Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 181 - 23. september 2004 Nr. 181 - 23. september 2004 7 LøgLøgtingið má sleppa at viðgera mál- ið um rættartrygd borgaranna óheft av persónligu støðu landsstýrismanins, sigur Høgni Hoydal, løgtingsmaður. Hann tók sjálvur málið aft- ur í síni tíð sum landsstýrismaður, vísir Kristian Magn- ussen, tingmaður á ARVARÆTTUR Edvard Joensen Høgni Hoydal tók sjálvur málið um foreldrarætt og rættindi hjá samkyndum aftur, tá hann í síni tíð skuldi leggja tað fyri Løgtingið, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður. Munurin er bara tann, at Høgni Hoydal varð hóttur til tað, og at Jógvan við Keldu tekur tað burtur úr heildini av sínum einting- um. Kjakið um málið um foreldrarætt og arvarætt er farið heilt av sporinum, heldur Høgni Hoydal, løg- tingsmaður, sum harmast um, at persónliga hugsanin hjá einum landsstýrismani skal gera, at Løgtingið ikki sleppur at viðgera eitt so stórt mál, sum viðkemur grundrættindunum hjá øllum borgarum landsins. Høgni Hoydal, løgtings- maður Tjóðveldisfloksins, harmast um, at Løgtingið ikki sleppur at viðgera eitt ávíst mál, í hesum førinum málið um arvarætt og onnur viðurskifti í samband við skrásett parlag hjá sam- kyndum, tí avvarðandi landsstýrismaður av persónligum grundum ikki vil leggja málið fyri Løg- tingið. Høgni Hoydal vísir á, at tað er skeivt at taka ein part burtur úr eini danskari lóg, sum annars verður løgd fyri Løgtingið. Tað ger, at hesin parturin av lógarverkinum altíð fer at spøkja aftur og verða drigin inn í mestum eitt- hvørt orðaskifti uttan natúrliga at hoyra til har. Endurtøka Nú er hetta ikki fyrstu ferð, at júst hetta málið um arva- rætt og foreldramyndug- leika er á breddanum. Tað var tað eisini í 1999, tá tal- an var um at yvirtaka málsøkið. Men ta ferðina kom málið heldur ikki til viðgerar í tinginum. Júst tí, at tann parturin, sum snýr seg um rættindi hjá sam- kyndum, gekk summum tingmonnum ov nær samvitskuni. Landsstýrismaðurin, sum tá umsat málið, var júst Høgni Hoydal, sum í dag heldur, at tað er tíð uppá, at málið verður avgreitt í Løgtinginum. – Hatta er tvætl og bara ein máti at royna at fáa skapt kaos í samgonguni, sigur Kristian Magnussen, tingmaður Javnaðarfloks- ins. Men vil Høgni Hoydal hava rok í samgonguni, so má hann finna okkurt smartari mál enn hatta til tess. Tað er eingin, sum er áhugaður í at fáa rok um slíkt mál, sigur Kristian Magnussen. Soleiðis er ikki, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at tá hann í síni tíð vildi leggja málið fyri Løgtingið, varð serliga ein samgongu- flokkur, sum hótti við sam- gongusliti, um málið kom fyri. At tað ikki varð borið í Løgtingið tá, komst av, at frágreiðingin,sum skuldi fylgja við, var ikki klár, og málið fall sostatt burtur. Meira umfatandi Høgni Hoydal sigur, at tað er stórur munur á málinum, sum tá var ætlað at leggja fyri Løgtingið, og tí, sum í dag verður arbeitt við. – Ta ferðina skuldu vit yvirtaka alt málsøkið og gera tað føroyskt. Í dag verður tosað um at seta eina danska lóg í verk, sum kortini ikki er nøkur heil donsk lóg, tí tann parturin, sum snýr seg um juridisk rættindi hjá samkyndum, skal takast burturúr. Eisini er stórur munur, tá tosað verður um foreldra- rætt og -myndugleika, vísir Høgni Hoydal á. Í lógarverkinum, hann arbeiddi við, var hugsað um tørvin og rættindini hjá barninum. Sum er, verður meira atlit tikið til rættind- ini hjá foreldrunum, vísir Høgni Hoydal á. Hann sigur, at honum dámar betri, at hugt verður at norksari enn danskari lóggávu, tí norðmenn seta tørvin hjá barninum fremst í slíkum málum. Harmiligt Høgni Hoydal harmast um, at Løgtingið ikki sleppur at viðgera málið um rættindi hjá samkyndum, soleiðis at tað kann verða avgreitt einaferð fyri allar, og fólk fær at vita, hvørja støðu Løgtingið hevur. Hetta málið verður blandað upp í mestsum hvat sum helst orðaskifti, og tað verður ikki at batna, sum frálíður. Og í nógvum førum er tað púra misskilt