Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 181 - 23. september 2004 Nr. 181 - 23. september 2004 9 Í sambandi við 85 ára haldið bjóðar Norð- oya Sparikassi nú við- skiftafólkum sínum eina uppsparings- konto við 3,5 % í rentu. Kontoin eitur 1´arin UPPSPARING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Fríggjadagin 24. september fyllir Norðoya Sparikassi 85 ár. Stovnurin hevur hátíðarhildið hetta við ymiskum tiltøkum gjøgnum árið. Til dømis listaframsýningin Fram í Ljósið og stóra morgun- matarborðið til Summar- festivalin í summar. Sein- asta skotið á stammuni er nú, at tey bjóða eina upp- sparingskonto við landsins hægstu innlánsrentu. Kontoin verður nevnd 1´arin og kemst tað av høgu rentuni. Til ber hjá fólki at stovna eina nýggja konto og seta upp til 85.000 krónur inn á hana í tíðarskeiðinum frá 24. september til 24. oktob- er. Síðani ber ikki til at seta meira inn á hana á hesum sinni. Fólk kunnu spara upp til tað, sum tey hava hug til við 1´aranum. Høga rentan er tryggjað av stovninum at vera tann sama í heilt ár, og verður støðið endurskoðað einaferð um árið. Tað vil siga fyrstu ferð 24. sep- tember komandi ár. Eitt annað, sum ser- merkir hesa kontoina, er, at hon onga uppsagnartíð hevur. Tað vil siga, at ein – nær tað skal vera – kann taka út av kontoini uttan at hetta verður tikið burtur av aftur høgu rentuni. Navnið á kontoini kemur av, at 1´arin hevur hægstu innlánsrentuna í landinum, at hon er opin fyri innskoti eina ferð um vikuna, at rentan er tryggjað eitt ár í senn og at hon verður endurskoðað einaferð um árið við áhaldandi høgum rentusatsi, sigur Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassa við Vikublaðið. Peningastovnurin hevur gjørt ein faldara í sambandi við 1´aran, og var hesin borin út saman við Viku- blaðnum hesa vikuna. Fleiri stilla uppaftur Nú kommunu- valið nærkast í hvørjum hava flestu sitandi býráðslimir í Klaksvík gjørt av, um tey ætla at stilla uppaftur ella ikki KOMMUNUVAL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Sosialurin hevur fingið fatur á nøkrum av sitandi bý- ráðslimunum, og tað letur til, at flestu teirra fara at stilla uppaftur. Formaðurin í tekn- isku nevnd, Karl Heri Joensen, hevur gjørt av at stilla uppaftur, og tað hevur formaðurin í mentunarnevndini, Jórun Høgnesen eisini. – Eg havi okkurt hjartamál eftir enn, so eg havi gjørt av at stilla uppaftur, sigur hon. Tað sama sigur for- maðurin í Havna- nevndini, Rani Nol- søe. – Tá man hevur sitið eina setu og hevur brúkt tíð upp á at seta seg inn í viðurskifti og at arbeiða fyri ávísum málum, er tað ringt at leypa frá nú. Tí fram- vegis vanta nakrir brikk-ar í puslispælin- um, sigur Rani. Borgarstjórin Stein- bjørn Jacobsen hevur boðað frá, at hann stillar uppaftur, meðan tað er óvist um, Betta á Dalinum og Hilmar Danielsen fara at stilla uppaftur. Tað eydnað- ist ikki at fáa fatur á teimum, men sum skilst hava tey ikki ætlanir um tað. Jógvan við Keldu fer ikki at stilla uppaftur, orsakað av sínum ver- andi starvi sum lands- stýrismaður, men har- afturímóti hevur Jákup Mikkelsen, løgtings- maður hjá Fólkaflokk- inum boðað frá, at hann fer at stilla upp til kommunuvalið í Klaksvík. Tað bar heldur ikki til at