hósdagur 23. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 181 - 23. september 2004
Nr. 181 - 23. september 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Stevna tubbaksídnaðinum
Mánadagin byrjaði eitt rættarmál, sum kann enda enda
á amerikanska tubbaksídnaðinum.
Tað er amerikanski staturin, sum hevur stevnt teim-
um stóru altjóða tubbaksverksmiðjunum. Staturin vil
vera við, at verksmiðjurnar hava nýtt villleiðandi upp-
lýsingar tey seinastu 50 árini við at siga, at royking er
ikki so vandamikil kortini. Kravið hjá statinum er, at
tubbaksídnaðurin skal gjalda heilar 280 milliardir doll-
arar í endurgjaldi, og hetta er størsta endurgjaldskrav,
sum nakrantíð er sett í USA.
John Aschroft, løgmálaráðharri, segði beint undan
fyrsta rættarfundinum mánadagin, at málið hevur
stóran týdning í royndunum hjá myndugleikunum at
revsa fyritøkur, um villleiða síni viðskiftafólk. Am-
erikanskir eygleiðarar siga, at tubbaksverksmiðjurnar
fara á húsagang, tapa tær rættarmálið.
Vaktarmenn rændu banka
Leiðslan hjá teimum fronsku friðarvarðveitandi her-
monnunum í Fílabeinsstrondini hevur gjørt av at
kanna, um tólv hermenn stjólu pengar úr einum banka,
sum teir vóru settir at verja.
Teir tólv hermenninir komu fyri ein hernaðardómstól
í París týsdagin, og har bleiv avgjørt at kanna málið
nærri. Undir avhoyringini viðgingu hermenninir, at teir
høvdu verið inni í bankanum, og keldur hjá franska
herinum hava sagt, at hermenninir tóku knappar
600.000 krónur við sær. Sagt verður eisini, at her-
menninir hava brúkt tað mesta av pengunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at franskir hermenn eru
lagdir undir at hava tikið pengar úr einum banka í Fíla-
beinsstrondini. Í januar vórðu fýra hermenn skuldsettir
fyri at hava tikið pengar úr einum banka, sum teir
skuldu verja.
Gongutúrar gera gott
At tað er gott fyri hjartað og likamið sum heild at
ganga nógv, munnu tey flestu vita, men nú siga am-
erikanskir granskarar, at hjá fólki, sum eru farin um tey
sjeyti, kunnu gongutúrar hjálpa til at halda heilan
kláran, eins og túrarnir kunnu forða fyri, at fólk fáa
Alzheimers.
Granskararnir hava kannað 2257 menn í aldrinum frá
71 til 93 ár, og kanningarnar vístu, at menn, sum ikki
ganga meiri enn einar 400 metrar um dagin, eru í nógv
størri vanda fyri at fáa Alzheimers enn teir, sum ganga
tríggjar kilometrar um dagin. Granskararnir hava eisini
kannað meiri enn 16.400 kvinnur ímillum 70 og 81 ár,
og har vísti tað seg, at tær, sum vóru úti og spákaðu
hálvan annan tíma um vikuna, vóru nógv betri fyri enn
tær, sum gingu minni.
Ein av granskarunum, Jennifer Weuve, sigur við tíð-
indastovuna AP, at úrslitið kom rættiliga óvart á
granskararnar, tí teir høvdu ikki væntað, at gongutúrar
hava so nógvar sálarligar fyrimunir við sær.
Vilja síggja Hitler-film
Ikki færri enn 480.000 týskarar vóru seinasta viku-
skiftið og hugdu at filminum "Der Untergang", sum
snýr seg um teir seinastu tólv dagarnar hjá Adolf Hitler.
Tey, sum hava gjørt filmin, siga, at tey hava roynt at
lýsa bæði ta bleytu og ta hørðu síðuna av Hitler, sum
tikið verður til. Tey, sum ummæla filmar, eru ósamd.
