Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ein sigur til Fólkaflokkin, ein sigur til sam­gong­una, ein ósigur til Nýggja Sjálvstýri, og ein ósigur til and­støð­una. Soleiðis kunnu vit stutta fata um velj­ar­a­kanningina, sum Gallup hev­ ur gjørt fyri Miðflokkin. At Fólkaflokkurin vinnu tveir kann hava nakað við fiski­vinnu­pol­i­ tikk­in at gera. Har er tað Fólka­flokk­ ur­in ímóti øllum hinum. Flokk­urin hevur markerað seg sum tann, ið minst vil broytingar í mun til ver­ andi skipan. At Javnaðarflokkurin missir, er helst orsakað av øllum rumblinum, sum er í Javnaðarflokkinum, har spurn­ing­urin verður settur, um flokk­urin er stjórnarberandi, tí har eru so nógvar ósemjur og so nógv stríð. At Nýtt Sjálvstýri dettur niður­ í­mill­um er kanska ein andsøgn til val­úrslitið seinast – sum tó kann lýsast sum ógv­uliga heppið. Flokk­ ur­in gekk aftur í atkvøðum og pro­ sent­um, men gekk fram í ting­sess­ um frá einum til tveir. Tann tilvildin fellir nú hinvegin, at flokk­urin verður undir sperru­ marki­num og als ikki fær umboðan á ting. Miðflokkurin stendur eisini til aft­ur­gongd – og tað kann sjálvandi vera tí, at flokkurin er í andstøðu og tí ikki hoyrist eins væl. Sjálvandi skal hendan veljara­ kann­ing­in takast við øllum teim­ um fyrivarnum, sum hartil hoyra – at óvissan er +/- 3,8 prosent, sum dekkar øll sveggini – uttan fram­ gongd­ina hjá Fólkaflokkinum. Viðvíkjandi støðu føroyingar til, at fólk av sama kyni skulu sleppa at gift­ast, sgiur Miðflokkurin seg hava spurt teir »ikki-politiskt korrektu spurn­ing­ar­nar«. Flokkurin spyr í kann­ingini, um føroyingar taka und­ir við at fólk av sama kyni skulu sleppa at giftast í kirkju. Her er mót­ støðan stór, og við hesum vil Mið­ flokk­urin ávara politikarar. Fólk verða í kanningini eisini spurd, um tey halda, at núverandi upp­skot um hjúnabandslógina (sum er samtykt, men ikki enda­liga avgreitt) eigur at fara til fólka­at­ kvøðu. Og tað halda fólk sambært kann­ing­ini. Her hartar Miðflokkurin serliga Tjóð­veldi, sum altíð tosar so vark­ urt um minnilutaverjur, og at 13 ting­fólk eiga at kunna krevja mál til fólka­at­kvøðu. Men Miðflokkurin veit eis­ini væl, at politikkur er at mýkja støður. Fyri at náa einum poli­tisk­um máli – sum í hesum føri at javn­seta samkynd og hinskynd – so verð­ur ikki fyrst farið eftir fulla máli­num. Tað snýr seg um at fáa tey fyrstu rætt­indini – borgarlig vígsla. So kemur kravið um at víga í kirkjum og sam­komum aftaná. Sjálvandi kem­ur tað kravið, tað gjørdi tað í øðr­um londum, og tað ger tað eisini hjá okkum, og tað veit Mið­flokkurin og allir hinir flokk­ar­nir við. Tað er bara ein spurningur um tíð – tí soleiðis er politikkur skulu ikki vígast í kirkju Pol­it­ iskt skil má ráða Tórfinn smith kjak síða 20 Soleið­ is virk­ar Heil­brigdi Árni Rein Kjak Síða 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í kvøld, mikukvøldið klokkan 19.30 er aftur ein Miðvika á skránni í Hoyvíkar kirkju. Evnið er "Tað lýsir tó fyri degi – Jákup Dahl próstur og lívs­verk hansara", og tað er Ják­up Reinert Hansen, lekt­ ari, sum fer at halda fyri­lest­ ur­in. – At arbeiða varð lagt nið­ ur í Jákup Dahl frá yngstu ár­um, og skyldan at nýta síni evni fylgdi honum alt lívið. Fult uppiborið verður hann kall­að­ur faðir at tí føroyska kirkju­máli­num. Sum sálmar hans­ara vísa, hevði hann eitt ljóst sinni, serliga í teimum ungu árunum. Seinni fall lívið honum ikki al­tíð líka lætt; men tað kom