Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 32 Mítt ússaliga tol við seinkaðum flog­ førum og øllum hasum forbannaða roksinum á flogvøllum uttanlands er nú uppi. Tað bleiv tað seinasta leygardag í tí villinihelviti, sum flogvøllurin í Brússel, Brussels Airport, er. Komin til flogvøllin skuldi fyrst skáksiglast nakrar hundrað metrar millum høgar betongstappar. So var trygdareftirlit, skanning, úti undir einum plasttjaldi, áðrenn til bar at sleppa inn í tað, sum so vísti seg at vera eitt ørvitishús. Sleipa kuffert og taskur upp gjøgnum rullutrappu, sum ikki rullaði. Kekka inn í einari maskinu, sum dugdi fleiri mál enn eg dugi. Eisini kuffertið skuldi tú sjálvur kekka inn í einari maskinu. Vit gera tað fyri einki. Starvs­fólk skulu hava løn. Og so aftur trygdar­ eftirlit við øllum sín­um ónáðum. Og so aftur at ganga okkurt um tveir kilo­met­rar. Hesa ferð gjøgnum handlar til frá­ faringar­dyrnar. Ikki bleiv boðað frá fyrr enn í síðstu løtu, hvat nummar dyrnar vóru. Legg albrynjaðar hermenn við maskinbyrsum afturat. Trygd kallast øll hend­an sjikanan, hendan plágan, sum løgd er á ferðafólk. Fólk, sum ikki hava framt aðra synd enn ta, at tey vilja úr einum landi í annað. Neyðugt, siga tey, tí menn eru komnir úr londunum sunnan fyri og eystan fyri Miðjarðarhavið. Lond­ unum, har sum fólk ongantið fara at fata, at til ber at loysa politiskar trætur uttan at drepa hvønn annan. Teir koma í okkara lond fyri eisini at drepa okkum. Menn, sum øll sviku, uttan ávísir virknir felagsskapir, sum ongan hvílandi lim hava. Tá so størsti tramans­skapur á hesi jørð, religón, legst afturat, er fanin púra leysur við bumbum og byrsum. Teir eru ikki Guds bestu børn, siga tey. Tað kunnu teir so á ongan hátt vera, tí Gud átti bara eittans barn, ein son, sum doyði ungur, barnleysur. Eingi abbabørn heldur. Og sjálvandi er tað okkara skyld og ikki minni okkara ábyrgd, at fólk í hasum londunum sunnanfyri og eystanfyri byrja uppreistur uttan bara so nøkunlunda at tryggja sær fyrst, at til ber at vinna. Tað er alt okkara skyld. Fingu hasi fólkini frið fyri okkum av fyrstan tíð, frið fyri USA og teirra leigusveinum við Danmark (og Føroyum) á odda, so góvu tey okkum frið. Nú er ov seint. Hesir drápsmenn, sum eisini drepa seg sjálvar, nú drepast skal kortini, hava fingið at vita, at 72 moyggjar bíða eftir teimum hinumegin. Tí trúgva teir, og freistingin er stór. Størri enn lívið. Men hví doyggja fyri at sleppa fram at ónortnum jomfrúm? Í hesi verðini, hóast einki paradís, verri enn so, eru nógvar kvinnur, kanska ikki allar moyggjar, sum vilja mogga og giftast við drápsmonnum. Fleiri, teir hava dripið, fleiri eru kvinnurnar í røðini, størri er kvinnugreðin. Men tað fáa teir helst ikki at vita, tá teir spenna beltið, bara, at 72 moyggjar bíða eftir teimum hinumegin. Men nú hevur USA tíbetur endiliga fingið ein forseta við nossum, ein, sum torir. Kanska verður eitt sindur tryggari hjá okkum norðan fyri Miðjarðarhavið í framtíðini. Nýtist mær annars at skriva, at flogfarið úr Brússel til Keypmanna­ havnar var seinkað? Sjálvandi var tað seinkað. Okkurt tøkniligt, segði flogskiparin. Menn í handverkara­ klæð­um í stýrihúsinum. At ferðast er at liva, skrivaði H.C. Andersen. Ja, tað var tá. Tá til bar at ferðast uttan trygdareftirlit og ferða­ seðlatól. Tá tey í ferðavinnuni hildu, at tænasta er ein sjálvfylgja, hvat tá?. Anyway, takk tit í Vágum, sum loyva okkum at kekka inn upp á gamla mátan, okkum gomlu, sum ræðast maskinur og tól. Og vælkomin heim í regn og storm. Karmarnir eru karmur. 78 jomfrýr kekka inn Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR SALT á pall aftur S angbólkurin SALT, sum var sera virkin frá 1999 til 2008, fer nú aftur á pall - fyri fyrstu ferð í smá 9 ár. Talan er um konsert, ið verður í Løkshøll í Runavík tann 4.desember klokkan 16. SALT, ið einamest var kendur fyri sín sermerkta acapellasang gav tvær fløgur út. Tann fyrra kom í 2004, og tann seinna í 2007. Á fløgunum var býtið millum acapellasang og sang við tónleiki tó javnt býtt. Serliga munnu mong minnast á sera væl dámda sangin 'Beauty', ið var á fyrru fløguni - ein sangur ið framvegis er nógv at hoyra í loftmiðlunum. Felags fyri sang­ irnar annars var, at teir allir bóru ein kristnan boðskap. Hans Poulsen framleiddi báðar fløg­ urnar. Á konsertini í Løkshøll verður fyrst og fremst tilfar av fløg­unum framført, men annað til­far verður eisini at hoyra. Dent­ ur verður serliga lagdur á acapella­ sangin, men nakrir av væl kendu popp­sangunum verða eisini við. Hans Poulsen fer at taka sær av tónleikaliga partinum saman við góðum tónleikarum.