Summi siga filmin vera ov positivan, meðan onnur siga
hann vera ov ræðandi. Fyrrverandi kanslarin Helmuth
Kohl, sum hevur hugt at filminum, sigur, at hann gevur
tí unga týska ættarliðinum eina góða mynd av ræðu-
stýrinum hjá nazistunum.
Sambært BBC vórðu tveir ungir nýnazistar tiknir í
einari filmshøll um vikuskiftið, tí teir heilsaðu við at
hevja annan armin, sum nazistarnir gjørdu. Tað er
bannað í Týsklandi.
Var Osama bin Laden
amerikanskur ríkis-
borgari, hevði hann
valt George W. Bush á
forsetavalinum í nov-
ember
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Loynilig skjøl frá einum
fundi ímillum bretskar og
italskar diplomatar eru
komin uttanríkisráðnum í
London illa við, tí tey
avdúka, at nógv teir flestu
bretsku diplomatarnir vilja
hava George W. Bush, for-
seta hagar, piparið grør.
Eitt nú segði bretski
sendiharrin í Italia, Sir Ivor
Roberts, á fundinum, at
Bush er tann besti umboðs-
maðurin hjá Osama bin
Laden, tí hann útvegar al-
Qaeda fleiri og fleiri limir.
Á fundinum tosaðu dip-
lomatarnir
um,
hvørt
evropeararnir høvdu valt
Bush ella John Kerry, og
breið semja var um, at teir
høvdu valt Kerry. Her legði
Ivor Roberts afturat:
– Er nakar fegin um, at
Bush verður afturvaldur, er
tað al-Qaeda. Hevði bin
Laden havt valrætt í USA,
hevði hann valt Bush.
Bretska blaðið The Gu-
ardian skrivaði fyrradagin,
at á einum fundi ímillum
bretskar og arabiskar diplo-
matar herfyri var støðan hjá
diplomatunum tann sama.
Allir søgdu seg vóna, at
Kerry fer at vinna á Bush.
Sambært blaðnum koma
avdúkingarnar
bretsku
stjórnini illa við, tí alment
er Bretland tann hollasti
stuðulin hjá Bush-stjórnini.
Amerikanska løgregl-
an leitar eftir einum
manni, sum hevur
boðað frá, at hann
ætlar sær at myrða
George W. Bush,
forseta
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Seinastu dagarnar hevur
amerikanska løgreglan leit-
að eftir tí 59 ára gamla
Lawrence Ward. Hann fór
frá húsum seinasta miku-
dag, og síðani hevur eingin
borið eygað við hann.
Ein granni boðaði løg-
regluni frá, at Lawrence
Ward helt lítið um George
W. Bush, forseta, og tá løg-
reglan kannaði íbuúð hans-
ara, komu teir fram á eina
mynd av forsetanum. Tvørt-
ur um myndina hevði stóð
skrivað
"Dead
Man"
(deyður maður).
Løgreglan og trygdar-
tænastan Secret Servoice
stúra fyri, at maðurin fer at
royna
at
beina
fyri
forsetanum. Kona Law-
rence Ward hevur greit løg-
regluni frá, at maðurin er
óður í høvdinum, og at ein
av hansara stóru fyrimynd-
um er Timothy McVeigh.
Tað var hann, sum í 1995
legði bumbuna í Oklahoma
City, ið kravdi 163 manna-
lív.
Norska Nobel-nevnd-
in hevur gjørt av,
hvør fær friðarheið-
urslønina í ár. Git-
ingarnar eru nógvar
HEIÐURSLØN
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tann 8. oktober fer norska
Nobel-nevndin at boða frá,
hvør fær friðarheiðursløn-
ina í ár. Skrivarin í nevnd-
ini, Geir Lundestad, segði í
gjár, at nevndin hevur tikið
avgerð, men at tað verður
ikki almannakunngjørt fyrr
enn tann ásetta dagin.
