hósdagur 23. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 181 - 23. september 2004
Nr. 181 - 23. september 2004
5
Kári Thomsen, umboðsmaður:
SEV saboterar sólorkuskipan
Kári Thomsen, um-
boðsmaður hjá Dansk
Solenergi, harmast
um, at sólorkuskip-
anin í Vestmanna
skúla enn ikki er
liðugt uppsett og er
farin at framleiða
orku. Hann heldur, at
tað er stjórin í SEV,
Klæmint Weihe, sum
hevur ligið í buktini,
tí honum dámar ikki
persónin, Kára
Thomsen, sum um-
boðar skipanina í
Føroyum
SEV OG SÓLORKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri einum fimm mánaðum
síðan
fekk
Vestmanna
kommuna eina nútímans
sólorkuskipan
heim
úr
Danmark,
sum
ætlandi
skuldi setast upp og brúkast
í Vestmanna skúla.
Talan var um eina íløgu
uppá stívliga 240.000 krón-
ur, sum táverandi lands-
stýrismaður í orkumálum,
Eyðun Eltør, var rættiliga
positivur yvirfyri. Tí av-
gjørdi Eyðun, at landskass-
in skuldi bera helmingin av
hesi íløgu.
Tað var danska felagið,
Dansk Solenergi, sum seldi
sólorkuskipanina til Før-
oya, og umboðsmaður hjá
teimum í Føroyum er Kári
Thomsen.
Framkomin skipan
Kári sigur, at skipanin, tal-
an er um, er ein hin mest
framkomna á marknaðin-
um, har tú hevur sonevndan
dataloggara og teldustýrdar
skipanir, soleiðis at tú alla
tíðina kanst síggja, hvussu
stór el-framleiðslan er.
– Ætlanin var, at tú skuldi
kunna fara inn á heimasíð-
una hjá skúlanum og síggja,
hvussu stór el-framleiðslan
eitt nú var seinasta mánað-
in, seinastu vikuna – ella,
hvussu stór framleiðslan er
beint nú, sum Kári tekur til.
Hann sigur, at sólorku-
skipanin ikki fer at nøkta
samlaða el-tørvin hjá Vest-
manna skúla, men verður
eitt ískoyti, ið svarar til tað,
sum eini 4-5 vanlig sethús
brúka í streymi.
– Sólorkuskipanin í Vest-
manna skúla er ein royndar-
verkætlan, har tú skal
kunna staðfesta, hvussu
nógv sólarorka veruliga
gevur. Tað serliga við hesi
skipan er, at henni ikki
nýtist sólarljós fyri at geva
orku. Skipanin hevur eitt
serligt slag av silicium, sum
er eitt grundevni í allari
sólorku. Við hesi skipan er
dagsljós nóg mikið til orku.
SEV saboterar
Kári Thomsen harmast um,
at skipanin í Vestmanna enn
ikki er liðugt uppsett og er
farin at framleiða orku.
Hann ivast ikki í, at tað er
stjórin í SEV, Klæmint
Weihe, sum hevur ligið í
buktini, tí honum dámar
ikki persónin, Kára Thom-
sen.
– Eg haldi, at hetta kom
ógvuliga týðiliga fram á
fundi
við
Vestmanna
kommunu, har eg sjálvur
og umboð fyri SEV eisini
var við. Tí havi eg boðað
frá, at er tað mín persónur,
sum stjórin í SEV ikki vil
vita av, taki eg meg aftur í
verkætlanini, sigur Kári
Thomsen.
Hilbert Elisson, tekn-
iskur leiðari hjá
Vestmanna komm-
unu, viðgongur, at
kommunan kom í
eina ávísa klemmu
millum Kára Thom-
sen og SEV. – Eg eri
ikki samdur við Kára,
tá ið hesin sigur, at
stjórin í SEV hevur
saboterað sólorkuætl-
anina í Vestmanna
SEV OG SÓLORKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á skrivstovuni hjá Vest-
manna kommunu er tað
serliga tekniski leiðarin,
Hilbert Elisson, sum hevur
tikið sær av málinum við-
víkjandi sólorkuskipanini.
Hilbert sigur, at ein
partur av sólorkuskipanini
er sett upp, men at ein lítil
steðgur er í arbeiðinum
beint nú.
– Arbeiði gongur sína
gongd í tøttum samstarvi
við SEV. Hetta er neyðugt,
tá ið tað er elfelagið, sum
eigur netið og gevur neyð-
ugu loyvini. Skipanin, sum
verður sett upp, verður bert
eitt ískoyti til el-nýtsluna
skúlanum, og tí er neyðugt,
at SEV gevur loyvini til
íbinding.
