mánadagur 21. november 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 47 • 21. NOVEMBER 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
á veturin vísir seg frá síni køldu síðu,
liggur væl fyri at gera nakrar íslampur
sum skapa hugna.
Tær eru lættar at gera og tað einasta,
sum tú hevur brúk fyri, er nøkrum ballónum,
spannum ella øðrum íløtum umframt
kranavatni og góðum frostveðri.
Brúkar tú ballón, fyllir tú ballónina við
køldum vatni og setir hana í eitt djúpt ílat.
Síðan blæsir tú luft í ovasta partin, soleiðis at
her skapast ein lítil flata, tá vatnið í ballónini
frystir.
Einfalt og lætt
Alt eftir, hvussu kalt tað er úti, frysta nú
ytru veggirnir av vatninum í ballónini yvir eitt
ella tvey samdøgur, samstundis sum vatnið í
miðjuni framvegis er flótandi.
Tá veggirnir eru frystir, kanst tú beina
burtur ballónina, og tá tað er gjørt, gert tú eitt
hol ovast í ískúluna. Her kanst tú brúka eitt
sindur av lunkaðum vatni og eitt hvørt at sláa
varisliga niður á ovara enda við.
Tú setir nú eitt ljós niður í íslampuna, sum
nú er klár at tendra úti á trappuni, í garðinum,
altanuni ella á treassuni.
Lýsandi íslampan sær út sum fínasta
krystall og lýsir vakurt upp í vetrarmyrkrið.
Eisini tulipanir
Møgleikarnir við íslampum eru fleiri, og til ber
eisini at brúka spann ella onnur hugsandi - og
óhugsandi - íløt.
Áðrenn vatnið frystir, kanst tú seta vakrar
avskornar tulipanir, rósur, greinar ella annan
vøkstur niður í, sum soleiðis frystir saman við
vatninum.
Her er best at velja avskorið, sum er rímiliga
stívt, og best er sjálvsagt fyri íslampuna, um
tað eru nøkur kuldastig í fylgjandi dagar.
Hvussu leingi avskorið ella annar vøkstur
heldur sær í ísinum veldst ivaleyst eisini um,
hvussu kalt tað er - og jú kaldari tað er, tess
betri.
Tú kanst gera tína íslampu
Ein vøkur íslampa kostar næstan einki. Hon er løtt og ómakaleys at gera, og møguleikarnir eru nógvir