Nobel-nevndin
hevur
fingið 194 uppskot í ár, og
tað er tað mesta nakrantíð. Í
norskum fjølmiðlum verð-
ur gitt, at leiðarin í kjarn-
orkueftirlitinum hjá ST,
Mohammad El Baradei,
hevur ein góðan møguleika
at fáa heiðurin. Onnur evni
eru fyrrverandi leiðarin hjá
ST-vápnaeftirlitsmonnun-
um, Hans Blix, og amerik-
onsku politikararnir Sam
Nunn og Richard Luger.
Teir báðir eru serliga kendir
fyri arbeiðið ímóti kjarn-
orkudálking.
bin Laden hevði valt Bush
Óður maður ætlar at
myrða Bush
Sambært bretskum diplomatum vónar Osama bin Laden, at George W. Bush verður
afturvaldur
Avgerðin er fallin
Seminar um "Human
Resource Manage-
ment" verður á Hotel
Føroyum 21. og 22.
oktober, sum ráð-
gevingarfyritøkan
Hugin skipar fyri
TÍÐINDASKRIV
Tann avgerandi tátturin í
kappingarførleikanum hjá
eini fyritøku er tað til-
feingið, sum starvsfólkini
bera uppi: Tann menniskja-
liga orkan.
Framtíðin krevur amboð
til at menna og gagnnýta ta
menniskjaligu orkuna til
fulnar, so at øll í fyritøkuni
arbeiða til frama fyri felags
málum. Tí er HRM — hu-
man resource management
— vorðið eitt umráðandi
amboð hjá leiðslum á fyri-
tøkum og stovnum, al-
mennum sum privatum. Í
døgunum 21. og 22. oktob-
er skipar ráðgevingarfyri-
tøkan Hugin fyri einum
seminari um hetta hugtak á
Hotel Føroyum.
Hugin er ein ráðgev-
ingarfyritøka, sum fæst við
heildarmenning av fyritøk-
um við útgangsstøði í tørv-
inum og orkuni hjá ein-
støku fyritøkuni. Grund-
sjónarmiðið er, at lykilin til
framburð liggur í vitanini
hjá teimum, ið longu eru í
fyritøkuni.
Hugin (spf.) varð stovnað
og fór til verka í mai 2003,
og fyritøkan hevur síðan
ráðgivið bæði almennum
stovnum og privatum fyri-
tøkum.
Seminarið
um
HMR
vendir sær serliga til stjór-
ar, leiðarar og starvsfólk, ið
dagliga fáast við starvs-
fólkaleiðslu og -menning.
Endamálið er at geva lut-
takarunum innlit í nøkur av
týdningarmestu evnunum
innan fyri HRM í dag. Ser-
ligur dentur verður lagdur á
at viðgera sambandið mill-
um handilsstrategi hjá eini
fyritøku og HRM. Hugt
verður eisini eftir, hvussu
til ber at skipa sína HRM-
funktión.
Dagarnir eru skipaðir við
kjakuppleggum, kjaki, fyri-
lestrum, arbeiði við døm-
um og umbýti av vitan
millum luttakararnar. Til
ber eisini at tosa um og við-
gera tína egnu fyritøku,
hvar hon er stødd í hesum
høpi, og hvussu farið verð-
ur víðari.
Við at luttaka á skeiðnum
fært tú svarað einari røð av
spurningum: Hvussu verð-
ur HRM-politikkurin sam-
skipaður við handilsstra-
tegi. Hvussu rationaliserar
fyritøkan á ein skilagóðan
hátt. Hvussu tryggjar eitt
virki sær tey røttu fólkini.
Hvørji amboð eru til tess,
og hvørjir eru fyrimunirnir
og vansarnir. Hvussu skap-
ar fyritøkan eina góða
menningar- og útbúgving-
arætlan fyri starvsfólk.
Hvør skal gjalda. Og mangt
annað.
Stutt sagt er seminarið
ætlað at vera íblástur og
kanska ein lopfjøl hjá eini
fyritøku at viðgera sína
støðu til Human Resource
Management. Bæði hjá
teimum
fyritøkum,
ið
longu hava eina líknandi
funktión, og teimum, ið
vilja hava eina.