Hilbert vísir á, at talan er
um eina royndarverkætlan
sum í fyrsta lagi hevur til
endamáls at vísa, hvat ein
slík sólorkuskipan gevur.
Hann sigur, at SEV hevur
boðað Vestmanna komm-
unu frá, at felagið vil loyva,
at orkuskipanini verður
íbundin netið hjá SEV, men
enn eru øll loyvi ikki
endaliga komin uppá pláss.
– Vit hava tó fingið at
vita, at øll neyðugu loyvini
koma uppá pláss, sigur
Hilbert.
Í klemmu
Sum Sosialurin hevur skilt,
var ætlanin upprunaliga, at
Kári Thomsen, sum um-
boðar Dansk Solenergi í
Føroyum, skuldi hava eftir-
litið við uppsetingini av
skipanini.
Men hesum hóvaði eftir
øllum at døma ikki SEV.
Hilbert Elisson viðgong-
ur, at kommunan kom í
eina ávísa klemmu í hesum
spurningi, og úrslitið var, at
Kári Thomsen tók seg aftur
og er nú leysur av verk-
ætlanni.
Tekniski
leiðarin
hjá
Vestmanna kommunu er
ikki samdur við Kára
Thomsen, tá ið hesin sigur,
at stjórin í SEV, Klæmint
Weihe, hevur saboterað sól-
orkuætlanina í Vestmanna.
– Nei, tað haldi eg ikki,
vit kunnu geva honum rætt
í, sigur Hilbert.
Hann ásannar, at tað er
SEV, sum eigur netið og
hevur rættindini, og tí er tað
eisini el-felagið, sum setir
treytirnar.
Hilbert Elisson sigur, at
uppsetingin av sólorkuskip-
anini helst verður nakað
dýrari,
enn
kommunan
hevði roknað við, men hann
vónar kortini, at skipanini er
komin upp at koyra, áðrenn
hetta árið er úti.
Vestmanna kommuna:
Í tøttum samstarvi við SEV
– Eg ivist ikki í, at stjórin í
SEV, Klæmint Weihe, hevur
saboterað sólorkuskipanina í
Vestmanna skúla, tí honum
dámar ikki persónin, Kára
Thomsen, sigur Kári
Hilbert Elisson sigur, at uppsetingin av sólorkuskipanini til
Vestmanna skúla helst verður nakað dýrari, enn kommunan
hevði roknað við, men hann vónar kortini, at
royndarverkætlanin er komin upp at koyra, áðrenn hetta árið
er úti
Klæmint burturstaddur
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá
stjóranum í SEV, Klæmint Weihe, til úttalilsini hjá
Kára Thomsen um, at SEV vildi hava Kára burtur úr
verkætlanini í Vestmanna.
Stjórin í SEV er burturstaddur í summarfrí.
Vit royndu eisini at fáa fatur á John P. Danielsen hjá
SEV, men tað eydnaðist heldur ikki fyri evsta mark hjá
blaðnum.
John var ikki at hitta, tá ið vit tosaðu við SEV stutt fyri
middag í gjár.
-v.
Hetta vikuskiftið
verður Johannu-
stevna í Vági og tá
verða eisini onkrar
sjáldsamar kappingar
á skránni
JOHANNUSTEVNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið kemur
gamla vágssluppin, Jo-
hanna, aftur til heiður og
æru. Hon fyllir 120 ár í ár
og hetta vikuskiftið verður
skipað fyri Johannustevnu í
Vági, har ymisk forvitnis-
lig tiltøk eru á skránni.
Ikki minst eru tvær
forvitnisligar kappingar á
skránni, har tveir sjáld-
samir
føroyameistarar
skulu finnast.
Hesar
kappingarnar
verða leygardagin .Tá skulu
føroyarmeistarin í at egna
og í at bøta slætt, finnast.
Ætlanin er at einir seks
mans fara at kappast í at
bøta eitt rækjunet, sum full-
komiliga eins hol eru
skorin í.
Eisini er ætlanin at seks
mans skulu egna eina línu
upp á tíð. Egnt verður av
klemmu og allir fáa sama
húkatal. Tað fer at taka
einar 30-45 minuttir at av-
greiða báðar kappingarnar.
– Helst eru tað menn í
øllum landinum sum eru
tiltiknir at egna og bøta.
