týsdagur 15. november 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132
Blanda lóggávu
og fyrisiting saman
Árni Gregersen
Í Løgtinginum var í gjár tosað um
skilnaðin millum lóggevandi valdið
og fyrisitingina.
Bill Justinussen, Miðflokkurin, tók
málið upp, tá ið Heðin Mortensen,
Javnaðarflokkurin, kravdi trygd fyri,
at hann sleppur at síggja kunngerð
ina um váðaráð áðrenn hon verður
sett í gildi.
- Hetta er ein klár samanblanding
av lóggávu og fyrisiting. Vit sum sita
her í tinginum eru vald inn at lóg
geva, meðani tað er landsstýrið og
tess stovnar, sum skulu taka sær av
fyrisitingini, segði Bill Justinussen.
Landsstýriskvinnan Kristina Há
foss, Tjóðveldi, lovaði á tingsins røð
arapalli at Heðin Mortensen skal
sleppa at síggja kunngerðina áðrenn
hon verður sett í gildi.
Lógin um váðaráð verður ikki sett
íldi enn, segði løgmaður, tí ikki alt er
klárt enn, so sjálvandi verður einn
kunngerð send til hoyringar, har hon
skal.
Annars legði løgmaður afturat, at
tað ikki er landsstýrið, sum skal gera
nakað um ein ávaring kemur.
- Tað skulu tey eftirlit, sum vit
hava, sum skulu seta krøv. Sær
tryggingareftirlitið ein vanda fyri
tryggingarnar, so skal tryggingar
eftirlitið seta krøv til tryggingarnar,
so vandin verður minni, segði løg
maður og legði afturat.
- Eitt váðaráð skal tryggja at tey
eftirlit vit hava, tosa saman og meta
um støðuna í fíggjargeiranum. Tað
eigur at vera fyrimunurin við einum
váðaráð, segði løgmaður.
Nógv eftirlit
Formaðurin í Fólkaflokkinum vísti
á, at vit longu hava nógv eftirlit, sum
skulu ávara og boða frá um fíggjar
geirin kemur í trupulleikum.
Jørgin Niclasen segði, at eftirlitini
hava verið uttan at tey hava forða
fyri kreppum.
- Ikki tí – har var almikið av ávar
ingum, tá ið fyrra kreppan kom, og
vit høvdu eisini ein hóp av eftirlitum,
tá ið kreppan kom fyri nøkrum árum
síðani. Tá høvdu vit Landsbanka Før
oya, men haðani komu ongar ávar
ingar, segði hann.
Hann helt eisini, at ætlaða skipan
in av hesum fer at kosta nógv meira
enn 10 milljónir krónur um árið.
- Tann veruligi landsbankin er
Gjaldstovan, men nú vil samgongan
hava, at vit hava tveir landsbankar
og ístaðin fyri fimm skulu vit hava
seks eftirlit, segði Jørgin Niclasen,
Fólkaflokkurin.
Andstøðan helt eisini, at málið
eigur at fara aftur í fíggjarnevndina,
tí tey kvøldið fyri tingfundin fingu
eitt skriv úr Danmark uppá 100 síður,
sum tey als ikki hava havt møguleikar
at viðgera.
Politiskt roynir Jørgin Niclasen,
Fólkaflokkurin, og Bárður Nielsen,
Sambandsflokkurin, at seta kílar
millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Teir søgdu báðir, at her er talan
um eitt mál hjá Tjóðveldi, sum tey
hava sett sær fyri at fáa ígjøgnum.
Tjóðveldi trumlar avstað.
- Heðin Mortensen royndi at
seta seg ímóti og vil sleppa at síggja
kunngerðina, men í veruleikanum
hevur hann lagt seg flatan. Hann
sleppur at síggja kunngerðina, men
hann sleppur ikki at gera broytingar
í henni, segði Jørgin Niclasen.
Málið var ikki endaliga avgreitt, tá
ið blaðið fór til prentingar.
Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, vildi hava løgmann at tryggja, at at
kunngerðin ikki verður sett í gildi fyrr enn hann hevur sæð hana
Kaj Leo Holm Johannsen, Sambandsflokkurin, segði, at
talan er um signalpolitikk av ringasta slag
TÁ IÐ
R FYRI
Ein tingmaður – Heðin Mortensen – vildi hava trygd fyri, at hann
sleppur at síggja kunngerðina um váðaráð áðrenn hon verður sett í gildi
POLITIKKUR
Samtykt
Stóra orðaskiftið í tinginum var um at endurstovna
Landsbanka Føroya og seta eitt váðaráð á stovn.
Málið var samtykt seinnapartin við 15 samgongu
atkvøðum fyri og 14 andstøðuatkvøðum ímóti.