Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvið sum býarverkfrøðingur er leyst at søkja. Kommunuætlan fram til 2030 og ein framsøkin umhvørvispolitikkur eggja kommununi til at taka ábyrgd og virka fyri einum grønum og burðar- dyggum samfelag. Tórshavnar kommuna fer í hesum sambandi undir eina tilgongd at menna raksturin á tekniska økinum. Yvirskipað verður arbeitt við trimum ætlanum: • Svartari ætlan fyri allar vegir, gongubreytir, súkklubreytir o.a. • Bláari ætlan, sum lýsir, hvussu vatnið í býnum verður skipað • Gulari ætlan at stýra ljósinum í býnum Alt hetta merkir greiðari yvirskipaðar rammur fyri deildina TEKNIKK & VERKLØG, og fokus hjá býar- verkfrøðinginum kemur tí at vera á at fáa greiðan, vælskipaðan og effektivan rakstur. FM-uppgávustýring Býarverkfrøðingurin kemur at standa fyri, at deildin verður skipað sum ein Facility Management- deild – ein rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Alt virk- semi og raðfestingar koma at verða grundað á støðislýsingar, burðardyggar loysnir og langtíðar- raðfestingar. Støðislýsingarnar verða planlagdar í innovativari tilgongd og hugburði, og dentur verður lagdur á VIRKISØKINI HJÁ TEKNIKK & VERKLØG TEKNIKK & VERKLØG er partur av teknisku fyrisit- ingini og skipað sum ein rakstrardeild. Býarverkfrøðingurin er partur av leiðslutoyminum á teknisku fyrisiting og samstarvar við leiðararnar á hinum deildunum – BYGGING & UMHVØRVI, sum umsitur byggimál og umhvørvismál, BÝARSKIPAN, ið m.a. umsitur kommunuætlan, lendisskipan og býarplanlegging, HÚSAUMSITING ið stendur fyri viðlíkahaldi av øllum bygningum hjá Tórshavnar kommunu – og við STÁPIN, ið fevnir um verkætlanir, fíggjarstýring, eftirlit, økissamskipan o.a. Deildin TEKNIKK & VERKLØG umsitur og fremur rakstur av tekniskum veitingum og veganetinum í Tórshavnar kommunu. Herundir • asfalt, vegir, gongubreytir, parkeringspláss o.a. • gøtuljós • skelti og vegastrikingar • vatnveiting • kloakkir og inntøk • reinhald og kavarudding í býnum • samstarv við ferðslumyndugleikar • samstarv at menna samferðsluætlanina • samskifti við borgaran, sum vegamyndugleiki Býarverkfrøðingur høgt tænastustøði, effektivitet og umhvørvisatlit. Deildin fer undir eina tilgongd, har hon gerst ein meira sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini, borgarin gerst meira tilvitaður um tær tænastur deildin veitir, og vinnan sær kommununa sum ein virðiligan samstarvsfelaga, ið virkar fyri, at tær fyritøkur, kommunan samstarvar við, kunnu menna sítt virki skilagott. • samstarv um aðrar eksternar veitingar, so sum fjarhita, el, telefon o.a. • fyrireika mál til politiska viðgerð • fremja í verki politiskar samtyktir innan virkisøkið hjá deildini Á deildini starvast 6 fólk við umsiting. Við rakstrar- eindunum starvast í løtuni umleið 80 fólk. Rakstrarjáttanin til økið hjá deildini er umleið 78 mió. kr. Høvuðsuppgávur Fremsta uppgávan er leiðsla, fyrisiting og rakstur. Harumframt eru høvuðsuppgávurnar hjá býarverk- frøðinginum: • at fyristanda virkisøkjunum á slíkan hátt, at dentur verður lagdur á nýhugsan, høgt tænastu- støði, effektivisering og umhvørvisatlit • at fyriskipa og seta í verk FM-rakstur, herundir taka stig til, at virksemi og raðfestingar verða grundað á støðislýsingar • at taka stig til, at deildin verður ein sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini við at veita góða tænastu til politikarar, borgarar og vinnulív Útbúgving og royndir Umsøkjari skal hava útbúgving sum verkfrøðingur ella líknandi útbúgving og hava serligan hug til rakstur og viðlíkahald. Dentur verður lagdur á rætta hugburðin til umhvørvi og nýskapan og góðan tæn- astuhugburð. Leiðslu- og fyrisitingarligar royndir eru ein fyrimunur. Tú skalt duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli. Setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, ella torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. november 2016. Umsóknin skal merkjast „Býarverkfrøðingur“. Meira fæst at vita Vit vilja fegin taka eitt prát við møguligar umsøkj- arar um starvið. Meira fæst at vita við at venda sær til Mikael Viderø, tekniskan stjóra, á telefon +298 211955. www.torshavn.fo