Men tað er á Johannustevn-
uni leygardagin, at føroya-
meistararnir skulu finnast,
siga fyrireikararnir.
Vinnararnir fáa ávikavist
forgyltan húk og forgylta
nál, umframt eitt steyp.
Tónleikur, røður og
fyrilestur
Annars vónafyrireikararnir
at síggja nógv fólk á Jo-
hannustevnu, ikki minst
menn, sum hava siglt við og
teir eru ikki so fáir. Somu-
leiðis vóna tey at síggja
fólk, sum hava havt tilknýti
til grindamábarnar.
Hjá norðoyingum ber til
at fara suður við Smyrli úr
Havn leygarmorgun 10 og
verða í Vági beint eftir døg-
verða. Tey, sum vilja sleppa
umborð á ein av grindabát-
unum og fara út á Vágs-
fjørð, skulu bara siga frá á
Kunningarstovuni í Vági á
telefon 284342.
Annars verður tónleika-
kafé í Stóra Pakkhúsi
fríggjakvøldið frá klokkan
21 - 01, har Neil Joensen og
onnur, framføra.
Leygardagin klokkan 13
er ætlanin at bátarnir, sum
eru við á Johannustevnuni,
skulu koma inn eftir fjørð-
inum, har grindabátarnir
taka ímóti.
Klokkan 15 verða so
føroyameistarakappingar-
nar í at egna og at bøta. Har
verður
eisini
togtogan
ímillum manning av Skipa-
smiðjuni og lærarar í Vági
og somuleiðis verður upp-
boðssøla av seyði.
Øll hesi tiltøkini verða á
keiøkinum, beint við upp-
boðssøluna.
Manningarnar á bátun-
um, sum eru við, fáa eina
máltíð fyri onki klokkan
fimm. Klokkan 19 verður
konsert í kirkjuni, har grøn-
lendska kórið, Aavaat, fer
at syngja.
Klokkan 22 fer Óli Holm
at flyta fram røðu á
Garðabrúgv og aftaná verð-
ur felagssangur við har-
moniku og gittari undir
Stóra Pakkhúsi.
Og á midnátt spæla Hans
Jacob og vinmenn til dans í
VB-húsinum.
Sunnudagin klokkan 17
fer Durita Holm at greiða
frá siglingini kring knøttin
við Salku Valku í Stóra
pakhúsið, har eisini sjó-
savnið er opið til klokkan
20.
Hovbingar
nýggjan
borgar-
stjóra
Tað er í øllum
førum greitt at
hovbingar skulu
hava nýggjan
borgarstjóra eftir
kommunuvalið í
november
KOMMUNUVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hovbingar skulu hava
nýggjan borgarstjóra.
Emma Petersen, sum
er borgarstjóri, sigur,
hon hevur gjørt av, at
hon verður ikki borg-
arstjóri eitt valskeið
afturat.
Hon hevur ikki tikið
støðu til, antin hon
stillar upp til bygda-
ráðsvalið, ella ikki.
Hov er lítil kommna
og har er ikki óvanligt,
at onkur bara tekur seg
saman og ger ein lista,
uttan at spyrja valevn-
ini eftir. Tað ber til, tí
tað er ein borgara
skylda at lata seg stilla
upp. Ongin kann sýta
at lata seg stilla upp,
uttan so at viðkomandi
hevur sitið í bý- ella
bygdaráð í minst tvey
valskeið, ella hevur
sjúku at dragast við,
ella aðrar, serligar um-
støður gera seg gald-
andi.
Emma
Petersen,
men hon hevur gjørt
upp við seg sjálva, at
borgarstjóri
verður
hon ikki aftur.
Hon sigur stutt og
greitt, at hon hevur
ikki hug at halda fram
sum borgarstjóri.
Næsta ár skulu fleiri
bilar hjá Farmaleið-
um hjá Strand-ferðsl-
uni seljast. Tað er
størsta hóttanin
nakrantíð ímóti út-
jaðaranum í Føroy-
um, men landsstýrið
vissar um, at korini
hjá útjaðaranum
mugu ikki versna
EINSKILJING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at seta skjøtil
á arbeiðið at einskilja
Farmaleiðir hjá Strand-
ferðsluni.
Farmaleiðir er tann part-
urin av Strandferðsluni sum
hvønn einasta dag stendur
fyri flutningi av farmi í
tonsatali úr einum parti í
landinum til annan, ikki
minst til útjaðaran og út-
jaðaran. Fremsta eyðkenni
hjá Farmaleiðum eru teir
bláu lastbilarnir, sum dag
og dagliga eru at síggja á
føroysku vegunum.
