Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 41

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 47 • 21. NOVEMBER 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tveir serstakir jóla­túrar við góðum mati og undirhaldi Báðar leygardagarnar - ávkavist á familjutúrinum og túrinum fyri ung - liggur Norrøna í Hirtshals frá morgni til myrkurs, soleiðis at tíð verður til jólakeyp í Hjørring og Aalborg Vilmund Jacobsen N orrøna ger seinnapartin í november og fyrst í desember tveir serstakar túrar til Danmarkar. Hetta eru sonevndir jólatúrar - hin fyrri fyri familjur og hin seinni fyri ung. Hin fyrri túrurin byrjar 24. november og varar til 28. november, og hin seinni byrjar 1. desember og varar til 5. desember. Á ferðini úr Føroyum til Hirtshals - og eisini á heimferðini aftur - verður gott undirhald og góður matur umborð á Norrønu, og í handlinum umborð verða eisini fleiri sertilboð. Hin fyrri túrurin - familjutúrurin - er ætlaður familjum, pørum, vinarpørum ella øðrum ferðandi, ið eru um 30 ára aldur og eldri. Hin seinni túrurin - túrurin fyri ung - er ætlaður yngri fólki, 18 ár og eldri. Sertilboð umborð Á Smyril Line siga tey, at Norrøna hesar báðar leygardagarnar liggur í Hirtshals frá morgni til myrkurs. - Úr Hirtshals koyra vit við bussi beinleiðis til Aalborg, har møguleiki eitt nú er at vitja Aalborg Shoppingcenter, Friis Shoppingcenter og Ikea. Men, tað verður ikki bara í landi, at høvi verður hjá ferðandi á hesum báðum jólatúrum at keypa. - Umframt góðu tilboðini, sum Tax Free handilin umborð hevur, verða eisini fleiri sertilboð á júst hesum túrum. Lagt verður upp til tveir spennandi túrar við undirhaldi, serligum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum. Aalborg og Hjørring Aalborg er fjórðstørsti býur í Danmark og hevur mangt og hvat at bjóða. At kalla allir handlar og handilsmiðstøðir hava opið hesar leygardagar, tá Norrøna liggur í Hirtshals. Í Aalborg liggur væl fyri at keypa, tí her er eitt nú IKEA, Aalborg Storcenter, Bilka, Friis Shoppingcenter og kenda, Jomfru Ane Gade. Tað tekur bert 15 minuttir at koyra úr Hirtshals til Hjørring, sum eisini er ein livandi og hugnaligur handilsbýur. Í Hjørring fer ein gongugøta tvørtur um allan miðbýin, og her eru bæði matstovur, handlar og hugnaligt cafélív. Kenda keypssentrið - Metropol - liggur í gongugøtuni, og her eru kendir handlar sum eitt nú H&M, FONA, Bahne og Skoringen. Et - og spar pening Slíkar jólatúrar vilja tey ferðandi umborð á Norrønu sjálvsagt eisini hava okkurt gott at eta, meðan siglt verður. Matur og undirhald er sjálvandi ein týdningarmikil partur av siglingini. - Við at bíleggja og tryggja tær jólamatin fyri fráferð sparir tú pening, og á okkara heimasíðu - www.smyrilline.fo - síggjast matartilboðini, sum vit hava á jólatúrunum. Her kunnu ferðandi bíleggja fýra ymisk tilboð, og í hvørjum einstaka tilboði er nógvur peningur at spara, tá bílagt verður fyri fráferð, siga tey á Smyril Line, sum nú eru í jólahýri og bjóða øllum ferðandi hjartaliga vælkomnum umborð. Slíkar jólatúrar vilja ferðandi sjálvsagt hava okkurt gott at eta, meðan siglt verður. Matur og undirhald er sjálvandi ein týdningarmikil partur av túrinum Familjutúrurin er ætlaður familjum, pørum, vinarpørum ella øðrum ferðandi, ið eru um 30 ára aldur og eldri. Ungdómstúrurin er ætlaður yngri fólki, 18 ár og eldri