Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð HONDBÓLTUR: Hetta vikuskiftið fylti mann­liga hondbóltsfelagið í Klaksvík, Team Klaksvík, 10 ár. Felagið hevur roynt at gjørt okkurt serligt burt­ ur­úr, og í hesum sambandi hevur Joachim Boldsen, ið umboðaði danska hond­bólts­ landsliðið 186 ferðir, verið og vitjað. Joachim Boldsen hevur havt eina venjing við U14-dreingjunum hjá Team Klaksvík, har limir og for­ eldur høvdu møguleikan at síggja venjingina og hitta Boldsen. Á Facebook lýsir Team Klaksvík Boldsen sum fyri­komandi, fittan, róligan, stutt­ligan og avslappandi at vera saman við. Felagið er sera væl nøgt við vitjanina og takkar spon­ sor­um, leikarum og hjálpar­ fólkum, ið hava gjørt fínu, donsku hond­bólts­vitj­an­ina til veruleika. Fult umfar hevur verið í Hvonndeildini hetta viku­ skiftið. Í høllini á Hálsi var ongin ivi, tá ið kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF hittust. Kyndil var á odda heili 15-5 í hálvleikinum, og endaliga úrslitið gjørdist 26-17 til tær grønu úr Havn. Kyndil er næstfremst í deildini við 14 stigum. Á odda í deildini eru greipu­vinnararnir frá í fjør, neista­kvinnur. Neistin vitjaði í Klaksvík hjá Stjørnuni, og her var eiheldur nakar ivi um, hvør fór avstað við stigunum. Neistin var á odda 16-8 í hálvleikinum og vann at enda 33-24. Neistin hevur 16 stig. VB hevði eitt sera ringt og strævið kappingarár í fjør, men í ár er vend komin í hjá vágbingum. Í gjár vunnu VB-kvinnurnar 33-29 á heima­vøllinum í Vági ímóti VÍF. Sigurin merkir, at VB er nummar trý og hevur 10 stig. Eisini hevur VB spælt ein dyst færri enn Kyndil, og tískil kunnu vágbingar loyva sær at droyma um at koma í eina FM-finalu. Somuleiðis eru tríggir dystir spældir í FTZ-deildini hetta vikuskiftið. Fyrsti dyst­urin varð spældur leyg­ ar­dagin, tá ið KÍF og VÍF brustu saman í Kollafirði. Her gjørdu vestmenningar bart og vunnu 28-25 eftir hálv­leiksstøðuna 15-12 til VÍF. VÍF er nummar tvey í FTZ-deildini og hevur 14 stig. Oddaliðið hjá monnum er framvegis H71, sum aft­ur vann tvey stig í gjár. Neista­ menn komu á vitjan í Hoyvík, og hóast dysturin gjørdist javnur og spennandi, so hev­ ði H71 alla tíðina munin og vann at enda 22-20. H71 hev­ ur 17 stig, og tað tykist enn einaferð at vera sannlíkt, at hoyvíkingar skulu spæla FM- finalu, tá ið tann tíðin kemur. Eisini hjá monnum spældu Kyndil og StÍF í høll­ini á Hálsi. Júst sum hjá kvinn­unum var tað aftur Kynd­il, ið var við yvirlutan. Kynd­ils­menn vóru á odda 16- 11 í hálv­leikinum og vunnu at enda 33-29. Kyndil er ájavnt við VÍF í stigum, 14 stig, men tó hava kyndilsmenn spælt ein dyst meir enn vest­menn­ ingar. Leikararnir hjá H71 kunnu vænta, at tað fer at krevja enn meira av teimum, um stigini skulu koma til høldar komandi tíðina. Í dystinum ímóti Neistanum vóru bæði Peter Krogh og Jónas G. Djur­huus so óhepnir, at teir máttu út við skaða. Peter Krogh sigur við in.fo, at hann hevur brotið tummilin og er skaddur í seks vikur. Enn er ikki heilt greitt, hvussu álvarsligur skaðin hjá hoy­ víkinginum er. Í sama dysti gjørdist Teis Horn Ras­mus­ sen hjá Neistanum eisini skaddur, og ótti er fyri, at hann hevur brotið stórutá. Tað kann væntast at kosta nakrar vikur uttanfyri vøllin. FÓTBÓLTUR: Í okkara HM-undan­kapp­ ingarbólki vóru tveir greiðir sigrar afturat føroyska tap­ inum ímóti Sveis. Í Buda­ pest var klassamunur, tá ið Ungarn tók ímóti land­inum, sum helst