hósdagur 23. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 181 - 23. september 2004
Nr. 181 - 23. september 2004
13
Heysttingið hjá Oljutinginum:
Framtíðar Føroyar fleirfalt so stórar
OLJUTING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var eitt stórt framstig,
tá Føroyar fingu avtalu
fyrst við norðmenn, síðani
við bretar og loksins við ís-
lendingar um landgrunns-
markið millum londini.
Týdningurin
av
einum
størri landgrunni og harvið
ognarrætt/nýtslurætt
til
størri undirgrund kom ser-
stakliga væl til sjóndar, tá
vit eftir drúgvar samráð-
ingar við bretar fingu eitt
miðlinjumark, sum í stóran
mun fylgir fiskimarkinum.
Tað setti gongd á olju-
leiting við Føroyar.
Nú er so eftir at finna
fram til, hvør eigur land-
grunnin, sum liggur uttan
fyri 200 fjórðingamarkið
og fyri okkara viðkomandi
bæði í ein útsynning úr
landi (á Hatton-Rockall øk-
inum) og í ein landnyrðing
úr landi (í Norðurhøvum).
Hetta er sum so eitt
gamalt mál, men lá mest-
sum í dvala, tá drúgvu og
týdningarmiklu samráðing-
arnar vóru fyrst við danir
um rættin til ráevnini í
undirgrundini og seinni við
bretar um sjálvt land-
grunnsmarkið
millum
Føroyar og Bretland.
Eftir at tað markið kom
uppá pláss hava føroyingar
saman við dønum skundað
undir arbeiðið at kunna
gera krøv okkara galdandi
til stóru økini fyri sunnan
og fyri norðan og í hesum
sambandi at finna fram
prógv fyri hesum krøvum.
Arbeiðið er nú álvara í
gongd og fyri at eingin
slingur skuldi vera í valsin-
um og fyri at fáa hetta so
týðandi arbeiði væl frá-
gingið og sett út í kortið frá
byrjan,
tóku
føroyskir
myndugleikar stig til at
brúka nógva og góða orku
til at fremja málið. Tí varð
m.a. avgjørt, at Martin
Heinesen, sum var leiðari á
Jarðfrøðissavninum, skuldi
takast burtur frá tí arbeiðin-
um í eina tíð og ístaðin
átaka sær hesa nýggju og
fyri Føroya land so týdn-
ingarmiklu uppgávu. Á
sama hátt er avgjørt at
brúka ein av frægu løgfrøð-
ingunum á Løgmansskriv-
stovuni til hesa uppgávu.
Nú er so arbeiðið so í
gongd og hetta hevur fingið
nevndini í "Oljutinginum"
at skipa koma Oljuting við
hesum eina evninum:
"Havrættarsáttmáli Sam-
eindu Tjóða og krav føroy-
inga um landgrunsrættindi
út um 200 fjórðingsmarkið"
Sigmundur Ísfeld á Løg-
mansskrivstovuni og Mart-
in Heinesen á Jarðfrøðis-
savninum fara at greiða frá
arbeiði teirra, ið kann vísa
seg at fáa stóran týdning
eisini fyri framtíðar olju-
leitingarmøguleikarnar
kring Føroyar. Heysttingið
verður mikukvøldið 29.
september 2004 kl. 19.00 á
Hotel Føroyum.
ST
Havrættarsáttmálin hjá ST
kom formliga í gildi í 1994.
Grein 76 í Havrættarsátt-
málanum gevur stranda-
londum rætt til landgrunn út
til 200 fjórðingsmarkið úr
landi ella longri, grundað á
eina
røð
av
treytum.
Strandalond fáa 10 ár, frá tí
tey hava staðfest Havrættar-
sáttmálan, til at gera møgu-
lig krøv galdandi at leggja
fyri sonevndu Landgruns-
nevndina hjá ST. Danmark
ætlar, saman við Føroyum
og Grønlandi, at staðfesta
Havrættarsáttmálan í ár.
Fyri Føroyar hevur løgmað-
ur tílíkar spurningar um
hendi, og Sigmundur Ísfeld,
ráðgevi á Løgmansskriv-
stovuni, hevur staðið fyri
føroysku fyrireikingunum
av staðfestingini av Hav-
rættarsáttmálanum.
Til at fyrireika møgulig
víðkaði landgrunskrøv er
ein felags ríkisverkætlan sett
í verk, har vísindaligar kann-
ingar verða gjørdar og krav-
próvførsla verður fyrireikað.
Jarðfrøðisavnið samskipar
arbeiðið Føroya vegna, og
Martin Heinesen, jarðfrøð-
ingur, stendur fyri føroyska
partinum av verkætlanini. Á
Oljutinginum mikukvøldið
29. september fara hann og
Sigmundur Ísfeld at greiða
frá teirra arbeiði, sum kann
vísa seg at fáa stóran týdning
eisini fyri framtíðar oljuleit-
ingarmøguleikarnar kring
Føroyar.