Tað er onki yvir at dylja,
at serliga fólkaflokkurin
hevur havt hug at einskilja
Farmaleiðirnar hjá Strand-
ferðsluni og at lata privat-
um flutningin upp í hend-
urnar at røkja.
Ætla at selja bilar
Og nú sær út til, at tað verð-
ur veruleiki.
Sosialurin veit, at næsta
ár ætlar landsstýrið at selja
fleiri bilar hjá farmaleið-
um. Vit hava fingið upp-
lýst, at á uppskotinum til
fíggjarlóg fyri næsta ár,
hevur landsstýrið roknað
við eini inntøku upp á 15
milliónir av at selja bilar
hjá Strandferðsluni.
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður í samferðslu
váttar at ein upphædd
stendur á fíggjarlógini.
Men fíggjarlógin er ikki
heilt liðug enn og hann vil
ikki vátta upphæddina.
Hann ásannar eisini, at tað
hevur verið arbeitt leingi
við eini ætlan um at ein-
skilja Farmaleiðir.
Men hann leggur staði-
liga afturat, at tað er ongin
grund til at stúra, tí hann fer
ikki at loypa framav í hes-
um máli.
- Vit arbeiða við ymsum
ætlanum, men vit fara at
vera sera varin, áðrenn vit
seta nakað í verk, sigur
hann.
Hann sigur eisini, at mál-
ið um at einskilja Farma-
leiðir er ikki endaliga lýst
og útgreinað og tað hevur
alstóran týdning at gera tað
arbeiðið liðugt, áðrenn
nøkur støða verður tikin
um, hvat skal gerast ella
um nakað skal gerast yvir-
høvur.
Hann vísir á, at Farma-
leiðir eru ein væl upp
arbeitt flutningsleið, sum
hevur síni viðskiftafólk.
Harafturat eru Farmaleiðir
samantvinnaðar í einum
samanhangandi neti, sum
ger, at fiskur og annar
farmur smidliga og skjótt
kann flytast úr einum enda í
landinum í annan,eisini tá
ið talan er um heilt smáar
nøgdir.
Sostatt hava Farmaleiðir
heilt avgerandi týdning fyri
einstaklingar og vinnulív
kring landið og ikki minst í
útjaðaranum og á útoyggj.
- Serliga fyri Fiskavirkini
hava Farmaleiðir týdning, tí
tað eru virki, sum keypa
fisk í einum enda á landin-
um - og ofta er talan um
smáar nøgdir - men so føra
Farmaleiðir
fiskin
til
keyparan í einum saman-
tvinnaðum og vælvirkandi
samanhangandi flutnings-
neti, har fiskurin mangan
fer ígjøgnum fleiri lið,
áðrenn hon er frammi hjá
keyparanum.
- Og tað er sera umráð-
andi, at onki verður gjørt,
sum ger støðuna hjá við-
skiftafólkunum hjá Farma-
leiðum verri, sigur Jógvan
við Keldu.
Í hesum sambandi hugsar
hann ikki minst um útjað-
aran.
- Eitt er at koyra farm
runt inni á meginlandinum.
Men tænastan til útjaðaran
verður ein serlig avbjóðing
og tað er sera umráðandi, at
umstøðurnar hjá viðskifta-
fólkunum ikki versna, sigur
hann.
Eitt, sum hevur verið
frammi, er, at tann parturin
av Farmaleiðum, sum eru á
meginøkinum, skal ein-
skiljast. Men so at lata
Strandferðsluna hava flutn-
ingin til útjaðaran eftir fyri
at tryggja hann.
Men Jógvan við Keldu
leggur dent á, at ongin av-
gerð er tikin um tað heldur.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni, hevur
ongar viðmerkingar.
Emma Petersen hevur
ikki hug at halda fram
sum borgarstjóri
Bláu lastbilarnir
nærkast einskiljing
Skulu finna sjáldsaman føroyameistara í Vági
Johanna er í miðdeplinum á stevnu í Vági hetta
vikuskiftið, har onkrar sjáldsamar kappingar
eisini eru á skránni
– Verða Farmaleiðir einskildar, skal tað gerast so at støðan hjá viðskiftafólkununum ikki
versnar, sigur Landsstýrið. Her er ein bilur hjá Farmaleiðum á veg í land av Teistanum í
Skopun
C
M
Y
K
5
4