eisini. – Tað vísir seg sera ofta, at fólk viðgera hetta málið sum um at talan er um at víga fólk av sama kyni í kirkjuni. Men tað hevur hetta als einki við at gera yvirhøvur, vísir hann á. Her verður bara tosað um jura. Men sum støðan er, ligg- ur tað bara og bíðar eftir einum ordiligum orðaskifti, sum vit ikki hava dirvi at taka. Hann vísir aftur, at hann reisir hetta fyri at fáa rok og kaos í samgonguni. – Eg eri fullvæl greiður yvir, at samgongan er ikki samd um hetta málið, sigur hann. Men eg eri líka greið- ur yvir, at í mínum egna flokki er heldur ikki semja. Og eg vil enn einaferð und- irstrika, at tað, eg føri fram, er mín persónliga meining um málið og ikki ein floks- støða. Men vit eiga at tora at taka hetta orðskiftið, so málið kann verða avgreitt endaliga, sigur Høgni . Høgni tók sjálvur málið aftur Tað ber ikki til, at persónliga meiningin hjá einum landsstýrismanni skal forða Løgtinginum at sleppa at viðgera eitt stormál, heldur Høgni Hoydal Høgni Hoydal vil bara vera smartur og brúkar eitt mál, sum hann sjálvur hevur handfarið á júst sama hátt, til at skapa kaos í samgonuni. Men hann má finna sær okkurt annað til tað, tí hatta hoppa samgongufók ikki uppá, sigur Kristian Magnussen Latið okkum hyggja frameftir Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, hevur ikki stórvegis hug at nýta meira tíð til at viðgera skerjingarnar í miðfyrisitingini. –Avgerðin er tikin, og nú eiga vit at hyggja frameftir, sigur hann SKERJINGAR Í MIÐFYRISITINGINI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Landsstýrið hevur skert uttan mið og mál. Hetta var ein av niðurstøðunum hjá ráðgevanum í Innlendis- málaráðnum, Bergi Berg, um hópuppsagnirnar í mið- fyrisitingini. Hann fýltist á, at avgerðin hjá landsstýri- num er tikin uttan, at lands- stýrið hevur gjørt sær greitt, hvør vinningurin og missurin er við sparingun- um í miðfyrisitingini. Vit hava spurt løgmann, Jóannes Eidesgaard, um skerjingarnar í miðfyrisit- ingini eru gjørdar uttan, at landsstýrið nágreiniliga hevur kannað, hvørjar av- leiðingar vórðu. Tolir tað Løgmaður vísir enn eina- ferð á, at landsstýrið hevur tikið avleiðingarnar av ver- andi búskaparstøðu, og tí vórðu skerjingarnar framd- ar í miðfyrisitingini. Hann metir, at føroyska miðfyri- sitingin er sterk og tolir at verða skerd. – Avgerðin er tikin, og nú eiga vit at hyggja frameftir. Eg haldi ikki tænir nøkrum at viðgera málið víðari. Vit vóru noyddir at fyrihalda okkum til búskaparliga veruleikan, og tí varð av- gerðin tikin. Landsstýrið hevur mett, at fyrisitingin er sterk, og at hon, hóast hon er lítil sammett við onnur samfeløg, er nóg stór til føroysk viðurskifti, sigur hann Átti landsstýrið ikki at kanna avleiðingarnar, áðr- enn avgerðin varð tikin? – Jú tað er eitt sjónarmið, so væl sum okkurt annað. Skuldu vit analysera hvørja funktión hjá teimum 160 størvunum í miðfyrisiting- ini var bróðurparturin av 2005 farið afturum, áðrenn nøkur avgerð varð tikin. Eg kann ikki siga annað enn, at avgerðin er tikin og eg eri vísur í, at vit fáa fyrisiting- ina at rigga líka væl sum áður, sigur løgmaður. Spurdur, um tað ikki hevði verið hóskandi við eini kanning av miðfyrisit- ingini, áðrenn avgerðin um skerjingarnar varð tikin, svarar løgmaður, at polit- iska metingin hevur verið, at fyrisitingin er nóg sterk, og hon tolir skerjingina – Tað hevur ongantíð verið settur spurningur við ella ein kanning gjørd um tað var rætt at økja miðfyri- sitingina í síni tíð, og tí síggi eg ikki, at tað er neyð- ugt við teimum stóru kann- ingunum, nú vit skerja hana, sigur Jóannes Eides- gaard. Endurmeting í gongd Síðan bygnaðarbroytingar í fyrisitingini hjá Finn Nor- man Christensen vórðu settar í verk í juni mánaði í 1996 hava røddir javnan verið frammi um, at tað er neyðugt at endurskoða bygnaðin. Jóannes Eidesgaard greiðir frá, at landsstýrið er farið í holt við eina endur- meting av fyrisitingini. – Arbeiðið byrjaði alt fyri eitt, tá vit tóku við. Ein al- lýsing