Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samkynt hjúnaband skal ikki inn um kirkjugátt Umframt at spyrja um løgtingsvalið, spurdi veljara­kanningin eisini fólk um teirra støðu til, at tvey av sama kyni skulu giftast í kirkju. Ein stórur meirluti er ímóti Sólvit E. Nolsø U mframt veljara­kann­ing um løg­ tings­val, hevur Mið­flokk­urin eisini spurt folk um teirra støðu til sam­ kynt hjún­arband og um tað skal stað­festast innan kirkju- og sam­komugátt. Jen­is av Rana, formaður floksins, seg­ði, at tey høvdu sakna henda spurningin, tí tey mettu at hetta hoyrdi saman við spurn­ing­inum um sam­kynt hjúnaband. Kanningin hjá Mið­flokk­inum stað­festir, at folk taka ikki undir við, at samkynt giftarmál skal innan kirkju gátt. 66%, tveir triðingar, sig­ur nei til spurningin hvørt tvey av sama kyni skulu kunna giftast innan kirkju­gátt. 27% taka undir við at tvey av sama kyni kunnu giftast innan kirkju­gátt, meðan 8% siga seg ikki vita. Um mann kavar eitt sind­ur longur niður í tølini sæst, at tað er stórur munur á ald­ urs­bólkunum og støðu teirra til samkynt giftarmál innan kirkju gátt. Av teimum 15-24 ára gomli siga 46% seg taka und­ir við tí, meðan 36% siga seg verða ímóti. Av teimum 25-39 ára gomlu siga 32% seg verða fyri, meðan 64% siga seg verða ímóti. Av teimum, ið eru ímóti, eru tað serliga tey 50-59 ára gomlu, ið spurd eru í kann­ingini, har 80% siga verða ímóti, at tvey av sama kyni skulu kunna gift­ast inn­ an kirkjugátt. Av teimum ivasomu, eru tað eisini størsti partur at finna í teimum 15-25 ára gomlu, har 18% siga seg ivast. Myndin vísir eisini ein skilnað millum sam­gongu og andstøðu flokkarnar í hesum spur­ning. Av teimum, ið hava sagt seg hoyra til ein flokk, eru tað serliga tey, ið velja Javn­aðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, ið siga seg taka und­ir við, at tvey av sama kyni kunna giftast innan kirkjugátt. Í stórum tali siga tey, ið umboða and­støðu­flokkarnar, Fólka­flokkin; Sam­bands­flokkin; Nýtt Sjálv­ stýri og Mið­flokkin, seg ikki taka undir við, at samkynd kunnu giftast í kirkju. GALLUPKANNING Kanningin vísir, at meirluti av fólkinum er ímóti, at tvey av sama kyni skulu kunna giftast í kirkju