fáa fatur á honum, tí hann er staddur uttanlands. Eitt nýtt føroyskt forrit hevur fingið rættiliga stóran áhuga í Danmark. Forritið kann nýtast til bæði teldu og sms tænast- ur, og má sigast at vera rættiliga slóð- brótandi. Tað hevur verið á danska marknaðinum í tríggjar vikur, og áhugin er stórur FORRIT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Eitt føroyskt forrit er í ferð við at fáa fótafesti á danska marknaðinum. Talan er um eitt forrit, sum kann nýtast til teldu og sms-tænastur. Forritið, eitur ISUUS og í stuttum kann sigast, at tað gevur fyritøkum møguleika til at ogna sær teirra egna terminal, í staðin fyri til dømis tann hjá Føroya Tele, sum vit kenna best frá 1441 nummarinum. ISUUS, sum kom á før- oyska marknaðin í juni, hevur verið á danska mark- naðinum í tríggjar vikur. Á royndarstøði. Longu nú hava fleiri virki tikið tað til sín. Til dømis Super Brug- sen og Enska sendistovan. Ein avtala er somuleiðis gjørd við Radio Læsø til kappingar og annað. Eisini var ISUUS herfyri við á størstu vinnumessuni í Danmark, sum var í Hern- ing, við góðum úrslitum. Hetta má sigast at vera eitt stórt og týdningarmikið stig fyri føroyska KT vinnu, og stjórin á Pf Dynamic Paper, sum hevur ment forritið, Regin W. Dalsgaard, heldur so av- gjørt, at marknaðurin er búgvin til hetta slóðbrót- andi stigið. – Øll hava telefon í dag, og á hendan hátt ber til at fáa eina fráboðan út til fólk umvegis teirra fartelefon, sigur hann. Kunningartænasta Hetta forritið kunnu fyri- tøkur ella feløg nýta til at kunna teirra viðskiftafólk ella vitjunarskara um kom- andi tiltøk, tilboð ella hvat tað nú skal verða. Sum dømi kann nevnast Føroyahúsið í Keypmanna- havn. Tey nýta hetta for- ritið, og í næstum fer at bera til hjá fólki at senda eini sms-boð til terminalin og skriva tiltak í. So fáa tey eini svarboð, hvar tað stendur, nær tað næsta til- takið verður og so fram- vegis. Eisini fer at bera til at nýta hetta í sambandi við húsakeyp. Ímynda tær, at tú ætlar at keypa eini hús í gjøgnum eina fyritøku. Tú hevur fingið gott eyga á einum húsum, sum tú veru- liga vilt hava. Tú bjóðar upp á húsini í einum sms- boðum og fært javnan dag- føringar um seinasta boðið. ISUUS umfatar sum sagt teldu og sms-tænastur og júst vorðið innbygt í BeJour journalskipanina hjá Scandiplan Technology A/S, ið verður seld um alt Skandinavia. Fleiri onnur donsk software virki hava eisini víst áhuga í, at inn- byggja ISUUS inn í teirra skipanir. Dynamic Paper hevur millum annað gjørt blað- skipanin sum eitt nú sosialurin.fo og nordlysid.fo brúka. Føroyskt forrit ger innrás í Danmark Landsins hægstu innlánsrentu Forritið ISUUS hjá Dynamic Paper er í ferð við at gera innrás í Danmark. Áhugin er stórur, og tað fegnast stjórin, Regin W. Dalsgaard sum vera man um Faldarin, sum Norðoya Sparikassi gevur út í sambandi við nýggju kontoina, 1´arin, varð borin út í hesu vikuni. Frá fríggjadegnum og ein mánað fram ber til at seta upp til 85.000 krónur inn á 1´arin Fyri- lestur um gikt Giktafelag Føroya skipar komandi leygaredag fyri fyrilestri í Norður- landahúsinum FYRILESTUR Tíðindaskriv Leygardagin 25 septem- bur kl 15.00, skipar Giktafelag Føroya fyri fyrilestri