mánadagur 21. november 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 47 • 21. NOVEMBER 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Heiðrun Hammer Egilsson
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Ung, roksut og abitiøs.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Apple, iPhone 5s.
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Haldi allar mínar summarfrítíðir hava verið
góðar, men skuldi eg peikað eina út so
hevði tað veri, tá ið eg var í Grønlandi,
í 2013 eitt heilt fantastiskt land.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM
At man er ein góður vinmaður.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
At vera saman við vinfólki og
familju, høgtíðir, og at rógva.
HVAT STRESSAR TEG?
Regn, ja eg veit eg búgvi í Føroyum.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Eg vildi sagt mær dámar mest sum allan mat.
HVAT GLEÐIR TEG?
Vinir.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Emh.. eg slapp í starvslæru
hjá Miðlahúsinum.
HVAR GONGUR TÚ Í SKÚLA?
Eg gangi í 9. flokki í Skúlanum á Fløtum.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Hóast eg eri so ung lurti eg ikki
nógv eftir nýmótans tónleiki, eri
mest til 80ara/90ara rock.
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Sengur, tí vit nýta ein triðing av
okkara lívi til at sova, so kann man
akkurát tað sama liggja væl.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Mítt kamera, mær dámar væl at hava
myndir frá gomlum minnum.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Nú er vetur aftur so: »ikki eta gulan kava«
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Ja, eg havi ein hund og tvær kaninir.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Nokkso cliché, men eg hevði farið út at
ferðast, haldi tað er týdningarmikið at
uppliva so nógv og fjølbroytt sum gjørligt
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Ferðast meira.
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
At vit føroyingar eru so nær, mær dámar væl
samanhaldið. Tí øll koma øllum við, hvør
einasti persónur hevur týdning, eisini tá ið
man er uttanlands og møtir føroyingum, so
hevur man altíð eitt serligt band. So kanska
eri eg ein av teimum fáu, sum er glað
fyri at vit eru so fá, tað er ikki um
quantity, men meira um quality.
HVAR ERT TÚ
UM 10 ÁR?
Nú eri eg bara 15 ár,
t.v.s. at um 10 ár eri
eg 25, so vónandi eri
eg í gongd við ein
góða útbúgving,
men tó eingin
veit á morgni hvar
hann á kvøldi gistir.
Mær dámar
væl 80ara og
90ara rock
Vann eg eina millión
fór eg at ferðast