ikki óvart á hann, og heldur ikki slapp tað at taka vónina frá honum, sigur Jákup Rein­ ert Hansen. Sálmar eru sum kunn­ugt týðandi partur av lívs­verk­ i­num hjá próstinum, og tí verða nakrir sálmar hjá hon­ um sungnir. Aftaná verð­ur ein drekkamunnur í kirkju­kjall­ ar­a­num og fólk hava høvi at spyrja og at viðmerkja. Miðvika um Jákup Dahl og lívsverkið Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Leygardagin verða bæði móttøka og veitsla, nú 50 ár eru liðin, síðani Lions Club Tórshavn varð settur á stovn, og millum annað verða gávur fyri yvir 300.000 krón­ur handaðar feløgum og stovn­um Sum so nógva aðrastaðni kring knøttin er Lions Club eisini ein týðandi partur av vælgerandi arbeiði í Før­oyum, umframt at føroyski inn­sats­ urin eisini í fleiri førum hev­ur rokkið væl út um land­odd­ arnar. Nú leygardagin eru júst 50 ár liðin, síðani Lions Club Tórs­havn varð góðkendur og tikin upp í Lions Club Int­ er­nat­ional, sum tann fyrsti Lions-klubburin her á landi. Hesum ger Lions Club Tórs­ havn eisini nógv burturúr, og leyg­ar­dagin klokkan 14 verð­ur stór móttøka í Müllers Pakk­ húsi í Havn, og klokkan 19 verður veitsla fyri yvir hálvt­ ann­að­hundrað gestum, ið bæði fevnir um limir og onnur inn­ boð­in. – At vit halda okkara stóra, runda dag í júst Müllers Pakk­ húsi, er heldur ikki av tilvild, tí Lions Club Tórshavn hevur gjørt eina langtíðar leiguavtalu við Tórshavnar kommunu um høli í ovastu hæddini, sum nú verð­ur innrættað og riggað til, sig­ur Gunnar Streymoy, for­ seti í Lions Club Tórshavn. – Síðstu mongu árini hava vit húsast í hølunum hjá Starvs­manna­felagnum, har vit eisini hava fingið allarbestu sømdir, sum vit eisini vilja takka fel­agnum fyri. Men nú vit koma í ovastu hæddina í Müll­ers Pakkhúsi, fáa vit upp­aft­ur betur umstøður og kunnu skipa okkara virksemi øðrvísi, tí har fer eitt nú at bera væl til hjá ymsu und­ir­ nevndunum at hava fundir, gera fyrireikingar og annað. Móttøkan, sum verður leyg­ar­dagin frá klokkan 14 til 16, verður tó niðriundir í Müll­ ers Pakkhúsi, tí enn er ikki alt liðugt í erva. Har verð­ur sangur við Tórshavnar Mans­ kóri, umframt at Gunnar Streym­oy, forseti, sigur nøkur orð, og røður verða frá Heðini Mort­ensen, borgarstjóra, Jørn Due og John Jagd frá Lions Club Danmark, umframt at Niels Nattestad fer at hava eina stutta gjøgnumgongd av Li­ons Club Tórshavn. Í sambandi við 50 ára haldið er gjørt eitt minnisrit, og tað fer Poul Geert Hansen at leggja fram, og síðani verða handaðar gávur upp á tilsamans 305.000 krón­ur til 13 feløg og stovnar, sum Lions Club Tórshavn ynsk­ir at lívga, nú klubburin hev­ur sítt hátíðarhald. At enda spæla næmingar frá Tórshavnar Musikkskúla. – Yvirhøvur vil eg siga, at tað gongur heilt væl hjá Li­ons Club Tórshavn, tí her er nógv virksemi og menn vísa áhuga fyri at vera við, tá skip­að verður onkrum. At vit nú fáa enn betri karmnar at hús­ast í, fer helst at gera tað enn stutt­ ligari og lættari, sigur Gunnar Strey­m­oy. Umframt at Lions Club Tórs­havn hátíðarheldur sína fyrstu hálvu øld, verður eisini ein heilt serligur kyndil at síggja í Müllers Pakkhúsi, sum er í sambandi við eitt annað stórt hátíðarhald, ið stendur fyri framman, tí næsta ár eru 100 ár liðin, síðani Lions Club International var sett á stovn, og tað verður so eisini mark­ erað eitt sindur, nú 50 ára há­ tíð­ar­hal­d­ið í Havn er. Lions Club í Havn fyllir 50 Jákup Reinert Hansen, lektari, fer at halda fyrilseturin