Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 181 - 23. september 2004 Nr. 181 - 23. september 2004 11 Tað tykist sum um tað kemur óvart á fakfeløgini á al- menna arbeiðsmarknaðinum, at almennu Føroyar standa fyri niðurskurði. Men hevur hetta ikki ligið í kortunum, síðani blokkurin var skorin við 366 milliónum um árið, í einum ári við methøgum skattainntøkum? Í politiska kjakinum hevur í nógv ár verið sagt, at blokk- urin gav "kunstiga vælferð". Um hugt verður at føroysku bruttotjóðarúrtøkuni uttan blokkstuðul og avleiddu inntøkurnar harifrá, so er føroyska bruttotjóðarúrtøkan nógv minni enn hjá td. Danmark og Svøríki. Hóast hetta, so hava vit seinastu árini havt ein almennan sektor við einum almennum tænastustøði, ið næstan er komið upp á hædd við hini norðurlondini. Ein orsøk hevur verið til hetta, nevniliga blokkstuðulin. Hjá teimum flokkum, ið ikki hava arbeitt fyri at avskaffa blokkstuðulin, hevur tað verið heilt nattúrligt, at hesin stuðul fór til at tryggja eitt alment tænastustøði, ið sømir seg einum norðurlandi. Tann "kunstiga vælferðin", ið tosað hevur verið um, hevur ma. verið ein størri almennur tænastusektorur, enn føroyingar annars høvdu havt ráð til uttan blokk. Hugtakið "kunstig vælferð" hevur oyðilagt nógv fyri føroyingar, tí vælferð er ikki kunstig hjá tí, ið móttekur hesa vælferð, líka so lítið, sum tey almennu størvini, ið nú verða niðurløgd, eru kunstig, hjá teimum løntakarnum, tað gongur útyvir. Nú standa vit við einum minkaðum blokki og mugu laga okkum til hetta. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er somikið nógv minn enn tann danska og svenska, at tað er løgið, tá starvsfólk í miðfyrisitingini uttan atlit til nýggja búskapar- liga veruleikan, samanbera føroysku umsitingina við ta donsku ella svensku. Hetta er ikki so, tí at núverandi sam- gonga hevur ynskt tað so, men tí at undanfarna samgonga hóast ávaringar frá andstøðu og øðrum, í einum høggi skar blokkin við hesari einu milliónini um dagin. Løgið nokk tóktist eingin í almennu umsitingini at kveklast við tá, hóast tað reint búskaparliga ikki var ringt at síggja, hvat kom at henda í føroyska búskapinum. Mátin fólk og fakfeløg hava reagerað upp á, váttar bert, at tá tað kemur til avleiðingar av politikkinum hjá undan- farnu samgongu, so er eingin villigur til at ofra egnu væl- ferð fyri ein blokkniðurskurð. Hetta átti heldur ikki at verið so, um kunnað varð ordiliga um avleiðingarnar frammanundan, men hetta var ikki gjørt, og nú situr hendan samgongan við tungu avgerðunum. Hvørjar avleiðingarnar vera reint tænastuliga eigur ikki bert at verða upp til eitt nú BLF at avgera, men hetta verður fyrst og fremst ein avbjóðing til tey, ið leiða og fordeila arbeiðið. Vit mugu hava álit á, at hesi fólk duga at gera tær justeringar og t.d. desentraliseringar til stovnar longri niðri í skipanini, ið skulu til fyri, at borgarin merkir sum minst. Eisini eru eksternar tænastur nakað, ið ikki kann sleppast undan, og tað er ein grov undirmeting av politikarum at indikera, at hesar tænastur eru óneyðugar ella beinleiðis vánaligar. Tað vilja altíð verða einstøk mál, har ekspertisan úti í samfelagnum er størri, enn í miðfyri- sitingini, óansæð stødd av hesi miðfyrisiting. DAGSINS MEINING Sosialurin Blokkurin og "kunstiga vælferðin" VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Elin Lindenskov býráðslimur Javnaðar- floksins í Tórshavnar býráð www.lindenskov.com Tað er av alstórum týdn- ingi, at Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy savnar allar góðar kreftir, sum vilja stilla ein