er gjørd av miðfyri- sitingini, og vit eru í fer við at endurskoða ráðini og nevndirnar, sum eisini hoyra undir fyrisitingini. Endamálið er sjálvsagt at fáa eina so vælvirkandi fyrisiting sum gjørligt, sig- ur løgmaður. Formaðurin í Mið- flokkinum, Jenis av Rana saknar hald- góðar grundgevingar frá samgonguni fyri skerjingini í miðfyri- sitingini. – Um tú skal fremja sparingar í miðfyrisitingini og ráðunum má tað verða ein fortreyt, at tú kannar, um tú kanst verða hesi fólk- ini fyriuttan, men í hesum føri fyriliggur eingin kanning, sigur andstøðutingmaðurin SKERJINGAR HJÁ TÍ ALMENNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Andstøðutinglimurin og formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, heldur lítið um framferðarháttin hjá landsstýrinum í samband við skerjingarnar í mið- fyrisitingini. Hann heldur tað er burturvið at skerja miðfyrisitingina uttan, at landsstýrið hevur kannað hana gjøllari. – Mær dámar ikki fram- ferðarháttin. Um tú skal fremja sparingar í miðfyri- sitingini og ráðunum má tað verða ein fortreyt, at tú kannar, um tú kanst verða hesi fólkini fyriuttan. Tað er í ordan at siga fólki úr starvi, um tú hevur eina kanning sum vísir, at tú kanst vera fólkini fyriuttan, men hesum føri fyriliggur eingin kanning, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana sigur seg ikki trúgva ræðumyndun- um, sum samgongan áhald- andi málar í samband við versandi búskaparstøðuna, sum hann málber seg. Harðrendur Fólkaflokspolitikkur Landsstýrið hevur boða frá, at tað versandi búskapar- støðan er høvuðsorsøkin til, at neyðugt er við skerjing- unum innan tað almenna. Jenis ásannar, at búskapar- støðan í Føroyum hevur verið betri, men hann er sannførdur um, at sam- gongan ger støðuna verri, enn hon í veruleikanum er. – Hetta er eitt spæl fyri gallarínum. Búskapurin hevur tað ikki eins ringt, sum samgongan vil gera tað til. Teir gera lønarfram- skrivingarnar nógv verri enn tær í veruleikanum verða. Samgongan misnýt- ir eftir mínum tykki bú- skaparstøðuna til føra ein harðrendan fólkaflokspolit- ikk í løtuni. Eitt er, at bú- skaparstøðan ikki er hin besta í løtuni, men tú kanst sanniliga eisini skapa hann verri enn hon er, vísir Jenis av Rana á. Spurdur, um tað er rætt at skerja miðfyrisitingina í trá við búskaparstøðuna, svar- ar Jenis av Rana, at megin- reglan má vera, at kanning- ar eru grundarlag fyri skerjingunum. – Tú mást eisini ansað eftir, at tú ikki sparir teg í hel. Eg eri av teirri áskoð- an, at vit eiga ikki fremja skerjingar í niðurgongd- stíðum, tí so økjast trupul- leikarnir. Í niðurgongdtíð- um skalt tú fyrst og fremst stabilisera búskapin. heldur Jenis av Rana Blokkniðurskurður Fleiri vilja verða við, at blokkniðurskurðurin er høvuðsorsøkin til versnandi búskaparstøðuna í Føroy- um. Jenis av Rana heldur tað var eitt álvarsamt mistak av samgonguni, sum hann, at blokkniðurskurðurin ikki varð sendur út til fólkaat- kvøðu, áðrenn samgongan gjørdi av at skerja heildar- veitingina við 366 mió. krónum. – Varð niðurskurðurin gjørdur við fólksins vilja hevði støðan verið betur í dag. Hevði fólkið sagt nei hevði tað verið ein fantast- isk støða at verið í dag. Hinvegin haldi eg ikki, at samgongan skal áhaldandi tosa um blokkniðurskurðin, men rættast hevði verið at smokt upp um armar og farið til arbeiðis, heldur Jenis av Rana. Okkum vantar haldgóðar grundgevingar – Um tú skal fremja sparingar í miðfyrisitingini og ráðunum má tað verða ein fortreyt, at tú kannar, um tú kanst verða hesi fólkini fyriuttan. Tað er í ordan at siga fólki úr starvi, um tú hevur eina kanning sum vísir, at tú kanst vera fólkini fyriuttan, men hesum føri fyriliggur eingin kanning, sigur Jenis av Rana. Mynd: Savnsmynd – Tað hevur ongantíð verið settur spurningur við ella ein kanning gjørd um tað var rætt at økja miðfyrisitingina í síni tíð, og tí síggi eg ikki, at tað er neyðugt við teimum stóru kanningunum, nú vit skerja hana, sigur Jóannes Eidesgaard C M Y K 7 6