mánadagur 21. november 2016síða 51
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 47 • 21. NOVEMBER 2016
28
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
B
ilurin hesa vikuna er ein Rambler
Classic árgang 1966 hjá Frank
Petersen, sum koyrdi á bilstøðini
Auto í Havn.
Myndin er tikin í stórkava á veg til
Velbastaðar. Í baksýni sæst Koltur.
Myndin er av einum jólakorti, sum
kundi keypast í handlunum í mong ár.
Rambler Classic vórðu framleiddir
av American Motors frá 1961-1966,
tá teir vóru avloystir av Rambler
Rebel. Rambler vóru millum mest
nýttu hýruvognar her hjá okkum í 60-
unum.
Myndaeigari: Frank Petersen
BILASØGA
Rambler Classic hjá Frank Petersen
Børn fødd í 2016 fara helst
ongantíð at koyra bil sjálv
B
ørn, sum verða fødd í 2016,
koma helst ongantíð sjálvi at
koyra bil, segði Jens Nordest
gaard Andersen varastjóri hjá FTZ í
Danmark. Í sambandi við eina vitjan í
Føroyum hevði hann ein áhugaverdan
fyrilestur um bilin í framtíðini.
Í fyrilestrinum kom hann inn á sín
gerandisdag og nevndi t.d. tá hann
sjálvur skal til frisør og tá bilurin skal
á verkstað í mun til hvussu tað verður
í framtíðini. Í dag fari eg on-line og
bíleggi tíð hjá frisørinum – tað geri eg
sum oftast aftan á arbeiðstíð og við
kalendaranum liggjani framman fyri
mær. Eg havi tíð, tað er lætt gjørt og
uttan stress.
Tá bilurin skal á verkstað, ringi eg
millum kl. 7.30 og 16 ein gerandisdag,
meðan eg koyri bil. Verkstaðið og eg
finna eina tíð, men tað er sjáldan, at
tað passar við tann dagin eg best
kundi hugsað mær.
Gerandisdagurin í framtíðini
Longu í 2017 verður tað soleiðis,
at eg bóki online mína vitjan á
verkstaðnum, og tað sum har til hoyrir
sum t.d. leigubil – hetta geri beinleiðis
í sambandi við kalendaranum hjá
mekanikaranum.
Í 2020 verður tað soleiðis at
bilurin fortelur mær at nú skal hann til
service, og kemur sjálvur við uppskoti
um hvar og nær eg kann fáa tað gjørt.
Tá vit koma til 2025 koyri eg ikki
longur upp á diesel ella bensin. Eg eigi
nokk heldur ikki brúksrættin til bilin,
sum eg sjálvur koyri í. Helst verið eg
heintaður og koyrdur upp á pláss av
einum sjálvkoyrandi bili.
– Eg rokni við, at børnini sum verða
fødd í ár, koma helst ongantíð sjálvi at
koyra bil. Bilarnir verða sjálvkoyrandi,
sigur Jens Nordestgaard Andersen,
sum leggur dent á, at hetta er hansara
boð upp á nøkur av tingunum, sum
fara at henda í framtíðini.
Niels Jørgen Thomsen frá FTZ í Danmark, Vagnur Johannesen og Ragnar P. Joensen frá
FTZ Føroyum og Jens Nordestgaard Andersen varastjóri hjá FTZ í Danmark