sterkan javnaðar- lista upp - og sum í felag vilja virka fyri at fremja tann góða politikkin í verki. At tað er trupult at fáa fólk at stilla upp hevur ver- ið eyðsýnt seinastu tíðina - eins og trupult er at fáa kvinnur valdar. Ætlanirnar um ein kvinnulista, sum kortini ikki varð til nakað, er eitt varskó til allar flokk- ar um at sleppa kvinnunum framat. Tað merkir ikki, at tað nú skulu stillast eins nógvar kvinnur upp, sum menn. Heldur eiga kvinnur at verða settar á listan, sum hava vilja, hava áræði og ikki minst hava stuðul at verða valdar. Suðurstreymoyar Javnað- arfelag hevur uppstillingar- fund í kvøld - mikukvøld, og tá verður listin gjørdur liðugur. Taka vit úrslitið frá seinasta býráðsvali sum grundarlag, so kann Javn- aðarflokkurin fáa eitt um- boð valt afturat, um vit megna at vinna einar 3-400 atkvøður afturat, og um valúrslitið fellir til okkara fyrimun. Tí skal mín vón verða, at vit fáa ein sterkan lista við góðum kvinnum og monn- um, sum vilja samstarv og sum vilja virka fyri somu stevnu. Neyðugt við sterkum javnaðarlista Jógvan í Løðuni Taka vit bóklingin hjá Toll og skatt 2003 og blaða upp á síðu 27, síggja vit, at kommunuskattaprosentini liggja úr 22,5 og niður í 13. Ein sokallað miðalstór kommuna, Eiðis kommuna, stendur har við 16,75% og kr. 3.500 í barnafrádrátti. Aðrar kommunur í nøku- lunda somu stødd standa við 22,5% og kr. 2.500 í barnafrádrátti. T.v.s. 5,75% hægri skattaprosent og verri barnafrádrátt. Siga vit nú, at maður og kona arbeiða og hava kr. 150.000 í inntøku hvør, ella tilsamans 300.000 kr. til húsarhaldið um árið og seta hetta inn í útrokningar- talvuna í nevnda bóklingi og við 3 børnum, so kemur hesin munurin til sjóndar: Húsarhaldið í Eiðis kommunu hevur í reinum krónum 17.836,- meira eftir um árið, enn hjún, har kommunuskattaprosentið er 22,5. Fara vit so til tey størvini við kr. 250.000 um árið, so verður munurin 29.336 kr. – eisini í reinum krónum. Hevði nakar sagt nei takk til at fingið húsa- lánið lækkað? Við oman fyri nevnda muni kundi húsalánið t.d. eftir 8 árum verið lækkað við ávikavist kr. 142.688,- og kr. 234.688,-. Kommunuskattaprosenti ð er als ikki so meinaleyst, tá fólk á sama arbeiðsplássi og við somu løn kortini kunnu hava so stóran mun í enda úrtøkuni. Undirmetið ikki kommunuskattin Villads Bøgesvang Eiði Neyðugt er at hava prin- sippir og rætningslinjur fyri hvønn veg ein ynskir at fara, og fyri hvønn politikk ein ynskir at føra - eisini viðvíkjandi útlendingum. Vit eru mong, sum halda at Jógvan við Keldu er ein rættsinnaður maður við góðum og føstum prinsipp- um. At Jógvan við Keldu meinar at arbeiðspláss í Føroyum er fyri føroyingar og norðurlendingar er væl- saktans náttúrligt. Føroy- ingar hava altíð verið gesta- blíðir og hava altíð bjóðað fremmandum vælkomnum - ikki minst um vit kundu frætta nakað ella læra nakað frá teimum. Í ítrótti vilja vit eisini fegin vera millum tey bestu. Fyri at hetta skal bera til, hava vit bjóðað útlendingum higar - bæði fyri at hjálpa okkum og fyri at geva okkum íblástur. Sum ískoyti til ítróttarløn- ina fingu hesi lyfti um ar- beiði. Nógv av teimum, sum eru komin higar, eru fallin væl til, og summi hava enntá lært seg tað føroyska málið. Tey hava haft álit á, at eitt orð er eitt orð, og at her kundu tey verða. Frá polittiskari síðu ber til at broyta politikk og av- gera, at nýggjar reglur skulu galda í frammtíðini. Við tí virðing eg havi fyri Jógvani við Keldu, havi eg ilt við at trúgva at hann við nýggjum viðtøkum - við afturvirkandi kraft - kann bera at hetta førir við sær familjuvanlukkur. Eg