Undirvísarar verða Hen-
rik B. Sørensen og Stein-
bjørn Hardlei:
• Henrik B. Sørensen er
cand. merc og Ph.D í
organisatión á deildini
fyri virkisleiðslu á Århus
Universiteti. Hann er
ráðgevi fyri fleiri danskar
fyritøkur og er vanur at
halda
fyrilestrar
um
evnið.
• Steinbjørn Hardlei er Ba.
Oceon í virkisbúskapi frá
Árhus Universiteti og
hevur altjóða serútbúgv-
ing í broytingarleiðslu á
Professional
Develop-
ment Institute í Belgia.
Hann er stovnari og stjóri
í fyritøkuni Hugin.
Meira fæst at vita um til-
melding o.a. á heimasíðuni
hugin.fo.
Hvussu gagnnýta vit best
ta menniskjaligu orkuna
Alt arbeiðslív sítt
hevur trúboðarin
Gudrun Vest arbeitt
millum tey allar
fátækastu langt úti í
bushinum í Tanzania
í Afriku. Nú vitjar
hon aftur í Føroyum
TRÚBOÐARI
Tíðindaskriv
Øll tey nógvu árini í
Tanzania hevur Gudrun
serliga arbeitt millum tær
fátækastu kvinnurnar. Hon
hevur savnað kvinnurnar
saman, ráðgivið teimum
um húsarhald og um barna-
avmarking. Hon hevur lært
tær um heilsusaman mat,
hondarbeiði og í heila tikið
tosað við tær um felags
trupulleikar. Tá ið kvinnur-
nar standa saman og stuðla
hvør aðrari, verða tær
sterkari og fáa eisini mót og
styrki bæði til at loysa
egnar trupulleikar og felags
trupulleikar.
Stóran menniskja-
kunnleika
Gudrun er ein stór persón-
menska og dugir serliga
væl at liva seg inn í livium-
støðurnar hjá fólki, eisini tí
hon hevur so stóra virðing
fyri tí einstaka menniskjan-
um. Sum hon sjálv sigur
tað: "Øll menniskju eru so
áhugaverd".
Tað kennist altíð væl at
tosa við hana, tí hon er altíð
tilstaðar í samrøðuni, har-
afturat er hon klók og fer
beint til kjarnina í einum
máli. Júst tað, at hon er so
rólig og umhugsin, hevur
við sær, at øll kenna seg
væl saman við henni.
Nógv eru tey, sum hava
nýtt gestablídni hennara í
Tanzania og upplivað tann
friðin, sum valdaði í lítla
húsi hennara har.
Eldsálin ríkar okkum
øll
Eftir 36 ár í Tanzania er
Gudrun nú komin heimaft-
ur til meira heimliga jørð í
Jútlandi, har hon er fødd og
vaksin upp. Tíðina nú brúk-
ar hon til at ferðast runt og
fortelja bæði um arbeiði sítt
og um livikorini í Tanzania.
Í døgunum 25. til 29.
september vitjar hon í Før-
oyum. Leygarkvøldið verð-
ur hon við á ungdómsmøt-
inum í Meinigheitshúsinum
á Skála. Sunnudagin fer
hon at prædika í Christians-
kirkjuni í Klaksvík og um
kvøldið verður hon í Missi-
ónshúsinum Thabor á Toft-
um. Mikukvøldið 29. sep-
tember verður hon at hoyra
á almennum ytrimissións-
fundi í KFUK í Havn.
Vígdi lív sítt til tey
fátækastu í Afrika
Steinbjørn Hardlei, stjóri í
Hugin, er annar av
undirvísarunum á skeiðnum.
Hann hevur millum annað
altjóða serútbúgving í
broytingarleiðslu
Gudrun Vest hevur givið
mongum fátækum kvinnum
mót og styrki at koma víðari
í lívi sínum.
C
M
Y
K
3
2