í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Fyrilestrahaldararnir verða úr Ìslandi. Tað eru tær báðar Svala Bjørg- vinsdóttur og Tóra Arnadóttur sum koma at luttaka á hesum fundin- um, tær tosa báðar skandinaviskt. Tóra Arnadóttur er sjúkrarøktarfrøðingur, og starvast á medisinsku giktadeildini á landspít- alinum í Reykjavík. Hon fer at fyrilesa um nýmótans giktaviðgerð, og hvørji krøv verða sett til viðgerð í dag. Ný- mótans sjúklingurin er meiri vitandi og vil tí hava tey bestu tilboðini. Heitið á hennara fyri- lestri er: Fólk sum hava gikt hava krav uppá nøktandi viðgerð. Svala Bjørgvinsdóttur er sosialráðgevi , men hon er eisini giktsjúk. Hon arbeiðir hjá Gigtarfelag Ìslands, og er ein væl- umtókur fyrilestrahald- ari. Hon fer at greiða frá tí at hava gikt og hvørji sálarlig og sosial árin ein kronisk sjúka kann hava á fólk. Ì sínum fyrilestri leggur hon áherðslu á tað sálarliga, sum vit møguliga ikki tosa so nógv um, so sum stress og sorg av at hava fingið eina kroniska sjúku. Um kvøldið er møgu- leiki hjá limum í felagn- um at møtast í MBF húsinum til ein bita og tilmelding fer fram á tlf 310237 hósdagin mill- um kl 13.00 og 16.00. Skelkurin kom aftaná Ein gerandisdag síðsta vetur skrivaðu parkeringsvørðarnir í Havn eina bót til ein bil, sum stóð ólóglig- ani parkeraður í mið- býnum. Hetta fekk sinnið í kók hjá eigar- anum, sum seinni hótti parkeringsvørð- arnar við byrsu HÓTTANIR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tann 1. september var tað júst eitt ár síðani, at tey bæði, Ann-Mari Jensen og Thordur Thorsteinsson, byrjaði sum parkerings- vørðar í høvuðsstaðnum. Hetta hevur verið eitt ár við nógvum góðum uppliv- ingum, men eisini einari stak óhugnaligari hending, siga tey bæði, hendan dagin vit hitta tey á politistøðini í Havn, har tey halda til. – Eg kann skjóta til eina og hvørja tíð Tilburðurin, sum tey bæði sipa til, fór fram seinasta vetur. Báðir parkerings- vørðarnir vóru staddir í miðbýnum í Havn. Annar teirra skrivaði eina bót til ein bil, sum stóð ólógligani parkeraður í M. Heinason- argøtu. Eigarin av bilinum, ið búði nærheindis, sá hetta og kom út. Hann skeldaði parkeringsvørðin út og hótti við bæði einum og øðrum. Maðurin fór síðani avstað við bilinum, men løtu seinni koyrdi hann framvið Thordi. Við Thord segði maðurin seg hava byrsu, og hann legði afturat: – Eg kann skjóta til eina og hvørja tíð. Tá ið maðurin segði hetta, tók hann ein lut av baksetrinum, ið at síggja til var meinlíkur eini byrsu, uttan at Thordur tó kann siga hetta við vissu. Ann-Mari hevði tó sæð mannin fara frá húsum stutt frammanundan, og tá hevði maðurin eitt avlangt hylstur í hondini, og hon er sann- førd um, at tað var ein byrsa, sum maðurin hevði við sær. Tá ið tey høvdu meldað tilburðin til løg- regluna, var húsarannsókn gjørd heima hjá manninum, og har legði løgreglan eis- ini hald á eina byrsu. Skelkurin kom aftaná Tey bæði greiða frá, at mað- urin var púra sansaleysur, tá ið hann hevði fingið bótina, og at hann lá og koyrdi sum eitt svakt har um leiðir, sum tey bæði, Ann-Mari og Thordur, vóru stødd. – So- leiðis sum hann koyrdi ta løtuna, kundi tað lættliga staðist álvarsligur fólkask- aði av, sigur Thordur. Beint tá ið maðurin hevði hótt tey