mánadagur 21. november 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 47 • 21. NOVEMBER 2016
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
STANLEY / LITAVAL | VIÐ SVARTHEYGG 2 | NORÐSKÁLI | TEL. 422 270
Jól hjá
Stanley
Byggið eina jólakrubbu
Hvør dugir at gera vakrastu jólakrubbuna?
Tað kunnu skúlaflokkar ella stovur í dagstovni kappast um
Vilmund Jacobsen
Í
katólskum londum er ikki vanligt at hava
eitt jólatræ. Í staðin hava tey eina lítla
krubbu í stovuni, ið er pyntað við dukkum,
sum ímynda djórini og menniskjuni, sum vóru í
fjósinum, tá Jesus varð føddur.
Kirkjur í katólsku londunum verða eisini
pyntaðar við vøkrum krubbum, og ofta verður
ein stór krubba bygd á torginum í miðbýnum,
soleiðis at øll kunnu síggja hana.
Her í Føroyum tendra vit jólatræið, meðan
tey í katólskum londum kanska tendra
krubbuna, tá tíðin nærkast jólum.
Byggið eina krubbu
Skúlaflokkar ella dagstovnar kunnu gera eina
slíka jólakrubbu.
Fjósið, fólkini og djórini kunnu gerast úr
pappi, og hetta kann pyntast við ymiskum.
Síðan kunnu dukkurnar brúkast til at lýsa
jólaevangeliið, tá tað verður lisið í flokkinum
ella stovuni.
Er talan um fleiri flokkar ella stovur, sum
hava hug at byggja eina jólakrubbu, kunnu
flokkar/ stovur kappast um, hvør ger vakrastu
krubbuna.
Møguleikarnir eru nógvir - og til ber eisini at
samstarva og gera eina vakra krubbu saman.
Her í Føroyum tendra vit jólatræið,
meðan tey í katólskum londum tendra
krubbuna, tá tíðin nærkast jólum