týsdagur 15. november 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sólvit E. Nolsø
M
iðflokkurin
hev
ur latið eina velj
arakanning gjørt.
Spurd vórðu 529 fólk úr
øllum landinum. Tey, ið
svaraðu vórðu eldri enn 15
ár og úrslitið í kanningini
skal síggjast í eini óvissu á
+/- 3.8%.
Fleri
áhugaverd
svar
kunnu dragast út kanningini.
Fólkaflokkurin gerst størsti
flokkur við eini framgongd
á 5%. Fólkaflokkurin fer frá
19% uppí 24%. Sambands
flokkurin stendur í stað á
19% og Tjóðveldi gongur
fram við 1% og kemur uppá
22%. Hinir flokkarnir ganga
allir aftur. Javnaðarflokkurin
gongur tvey prosent aftur,
sama gera Nýtt Sjálvstýri og
Miðflokkurin, meðan Fram
sókn gongur eitt prosent
aftur.
Mandatbýtið frá teim
um nýggju tølunum gevur
Fólkaflokkinum
8,
Sam
bandsflokkinum 6, Javnaðar
flokkin 8, Tjóðveldi 8, Fram
sókn 2 og Miðflokkinum 1.
Harvið yvirhálar Fólkaflokk
urin bæði Tjóðveldi og Javn
aðarflokkin og gerst størsti
flokkur á Løgtingi.
Fólkaflokkurin fær tvey
mandat afturat tí núverandi
og Tjóðveldi fær eitt afturat.
Javnaðarflokkurin og Fram
sókn standa í stað. Mið
flokkurin missir eitt mandat
og Nýtt Sjálvstýri fellir und
ir sperrimarkið og missir
harvið sína umboðan á tingi.
Framgongdin hjá Fólka
flokkinum kemur tó ikki and
støðuni sum heild til góðar,
tí samgongan fær eitt eyka
mandat við framgongdini hjá
Tjóðveldi. Tað merkir, at við
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi
og Framsókn fer samgongan
úr 17 upp í 18 mandat.
Tað er eisini áhugavert at
síggja, at afturgongdin ser
liga ger seg galdandi í teim
um smáu flokkunum. Allir
teir smærru ganga aftur.
Nýtt Sjálvstýri somikið nógv,
at teir detta úr tinginum,
men tað hava fleiri kann
ingar víst fyrr, uttan at tað
er hent, so tað skal sjálvandi
takast við fyrivarni.
Kanningin
hevur
ikki
spurt inn til orsøkir at flokk
ar veksa ella minka, men tað
er hugsandi, at serliga fiski
vinnunýskipanin
ger
seg
galdandi. Alment er Fólka
flokkurin tann flokkur, ið
hevur profilera seg mest at
verða ímóti broytingunum, ið
samgongan ætlar at fremja.
FÓLKAFLOKKURIN
STØRSTI FLOKKUR
Nýggja veljarakanning
sigur, at Fólkaflokkurin
hevði blivið størsti flokkur
um løgtingsval var í dag.
Hinvegin standa hinir
andstøðu flokkarnir í
stað ella minkað, so sam
gongan varðveitir meir
lutan í tinglimum
VELJARAKANNING
Fólkaflokkurin gerst
størsti flokkur sambært
veljarakanningini
Samgongan hjá
Aksel V. Johannesen
varðveitir meirlutan