa mær onkran nevndarformanssess. Tað krevur sjálvandi eina semju í bygdaráðnum, men eg havi eina kenslu av, at hetta eru góð hampa­ fólk, ið eru vald í bygdaráðið, so tað finna vit útav, sigur Ragnar Isaksen. HALLUR@SOSIALURIN.FO Eg stillaði bilin uttanfyri valhølini og var ikki meira enn útkomin, tá fólk komu rennandi og ynsktu mær tillukku. Eg helt tað var fyri sonin og takkaði fyri, men tey søgdu mær, at tað var valúrslitið Ragnar Isaksen Familjan Anni og Ragnar Isaksen í Kvívík MYND: ÁLVUR HARALDSEN