týsdagur 15. november 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað snýr seg ikki um at
vinna eitt talv. Tað snýr seg
um at telva væl í fýra ár.
Tað staðfestir Jóannes
Eidesgaard, politiskur eyg
leiðari.
Og tað, hann sipar til, er
tað, sum er hent í kjalar
vørrinum á býráðsvalinum
í Havn fyri eini viku síðani.
Tá ið úrslitið av valinum
í
Havn
seinasta
týsdag,
varð greitt, vóru tað fá
sum ivaðust í, at Heðin
Mortensen fór at halda
fram sum borgarstjóri. Og í
hesum sambandi avtalaðu
Javnaðarflokkurin,
Sam
bandsflokkurin, og Fólka
flokkurin eisini at halda
fram við samstarvinum tey
longu hava í býráðnum, og
at Heðin Mortensen eisini
skuldi
halda
fram
sum
borgarstjóri.
Men longu dagin eftir
hendi einki minni enn ein
kollvelting,
tá
ið
Fólka
flokkurin brádliga leyp frá
avtaluni.
Ístaðin fór Fólkaflokkurin
í samgongu við Tjóðveldi og
Framsókn - og afturfyri er
tað nú greitt, at tað verður
ikki Heðin Mortensen, sum
verður borgarstjóri í Havn
hesi næstu fýra árini, men
Annika Olsen.
Og tað eru mong, sum
ilskast um tað, sum er farið
fram.
Serliga eru tað politisk
mótstøðufólk
hjá
Fólka
flokkinum, sum vísa á, at
Fólkaflokkurin er nú so
niðurpíndur og veikur í
Havnini, at hann ekur á knø
unum.
Tískil eru tað mong sum
ikki skilja, hví Tjóðveldi, og
Framsókn, nú ætlað at gera
Anniku Olsen til borgar
stjóra, og sostatt geva henni
eina
bjargingarlínu,
sum
kann hála Fólkaflokkin long
ur upp aftur á tindin.
Tey vísa á, at borgar
stjórastarvið er nokk tann
besti pallurin av øllum at
føra seg fram á. Og serliga
undrast fólk á, at Framsókn
gevur Anniku Olsen hendan
gylta møguleikan, tí Fram
sókn er nettupp eitt úrslit
av, at stovnari floksins, Poul
Michelsen, rýmdi úr Fólka
flokkinum, tí tey samdust
ikki.
Tí eru tað mong, sum ikki
skilja, at Framsókn gevur
Fólkaflokkinum hetta høvi
til at menna seg aftur.
Poul Michelsen, formaður
í Framsókn, hevur áður sagt
við KvF at tey hugsa ikki
um tað, sum er farið, men at
hetta var teirra møguleiki at
fáa ávirkan, og honum tóku
tey av.
Tey áttu at vita betur
Jóannes Eidesgaard segði
við Sosialin mánadagin, at
fyri so vítt undrar tað, sum
er hent í býráðnum í Havn,
hann ikki so nógv, tí øll áttu
at verið greið yvir, at tað
kundi henda.
Hann heldur, at sitandi
borgarstjóri átti at vita, at
Tjóðveldi, sum fekk eitt gott
val, og fekk fýra býráðslimir,
fór at gera alt, sum stóð í
teirra makt, fyri at fáa valdið
- og at rinda tann neyðuga
prísin afturfyri.
Og tí keyptu tey í Tjóð
veldi Fólkaflokkin frá Heð
ini Mortensen við at gera
Anniku Olsen til borgar
stjóra.
Men samstundis stað
festir Jóannes Eidesgaard,
at Annika Olsen hevur ein
trúvirðistrupulleika.
Og tað svitast ikki, at hon
hevur havt eina umskiftiliga,
politiska tilveru. Fyri einum
ári síðani hevði hon ilt við at
finna út av hvørjum flokki,
hon skuldi vera í. Tá fór hon
úr Fólkaflokkinum og meld
aði seg inn í Framsókn. Men
har var hon bara í nakrar
fáar dagar, so fór hon aftur
upp í Fólkaflokkin.
Men serliga hugsar Jó
annes Eidesgaard um, at
Annika Olsen leyp frá eini
undirskrivaðari avtalu fyri
at verða borgarstjóri.
Hinvegin hava nógv fólk
havt á orði, at Annika Olsen
hevur ikki gjørt annað, enn
hvat Heðin Mortensen áður
hevur gjørt, tí hann er leyp
eisini frá eini avtalu.
Tað hendi í 2004, tá ið
Heðin Mortensen varð vald
ur í býráðið fyri Sambands
flokkin. Tá undirskrivaði
hann eina avtalu við Fólka
flokki, har Jan Christiansen
skuldi
vera
borgarstjóri.
Men dagin eftir leyp hann
frá teirri avtaluni, og fór upp
í Javnaðarflokkin, sum aftur
fyri bjóðaði honum borgar
stjórasessin.
Ivast í um tað er nokk
Men tað er tiltikið, at veljarin
er stuttmintur.
– Vit kunnu tosa um, hvat
hendi í 2004, ella vit kunnu
tosa um okkurt, sum er hent
fyri tað, heldur Jóannes Eid
esgaard.
Men hann heldur, at tað
eru tær seinastu hending
arnar, sum fara at standa
klárast í minninum á veljar
unum.
Og tað seinasta, sum er
hent, er, at Annika Olsen
hevur skrivað undir eina av
talu, sum hon leyp frá longu
dagin eftir.
Og hóast hon verður sett
í ovastu rók á Vaglinum
í Havn, ivast hann í um
fýra ár er nóg mikið hjá
Anniku Olsen til at vinna á
tí trúvirðistrupulleika, hon
hevur,
– At skapa vinna sær
trúvirði, er ikki ein spurn
ingur um at vinna eitt talv.
Tað er ein spurningur um at
telva so mikið væl í fýra ár, at
veljarin hevur álit á tær
Jóannes Eidesgaard held
ur nevniliga, at spurningurin
er nettupp, hvussu fólk fara
at minnast hendan leikin hjá
Anniku Olsen um fýra ár.
– Og tað er ein royndur
lutur, at nógv fólk halda, at
hesin seinasti leikurin hjá
Anniku Olsen, var skitin.
– Spurningurin er um
borgarstjórastarvið í fýra ár,
er nokk hjá Anniku Olsen at
vinna sær álitið aftur, ella
um tað bara verður ein upp
lop, sum onga ávirkan fær í
longdini.
Jóannes Eidesgaard sig
ur, at sjálvur loyvir hann
sær at ivast í, um fýra ár í
borgarstjórasessinum verð
ur nóg mikið hjá Fólkaflokk
inum til at vinna Havnina
aftur.
aki@sosialurin.fo
Nýggi borgarstjórin í Havn hevur ein trupulleika at stríðast við, og tað er ivasamt um fýra
ár eru nokk til at vinna tað stríðið, heldur Jóannes Eidesgaard, politiskur eygleiðari
TRÚVIRÐI
FÝRA ÁR ERU NEYVAN
NOKK TIL AT BJARGA
ANNIKU OLSEN
AVGERANDI SPURNINGUR
– Avgerandi spurningurin er, hvussu fólk um fýra
ár fara at minnast hendan leikin hjá Anniku Olsen,
heldur Jóannes Eidesgaard, politiskur eygleiðari
Tað eru tær seinastu
hendingarnar, sum fara at
standa klárast í minninum
JÓANNES EIDESGAARD