Samtakið ENSK spf (El-
Service, Normek, Sand-
blásing & KJ-Hyrdraulik)
stuðlar Heysttinginum, og
koma umboð at greiða frá
teirra framtíðar ætlanum
innan oljuvinnuna v.m.
At føroyingar hava gjørt vart við krøv okkara til landgrunnin
uttanfyri 200 fjóðingar sunnan fyri Føroyar er einki nýtt sum
so. Eitt nú hava vit gjørt altjóða oljuheimin varugan við hetta
á oljumessum í útlandinum sum á hesi ONS messuni í
stavanger fyri mongum árum síðani, tá Anfinnur Kallsberg og
Eyðun Elttør ráddu fyri borgum í Tinganesi. Her eru teir
saman við Kjartan Kristiansen, leiðara á Menningarstovuni
Mynd Jan Müller
Dagurin
23. september. Linus, deyður í árinum 79. Var fyrsti
eftirmaður Pæturs á pávastóli í Róm. Halgisøgur
siga, at hetta er tann Linus, sum nevndur er í 2. Tim.
4, 21, men tað vita teir ikki við vissu.
Dagurin er eisini heystjavndøgur.
KONSERT
tíðindaskriv
Fyri aðru ferð í heyst
skipar Art fyri konsert í
hølunum hjá Margarin-
fabrikkini.
Bólkarnir ið spæla eru
Lama Sea og onkikann-
diskuterast.altkann.Og
teir lova at rokka húsið so
tað stendur eftir.
Báðir bólkarnir eru
kendir fyri teirra heilt
egna stíl sum stevnir beint
inn í frammtíðina.
Lam Sea við einum
funkrokkutum stíli sum er
sín heilt egin,blandaður
við balladukendum tón-
um og onkikanndiskt-
erast.altkann,við sínum
pumpandi
rokki
sum
dregur Jimi Hendrix sam-
an við eitt sindur vinar-
ligari jazz og reggea.
Báðir bólkarnir arbeiða
við sínum egna originala
tilfari,sum vil eitt sindur
meira enn at undirhalda.
Teir vilja flyta okkurt,
m.a. lurtarana ætlanir um
hvat teir spæla.Teir gera
sum regul ikki akkurát tað
ein væntar.
Men teir rokka allíka-
væl.
So verið við til at stuðla
tann kanska einasta alter-
nativa rokkpallin í Havn
fríggjkvøldið kl 22,tá ið
skotið verður av fyri enn
einari feitari konsert í
hølunum hjá Margarin-
fabrikkini.
Onki tvætl um at"be
there or be square""Youll
better be there" um so er
at alt nú á døgum skal
sigast á enskum.
Lama Sea og
onkikanndisku-
terast.altkann.
Vísindaliga manningin á Jarðfrøðissavninum, ið er knýtt at Landgrunsverkætlanini.
Mynd: Jarðfrøðissavnið, Ársfrágreiðing
Lama Sea og onkikanndiskuterast.altkann hava konsert á
Margarinfabrikkini fríggjakvøldið
Fríggjadagin var
hátíðarhald í Hval-
víkar skúla í samband
við, at Jórun Egholm
hevði starvast sum
lærari har í 40 ár
STARVSDAGUR
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Nógv fólk, bæði stór og
smá, vóru komin saman í
Hvalvíkar skúla fríggjadag-
in at heiðra Jórun Egholm,
nú 40 ár eru liðin, síðani
hon byrjaði sum lærari har.
Jórun er fødd og upp-
vaksin á Eiði, men giftist til
Streymnesar. Tí var tað
heilt náttúrligt at søkja
starv við skúlan, sum hóast
hann er í Hvalvík, kortini er
so nær heimi hennara í
Streymnesi.
Jórun sigur, at hon bleiv
serstakliga væl móttikin í
skúlanum, og at hon hevur
trivist væl í arbeiðnum har.
Skúlagongdin
byrjaði
beinanvegin fyrsta skúla-
dag við fullari tímatalvu, og
tað var nokk so hart, minn-
ist hon. Fyrstu árini undir-
vísti hon í øllum lærugrein-
um. Tá varð undirvíst 36
tímar um vikuna, og viku-
skiftisfrí fingu tey ikki
fyrrenn um 15-tíðina leyg-
ardag.
Barnsburðafarloyvi var
heldur ikki sum í dag, og
við tveimum teimum fyrstu
børnunum fekk hon bara 6
vikur farloyvi. Hon fekk
tað tó at bera til við hjálp
frá manninum, sum heint-
aði hana við bili í døgurða-
steðginum. Men tað mátti
ganga skjótt fyri seg, og
Jórun mátti geva bróst,
samstundis sum hon royndi
at fáa ein bita niðurum
sjálv. Tá hon fekk sonin,
sum er yngstur, var barns-
burðafarloyvi longt til 12
vikur, og tað var tað reina
luksus, sigur hon.