eri væl vitandi um, at lóggávan hesum viðvíkj- andi er donsk, men eg trúgvi ikki, at danska út- lendingastýrið gongur ímóti ynskjum frá føroysk- ari síðu. Um nakar tí hevur fingið ta fatan, at hetta er politikkurin hjá Jógvani við Keldu, so eru vit óivað mong sum halda at lands- stýrismaðurin er blivin mis- skiltur. Tað hevði tí verið deiligt, um Jógvan við Keldu hevði viljað gjørt okkum øllum greitt, hvørjum hann stend- ur fyri, soleiðis at einki er at misskilja. Er Jógvan við Keldu blivin misskiltur? Marjus Dam Brotini hava skolað yvir Sandavág – vakrastu bygd í fleiri ár. Sjóvinnubankin var har. Føroya Banki var har Sparikassin var har. Teir eru ikki har longur. Fólk spyrja nú um einasta almenna tænasta á stað- num, Posthúsið, eisini skal rænast og læsast? Samfelagið broytist, á so mangan hátt. Tað verður sagt, at neyð- ugt er við rationalisering- um. Í fleiri førum merkir tað bert, tá ein er á bygd, at vælfungerandi arbeiðs- pláss, ið hava verið bílig á allan hátt, verða løgd niður, til stóran skaða fyri tænast- una lokalt. Fólk, ið hava verið trúgv í sínum arbeiði í ein mansaldur ella so, fáa ein brævbjálva við eini uppsøgn, ella kunnu siga upp sjálvi, fyri ikki at verða uppsøgd. Ístaðin fyri, at meiri ar- beiði verður latið til hesi arbeiðspláss at gera, verður ofta arbeiði tikið frá teim- um, so at grundarlagið verður máað undan. At enda verður lykilin snar- aður um – tí at ov lítið er at gera. Í samgonguskjalinum verður nevnd, at útjaðara- økispolitikkur skal fremj- ast. Tað er í andsøgn við hesa ætlan, um einasta eftirver- andi tænasta verður niður- løgd í Sandavági. Hví ikki menna hetta Posthús, so tað kann fremja tænasturnar hjá Sparikassa, Føroya Banka lokalt? Tað ber til – um viljin er til tað. Eg taki ikki undir við, at leggja arbeiðspláss niður í útjaðaranum, fyri at síggja stórar glas, marmor og grótborgir rísa upp annað stað. Hetta er ikki rationali- sering og effektivisering, men centralisering og ræn- ing av arbeiðsplássum frá útjaðaranum. Eg mótmæli harðliga, at møguligar ætlanir eru um at niðurleggja Posthúsið í Sandavági. Gevið tí heldur fleiri uppgávur, so grundarlagið gerst betri og sterkari. T.d kundi søla av kubbum o.l. til Vágatunnilin verið flutt til posthúsið í Sandavági. Tað kundi møguliga verið ein skilagóð rationalisering og effektivisering fyri fleiri partar, umframt, at tað hevði verið rímiligt, at umsitingin av Vágatunlin- um lá í Sandavági. Eg góðtaki ikki, at Post- húsið verður niðurlagt. VIÐMERKINGAR Posthúsið í Sandavági – og effektiviseringar Fritleif Henriksen Leiðari í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla Ein frágreiðing um ringu støðuna hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla Stutt kann fíggingin av kvøldskúlunum lýsast soleiðis: Læraralønirnar verða goldnar soleiðis Kommunan Landið Vanlig kvøldskúlaundirvísing, sum ber heitið almenn frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi fyri børn og ung 50 % 50 % Serundirvísing, sum í stóran mun fevnir um menningartarnað og heilsubrekað 0 % 100% Próvtøkulærugreinir, sum bera heitið royndarfyrireikandi undirvísing 0 % 100 % Tíðarskeiðið august — desember 2004 hava borgarar í Tórshavnar Kommunu hesi ynski-rokna út í krónum- til undirvísingartilboð í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla: aug-des 04 aug-des 04 Tórshavnar Kommuna/ landið átti Tórsh. kvøld-og Ungdómssk. rinda tøkur peningur Vanlig kvølskúlatilboð og frítíðaravirksemi 700.000 kr 700.000 kr Serundirvísing til menningartarnað 0 kr 416.000 kr Serundirvísing til heilsubrekað 0 