er tað vánaligasta í okkara bólki - Andorra. Dyst­ urin end­aði 4-0 til Ungarn eftir hálvleiks­støð­una 2-0. Portugal fekk sítt at stríð­ ast fyri, tá ið Lettland, sum Føroyar vunnu ímóti fyri góðum mánaði síðani, vitjaði evropameistararnar. Sum ætlað legði Cristiano Ron­ aldo portugisar á odda, men tað kom sum ein hvøkkur, tá ið Arturs Zjuzins javnaði til 1-1 eftir 67 minuttir. Við málum frá William Carvalho, einum afturat frá Ronaldo og Bruno Alves eydnaðist tað tó Portugal at vinna 4-1 at enda. Men tað var ikki uttan at sveitta! Størsta skrædlið í hesum undankappingarumfarin kom í Belgia, har Belgia tók ímóti Estlandi. Ongin ivi var um, at Belgia var fav­or­ ittur, men valla hevði nak­ ar væntað, at Belgia fór at vinna heili 8-1(!). Málini skor­ aðu Thomas Meunier, Dries Mertens (2), Eden Hazard, Yan­nick Ferreira-Carrasco og Romelu Lukaku (2). Har­ aft­urat skoraði miðverjin hjá Liv­er­pool, Ragnar Klavan, eitt sjálv­mál. STUTTSØGD TÍÐINDI BOLDSEN VITJAÐI Í KLAKSVÍK FAKTA FTZ-deildin: KÍF-VÍF 25-28 (12-15) KÍF: Rúni Joensen 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Andrias Niel­ sen 4, Fríði Weyhe 3, Frederik Sørensen 2 og Teitur Joen­sen 1. VÍF: Filip Jojic 10, Hanus Christophersen 6, Rúni Joensen 3, Jugoslav Djumic 3, Julian Olsen 3, Bjarti Hansen 2 og Sjúrður Olsen 1. H71-Neistin 22-20 (13-9) H71: Hilmar Leon Jacobsen 3, Jónas G. Djurhuus 3, Andor Sivertsen 3, Rúni Vest Højgaard 3, Niklas Højgaard 2, Leivur Mortensen 2, Helgi Hoydal 2, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1, Vilhelm Poulsen 1 og Peter Krogh 1. Neistin: Rói Berg Hansen 5, Teis Horn Rasmussen 4, Herbjørn Lava 3, Christopher Moe 3, Rune Olsen 2, John í Innistovu 1, Andras Joensen 1 og Frank Askildsen 1. Kyndil-StÍF 33-29 (16-11) Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 9, Tummas Pauli Hanusarson 8, Kristoffur Kristoffersen 4, David Edvardsen 4, Josef Abrahamsen 3, Bartal Klein Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 1 og Hans Áki Dal Christiansen 1 StÍF: Pætur Johansen 10, Allan Norðberg 9, Sveinur Just­in­ us­sen 3, Teitur Nilssen 2, Fríði Djurhuus 1, Pætur Joensen 1, Jóg­van Gregersen 1, Borgar M. Persson 1 og Ólavur Joensen 1. Hvonndeildin: Kyndil-StÍF 26-17 (15-5) Kyndil: Anna Brimnes 6, Bjarta Johansen 5, Ásleyg Súnadóttir 4, Bára K. Hansen 2, Súna K. Hansen 2, Eyðleyg Súnadóttir 2, Turið Arge 2, Anja Eliasen 1, Guðrið G. Eystberg 1 og Anja Hammer 1. StÍF: Ninna K. Johansen 9, Birna Tummasardóttir 3, Guðrið Poulsen 2, Poula Berg 1, Sunfríð B. Johansen 1 og Ansy Sevdal 1. Stjørnan-Neistin 24-33 (8-16) Stjørnan: Tóra Eliasen 6, Sonja Lava Sirdal 4, Hervør Olsen 3, Mina Sirdal 2, Judit Hansen 2, Jansy Jacobsen 2, Durita Ljósstein 2, Una Váðklett 1, Jórun B. Nielsen 1 og Hanna Brandal 1. Neistin: Marjun Danberg 9, Bára Hansen 6, Eir Berg 5, Birita Ingolfsdóttir 4, Brynja Høj 2, Súsanna P. Nólsoy 2, Lilja Mohr 2, Drós Ragnarsdóttir 2 og Barbara Nattestad 1. VB-VÍF 33-29 (16-14) VB: Danijela Mistric 12, Barbara K. Hjelm 5, Gurið K. Augustinussen 5, Bára K. Mortensen 4, Maria H. Weyhe 4 og Rannvá Johannesen 3. VÍF: Heidi Maria Akselsen 12, Daniella Joensen 8, Kathe Frederiksen 5, Lív Ingorsdóttir 2, Agnas Olsen 1 og Randi Virgarsdóttir 1. HONDBÓLTUR Team Klaksvík er fylt 10 ár, og í hesum sambandi var fyrrverandi evropameistarin í hondbólti, Joachim Boldsen og vitjaði í Klaksvík. Her eru stuttsøgdu tíðindini