bæði, vóru Ann- Mari og Thordur einki serliga ávirkaði av hesum, men tey siga bæði tvey, at skelkurin kom ikki fyrr enn aftaná. – Eg haldi, at tað serliga var um kvøldið, tá ið man var komin til hús, og tankarnir fóru at mala í høvdinum, at skelkurin av álvara gjørdi vart við seg, sigur Ann-Mari. Hóast skelkandi tilburðin fóru bæði Ann-Mari og Thordur aftur til verka bein- anvegin. – Vit fingu ótrúliga góða hjálp og upp-bakning frá fólkinum á politistøðini. Her eru fleiri, ið hava upp- livað líknandi hendingar, og tí vóru góð at tosa við. Harumframt kundu vit tosa við sálarfrøðing, sum er knýttur at løgregluni,um vit høvdu tørv á tí, greiðir Ann- Mari frá. Hava tosað við mannin Í einari roynd at fáa skelkin burtur, syrgdi løgreglan eis- ini fyri, at teir báðir park- eringsvørðarnir einar tvær vikur eftir tilburðin hittu mannin á politistøðini, har tey í felag tosaðu um tað, ið var farið fram. – Maðurin segði seg harmast tað, ið var hent, og tað er heilt víst, at tað hevur hjálpt, sigur Thordur. – Tað tykist sum um, at vit bara vóru á skeiv- um stað í skeivu løtu, so- leiðis sum maðurin greiddi frá, sigur hann. Hóast partarnir í málinum hava tosað saman, sleppur maðurin tó ikki undan at verða ákærdur fyri at hava hótt tænastufólk. Leiðarin á kriminaldeildini hjá løg- regluni, Bergleif Brimvík, upplýsir, at løgreglan hevur skrivað málið, og at tað nú er farið til ákæruvaldið, sum skal skriva ákærurit. Síðani heitir ákærin á Føroya Rætt um at áseta rættarfund, sigur hann. Fólk eru fryntlig Annars halda tey bæði, at fólk sum heild eru sera fryntlig. Tey siga seg bert hava havt ta einu keðiligu upplivingina, sum greitt er frá omanfyri. Áðrenn tey bæði byrjaðu í starvi, hevði ongin parkeringsvørður verið í Havn í eina tíð, og hetta merktist eisini. – Nógv, sum arbeiða í mið- býnum settu bara bilin eftir vild, tí eingin parkerings- vørður var, og tí var trupult hjá øðrum at finna sær parkeringspláss í býnum, greiðir Thordur frá. Tá ið so tey vóru byrjaði sum park- eringsvørðar, gjørdist bein- an vegin rúmligari í mið- býnum, og tað vóru fólk fegin um. At tey eisini hava havt fleiri skemtiligar uppliving- ar, skerst heldur ikki burtur. Thordur minnist serliga aftur á eina hending, tá ið hann hevði givið einari konu bót. Konan kom til hansara og spurdi, um hann ikki kundi taka bótina aftur. Orsøkin var tann, at hon og maðurin høvdu veddað um, hvør fyrst fór at fáa parkeringsbót, Tann, ið fekk fyrstu bótina, skuldi vaska upp í eina viku, og nú hevði konan so fingið bót, og hon vildi fegin sleppa undan uppvaskinum. Tørvur á fleiri parkeringsvørðum Spurd um tað er nóg mikið við tveimum parkerings- vørðum í Havnini, siga tey bæði, at tað er tað als ikki. – Vit skulu røkja alla kommununa, og fyri at røkka tí málinum er neyð- ugt við fýra parkerings- vørðum, halda tey bæði. Í gerandisdegnum skriva tey bæði einar 40 bøtur í miðal, og tað røkkur væl og virðiliga til at dekka tær útreiðslur, ið eru av at hava parkeringsvørðar. Parkeringsvørðarnir báðir, Ann-Mari Jensen og Thordur Thorsteinsson, fingu ein ordiligan skelk, tá ið tey seinastu vetur vóru hótt við byrsu av einum manni, sum hevði fingið bót. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8