kr 44.000 kr Onnur serundirvísing 0 kr 31.000 kr Samantalt fyri aug-des 2004 700.00 kr 1.191.000 kr Studningsjáttanin frá landinum aug- des 2004 til Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla er 642.000 kr Tíverri – ikki bara Verkstaðið Vón Her er sjón fyri søgn, studningurin frá landin- um røkkur ikki so frægt sum til vanligu kvøld- undirvísingina. Sum kvøldskúlaleiðari fái eg í besta føri bjarga einum brotparti av til- boðunum til menningar- tarnað og heilsubrekað, um eg fái skipað tey sum frítíðarvirksemi. Hava vit ráð til próv- tøkulærugreinir í kvøld- skúlanum? - Tórshavnar Kvøld- og Ungdóms- skúli hevur ikki. Hava vit ráð til serund- irvísing í kvøldskúlan- um? — Tórshavnar Kvøld- og Ungdóms- skúli hevur ikki. Hava Føroyar ráð til kvøldskúlaundirvísing? - Henda spurning eigur Føroya Løgting at seta sær og svara uppá. Er svarið nei, so eigur Før- oya Løgting at hava dirvi til at taka av og seta úr gildi Løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. Nevndin í Føroya Lærarafelag v/ Jóhannes Eli Iversen Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um frítíðar- skúlan í Trongisvági. Tí- verri ikki fyri tað góða. Í Dagstovnalógini stend- ur m.a. í § 8 »Til tess at røkja dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dag- røktarskipanina við náms- frøðiligari útbúgving«. Í § 8 stk. 2 stendur: »Í ser- ligum førum kann kommun- an í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava náms- frøðiliga útbúgving. Tað er ógvuliga áhuga- vert at geva sær far um, at dagstovnalógin nevnir ikki við einum orði frítíðarskúl- ar. Talan er eisini um tíðar- avmarkað starv, ið sostatt átti at stillað kommuna frítt. Føroya Lærarafelag virð- ir, at annað fakfelag hevur dagstovnaøkið undir sær, og Føroya Lærarafelag hevur ongar ætlanir at troka sær veg fram at nýggjum øki. Men eingin skal vera í iva um, at námsfrøðiliga eru lærarar førir fyri at leiða frítíðarskúla og geva børnunum kvalifiserað til- boð, bæði hvat viðvíkur uppaling og umsorg, men ikki minni hvat viðvíkur menning bæði fakliga og sosialt. Alt hetta eru kend krøv úr fólkaskúlalógini. Ein av limum Føroya Lærarafelags hevur nýtt sín rætt at søkja eitt alment lýst starv, og hevur enntá fingið starvið. Henda setan hevur síðan verið endavend fleiri ferðir, tí tað er komið fram, at annar skikkaður umsøkjari var til starvið. Føroya Lærarafelag átal- ar harðliga, at landsstýris- maðurin á økinum so jánkasliga hevur handfarið hetta málið. Ein einistøk starvsetan og dagstovna- lógin øll eru ikki mál, ið eiga at verða tengd saman. Hetta hevur sett lim okkara í eina ógvuliga trupla og tyngjandi støðu, og tað átalar felagið harðliga. Ein og hvør eigur at kunna kenna seg tryggan at søkja, hvat starv tað skal vera, og ikki verða við- gjørdur alment og lagdur undir bæði eitt og annað. Tann, ið søkir og fær starv- ið, kann undir ongum um- støðum verða lastaður fyri sín áhuga. Hesum eigur landsstýrismaðurin at kunna veita trygd fyri, men á dagstovnaøkinum er tann trygdin eftir øllum at døma ikki. Dagstovnalógin má akkurát sum fólkaskúlalóg- in av og á verða endur- skoðað og broytt. Tað eigur undir ongum umstøðum at verða gjørt til ein part í einum máli um starvssetan. Úrslitið er, at umsøkjar- arnir verða gíslar og brúktir til at fremja broytingina. Føroya Lærarafelag krev- ur virðiliga loysn í hesum málinum, at setanin verður staðfest endaliga, og at landsstýrismaðurin fremur lovaðu broytingarnar í lógini børnunum at frama. Frítíðarskúlin í Trongisvági Nakrar viðmerkingar frá nevndini í Føroya Lærarafelag C M Y K 11 10