Tað er stórur munur á
børnunum tá og í dag.
Børnini í dag eru opin og
tora betur at koma fram við
sínum meiningum. Tað
heldur Jórun er gott og
positivt, hóast tað fyri teim-
um eldru við hvørt sær út
til at kosta, tá tað kemur til
kurteisi.
Ofta minnast vit tað farna
fyri tað góða og hava hug at
síggja tað negativa í nýggju
tíðini. Men tað ræður bara
um at síggja tað góða og
møguleikarnar, vit hava í
dag. Eitt, ið avgjørt er betur
hjá børnunum í dag, er, at
tað er nógv lættari hjá teim-
um at læra mál. Tey hoyra
so mikið nógv til fremm-
andamál í loftmiðlunum, at
tað í dag er eitt spæl at læra
bæði danskt og enskt.
Jórun hevur stóran áhuga
fyri skúlabókasavninum, og
tað hevur hon ikki frá
fremmandum. Pápabeiggi
hennara var bókavørður á
Eiði, og lesihugin hevur
Jórun havt góðan frá barni
av. Til stuttleika kunnu vit
nevna, at áhugin fyri bók-
um steðgar ikki við Jórun,
tí dóttir hennara er bóka-
vørður við bókasavnið í
Klaksvík.
Minnirík løta
Lærarar
og
næmingar
høvdu gjørt nógv burturúr
fyri at gleða Jórun á há-
tíðardegnum. Sangir vóru
yrktir, og børnini sungu og
spældu bæði á gittara og
trummur. Og við vakra
sangi sínum, fekk Herdis
bæði smíl og tár fram hjá
áhoyrarunum.
Vegna kommununa og
skúlaráðið handaði Heðin
Zachariasen, borgarstjóri,
Jóruni eina gávu og takkaði
henni fyri góða og trúgva
tænastu.
Heðin, sum sjálvur hevur
verið næmingur hjá Jóruni,
segði, at hon umframt at
hava lært tey tað fakliga,
eisini hevði tikið tað menn-
iskjaliga við og hevði lært
næmingar sínar, hvat er
rætt, og hvat er rangt.
Jórun helt eisini røðu og
segði, at hon var sera glað
fyri tíðina, hon hevði verið
lærari við Hvalvíkar skúla.
Hon helt, at tað kanska var
lítið uppfinningarsamt at
hava verið so leingi í sama
starvi.
Men Jóruni hevur dámt
so væl, og hon hevur trívist
so væl í Hvalvíkar skúla, at
hon framvegis er ein av
lærarunum við henda lítla
bygdaskúla, sum í dag
hevur um hálvthundrað
næmingar frá fyrsta til
sjeynda flokk.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Jórun Egholm 40 ára starvsdag
Jórun er fødd tann 9.septembur á Eiði, dóttir Elisabeth f.
Ejdesgaard og Abraham Abrahamsen, bæði av Eiði.
Hon er gift Janusi Egholm úr Streymnesi.
Hon tók læraraprógv á Haderslev Seminarium í 1964
og hevur verið lærari í Hvalvík síðani tá.
Hon hevur verið á fleiri stuttum skeiðum, serliga í
handarbeiði og serundirvísing. Hon hevur verið limur í
skúlanevndini frá januar 1980 til desembur 1992 og
formaður í barnaverndini árini 1980 til 1984.Jórun hevur
verið bókavørður á Hvalvíkar bókasavni síðani 1991.
Hon hevur virkað undir trimum skúlaleiðarum: Fyrst
eitt stutt skifti,Eilif Samuelsen,síðani Sjúrður Ferjá og við
skúlaársbyrjan í fjør byrjaði, Aslaug Olsen sum skúla-
leiðari í Hvalvík.
Fakta um Jórun Eghom
Tað er stórur munur á børnunum fyrr og nú. Børnini í dag
eru opin og tora betur at koma fram við sínum meiningum -
og tað er gott, sigur Jórun Egholm, sum í 40 ár hevur starvast
sum lærari í Hvalvík
Við vakra og hjartanemandi sangi sínum fekk Herdis bæði smíl og tár fram hjá áhoyrarunum.
Dreingirnir eru frá vinstru: Brian, Bárður og Daniel
Lærarar og næmingar høvdu gjørt nógv burturúr fyri at gleða Jórun á hátíðardegnum. Sangir
vóru yrktir, og børnini sungu og spældu bæði á gittara og trummur. Elin Maria, Beinta og
Regin Patursson
Fólk vóru komin nær og fjar at heiðra Jórun á hátíðardegnum í skúlanum í Hvalvík seinasta
fríggjadag. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, saman við systkinabarni sínum, Bergtóru til
vinstru og manninum, Kára Láadal, sum búgva í Fuglafirði. Dóttir teirra, Heidi, til høgru á
myndini, býr í Danmark
C
M
Y
K
13
12