mánadagur 14. november 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 46 • 14. NOVEMBER 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Alt byrjaði í Niels
Fyri 70 árum síðani lat Thomas Dam upp fyrsta handil sín í Niels Finsens gøtu 5. 70 ár seinni er fyritøkan
voksin til eina av teimum størstu í Føroyum. Enn spælir Niels Finsens gøta 5 ein týdningarmiklan leiklut.
Danjal av Rana
Í
ár eru 70 ár liðin, síðani Thomas
Dam lat sín fyrsta handil upp. Hesi
70 árini hevur fyritøkan ment seg
til at gerast eina av størstu fyritøkum
í Havnini og landinum sum heild.
Thomas Dam Amboð, Thomas Dam
Búnýti og Thomas Dam Ítróttur eru
væl kend nøvn í Havnini. Umframt
hesi er Damfar eisini avleidd frá
Thomas Dam, eins og at felagið eigur
onnur dótturfeløg, ið virka innan hús
og ognir í høvuðsstaðnum.
Ævintýrið byrjaði í Niels Finsens
gøtu 5 í 1946. Og ótrúligt nokk,
so er Niels Finsens gøta 5 enn ein
týdningarmikil partur av fyritøkuni.
Tað eru húsini, har Thomas Dam
Ítróttur heldur til í dag.
Gaman í, talan er ikki um sama
bygning, men tey standa á sama
stað. Húsini, sum nú standa, eru frá
1985. Í fyrsta handlinum, har Thomas
Dam seldi glas, postalín og amboð,
starvaðust fýra fólk.
Tað gingu tó ikki nógv ár áðrenn
neyðugt var at vaksa um fyritøkuna.
Í 1953 keypir Thomas Dam húsini hjá
Grøn presti eitt sindur longur uppi í
Niels Finsens Gøtu, í nummar 10,
har Telebúðin og Landsbyggifelagið
halda til í dag. Stutt seinni flytir glas-
og postalínsdeildin niðan hagar. Har
var hon til í 1996. Tá flutti hon enn
longur niðan í Niels Finsens gøtu, í
nummar 18, har Vøggan og Change
eru í dag. Har helt handilin til, inntil
býarmyndin mátti snara lyklinum í
2015.
Heri Mohr arbeiddi hjá Thomas
Dam frá 1952 til 1956, sum bók
haldari. Hann greiðir frá, at grundar
lagið undir væleydnaða virkseminum
hjá Thomasi Dam var, at hann legði
seg eftir at keypa beinleiðis frá virkj
unum, uttan at fara umvegis danskar
umboðsmenn.
– Tá í tíðini keyptu smásøluhandl
arnir at kalla allar vørur frá donskum
heilsølumonnum, sum vitjaðu Før
oyar regluliga einar tríggjar til fýra
ferðir um árið. Tummas Dam hevði
sjálvandi einki ímóti at fáa beinleiðis
samband við vøruframleiðarar í upp
runalondunum, greiðir hann frá.
Komandi tíðina arbeiddi hann
tí við at fáa samband við fyritøkur í
Danmark, Noregi, Svøríki, Onglandi,
Eystur- og Vesturtýsklandi og í
Belgia.
– Eg hevði góðan málførleika og
tí tók eg mær av nógvum av bræva
samskiftinum. Í at kalla øllum førum
fekk eg tað so borið í bandi, at Thomas
Dam fekk einaumboð fyri Føroyar.
Handilin bleiv so líðandi heilsøluvirki,
men var samstundis framhaldandi ein
smásøluhandil, greiðir hann frá. Enn
tann dag í dag er Thomas Dam bæði
heilsøla og smásøluhandil.
Tað, at Thomas Dam kundi keypa
beinleiðis frá virkjunum sást aftur
í prísinum, og tí gjørdist fyritøkan
ein av teimum størstu á føroyska
marknaðinum. Sambært Hera Mohr
vaks árssølan hjá fyritøkuni frá
nørkum túsund til nakrar miljónir hesi
árini. Mest sum allar vaskimaskinur í
landinum vórðu keyptar frá Thomas
Dam, serliga eftir at tað eydnaðist
fyritøkuni at fáa einaumboð upp á
sonevndu Hoover vaskimaskinurnar.
Í 1977 er tíðin aftur komin at víðka
um virksemi. Tá letur Thomas Dam
nýggjan handilsbygning byggja í Jónas
Broncks gøtu. Longu í 1960’unum
keypti Thomas Dam ein goymslu
bygning í Jónas Broncks gøtu, og
fer nú undir at byggja ein bygning á
grannaognini. Við Dagblaðið segði
Thomas Dam, at prísurin á nýggja
bygninginum var umleið 1,4 milliónir
krónur.
– Í fyrstuni er ætlanin bert at
hava heilsølu í tí nýggja bygninginum,
men seinni er ætlanin eisini at hava
smásølu har uppi, segði Thomas Dam.
Tað var Torfinnur Dam, sum teknaði
bygningin og Danberg & Sørensen
stóð fyri byggingini.
Amboðsdeildin flutti úr Niels
Finsens gøtu 5 í Jónas Broncksgøtu
21 í 1978. Í dag er málingahandilin
hjá Fróða í hølunum.
Hetta eru góðar tíðir hjá fyritøkuni
og longu sama ár verður farið undir
at byggja enn ein bygning, hesin uppi
á Hálsi. Farið var undir byggiarbeiðið
1. mai 1978 og 1. mars 1979 var
bygningurin klárur at taka í nýtslu.
Tað var Pihl & Søn, sum stóð fyri
arbeiðinum. Prísurin var seks miljónir
krónur. Bygningurin var ein goymslu-
og handilsbygningur og beinanvegin
lat nýggj deild við framsýning av el-
og húsarhaldslutum upp í handils
hølunum.
Í 1985 vóru gomlu húsini í
Niels Finsensgøtu 5, sum vóru frá
aldarskiftinum, rivin niður og nýggj
hús bygd í staðin. Tað eru húsini,
sum Thomas Dam Ítróttur heldur
til í í dag. Orsøkin, til at valt var at
byggja eini nýggj hús, var at hini vóru
vorðin ov lítil til tað virksemi, sum var
í ítróttarhandlinum. Sum nakað nýtt,
fór Thomas Dam Ítróttur tá undir at
bjóða súkluumvæling. Kundar kundu
lata súkluna inn til umvælingar og fáa
hana aftur sama dag.
Í 1990 lat Thomas Dam upp nýggja
deild á Heykavegi á Hálsi. Upprunaliga
var talan um ein handil, sum skuldi
veita alt innan frítíð og urtagarðsrøkt.
Tað ger hann enn, men hesi árini hava
nógvar aðrar deildir hjá Thomas
Dam eisini verið í bygninginum. Í dag
er Thomas Dam á Hálsi ein handil,
sum selur alt til borðdekning, ein
nýtisbúnað, borðbúnað og grýtur,
umframt urtagarðsdeildin, sum selur
urtagarðsamboð, havahegn, urta
garðshegn, seyðahegn, stik og pelar
og annað.
Tað byrjaði í einum húsum frá
aldarskiftinum í Niels Finsensgøtu
5 við fýra fólkum. Í dag eru tey 50
starvsfólk í einum av størstu fyri
tøkunum í Havnini. Onkuntíð hevur
leikað hart á, men altíð hevur fyri
tøkan hórað undan og tí kann hon nú
hátíðarhalda 70 ára føðingardag.
Thomas Dam (1909 – 1987)
Partafelagið Thomas Dam var skrásett 14. novembur 1946