týsdagur 15. november 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SKIPASMÍÐ
Vilmund Jacobsen
Tann 6. oktober í ár handaði KJ
Hydraulik eina tvíkilju til Luna
í Sørvági. Hetta er nýbygningur
nummar
43
hjá
fyritøkuni
á
Kambsdali, og hetta er eisini tann
størsta tvíkiljan, sum er bygd hjá
KJ.
Tummas Lervig hjá KJ sigur,
at tvíkiljan er 15,5 metrar long
og sjey metrar breið. Hon hevur
Volvo Penta D9 motorar, IVECO
hjálpimotor og ein Palfinger PK
40002 krana.
Nýbygningur nr. 44
Tað er rættilig gongd í við tvíkilj
unum hjá KJ.
- Seinasta leygardag varð ný
bygningur nummar 44 sjósettur, og
hetta er ein tvíkilja, sum í næstum
verður handað Marine Harvest.
Tummas Lervig sigur, at tví
kiljan varð sjósett við nýggja Grove
krananum hjá Articon.
- Henda tvíkiljan til Marine
Harvest er 15,5 metrar long og sjey
metrar breið. Hon hevur IVECO
Cursor motorar og IVECO hjálpi
motor. Kranin er ein Palfinger
PK40002.
Í síðstu viku komu eisini tveir
nýggir skrokkar til landið. Hesir
eru 13 metrar langir og seks metrar
breiðir.
- Báðar hesar tvíkiljurnar skulu
handast Luna í Sørvági fyrst í kom
andi ári.
Tvíkilja til Íslands
Tummas Lervig sigur, at klárt er
nú eisini at skera stálið til skrokkin
á tvíkilju, sum KJ skal byggja
íslendskum alifelag.
- Hetta verður nýbygningur hjá
okkum nummar 47. Tvíkiljan verður
14 metrar long og sjey metrar breið,
og hon verður latin íslendsku eigar
unum á vári 2017.
Hann sigur, at hetta er tilsmans
triðja tvíkiljan, sum KJ byggir
íslendskum alifyritøkum.
- Vit hava eisini bygt tvær tví
kiljur til Hetlands/ Orknoyggjar, og
vit eru í jøvnum samskifti við alar
ar uttanlands, sum vísa føroysku
tvíkiljunum áhuga, sigur Tummas
Lervig.
KJ hevur sáttmálar upp á fleiri tvíkiljur
- Í oktober lótu vit eina tvíkilju til Luna, og herfyri varð ein nýggj sjósett, sum Marine
Harvest skal hava. Tveir nýggir skrokkar eru júst komnir til landið, sum Luna skal hava,
og síðan skulu vit byggja ein alibát til Íslands, sigur Tummas Lervig hjá KJ á Kambsdali
Nýggjasta tvíkiljan verður sjósett við nýggja Grove krananum hjá Articon
Tað gongur væl við sjósetingini í Fuglafirði