Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Hann hevur ótrúlig evni til altíð at yv­irliva – sjálvt tær mest vón­leysu politisku støðurnar klárar hann at greiða. Hann hevur drúgv­ar royndir – ja hann hevur í veru­leik­a­ num einki annað gjørt, en at fingist við pol­itikk –bæði áðrenn, meðan og aft­an á at hann var liðugur á uni­ vers­i­tetinum. Nú skal Lars Løkke Rasmussen aft­ur skipa nýggja stjórn. Tað sum ikki bær til aftan á valið í fjør, tað ber til nú. Tað ber til, tí at støðan er so fast­læsta, at einasti útvegur er eitt fólka­tingsval í januar ella febr­ uar. Stríðið um toppskattin hjá teim­ um ríku í Danmark er so hart, at stjórn kann ikki yvirliva tað. Anders Sam­u­el­sen í Liberal Alliance hevur sett stjórn­ini ultimatum, at um hon ikki mink­ar toppskattin við fimm pro­sent­um allan vegin upp – eisini fyri mill­ard­ingarnar, so fellir hann stjórn­ina. Trupulleikin er bara, at eingin ann­ar flokkur í Fólkatinginum vil lækka toppskattin. Tí hevði Lars Løkke Rasmussen ein risa stóran trup­ulleikan. Og hini á bláa veingi kundu so bara hyggja at, með­an And­ers Samuelsen kopp­aði vinstra­ stjórn­ini og lat alt vald­ið í Dan­mark í hend­urnar hjá Mette Fred­erikssen úr Javn­að­ar­flokk­i­num. Men soleiðis skuldi tað kortini ikki verða. Tí Løkke er snúðin. Hann út­setti fyrst 2025 samráðingarnar, sum Anders Samuelsen hevði læst fast­ar. Og á landsfundinum hjá Vinstra um vikuskiftið boðaði hann frá, at hann í gjár fór at samráðast við tey Konservativu og Liberal Alli­ance um at skipa ein nýggja trí­ flokk­a­stjórn í Danmark. Og í gjár fekk pípan hjá Anders Sam­uelsen annað ljóð. Hann er long­u gingin frá ultimatumi sínum – ein gerð, hann fer at hoyra fyri rest­ina av politisku ævi síni. Lars Løkke kann fegnast. Nú slepp­ur hann at ráða – um enn í eini trí­flokkastjórn, men hann missir ikki stjór­narvaldið á hesum sinni. Men allar suður er ikki syfta. Nýggja samgonguskjalið er ikki skrivað enn – og har eru av­bjóð­in­ g­ar­nar nógvar. Eitt er, hvat nýggju stjórnarflokkarnir kunnu semj­ast um. Men teir mugu eisini semj­ ast við Dansk Folkeparti, sum í nógvum málum als ikki dreg­ur somu línu sum hini á bláa veingi. Viðhvørt tykjast tey heldur nærk­ ast Javnaðarflokkinum. Ósemja er við DF um eitt nú topp­skatt­alættan, um at skerja al­ menna sektorin, um at lækka lestr­ ar­stuðul, um at hækka pen­sjóns­ ald­urin eitt hálvt ár, um at hjálpa húsa­eig­arum og um útlendingamál. Tað verða uttan iva harðar ting­ ingar. Men Løkke missir ikki stjórn­ arvaldið hesaferð, sum tað annars sá út til. Hóast hann klárar skerini, so fær hann valla eina sterka stjórn. Hon situr so til næsta nosið Við taktiskum snildum slapp hann undan vali hesaferð Lars løkke er óførur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í nýggjum lesarabrævi í gjár segði Magni Laksafoss, at hann fekk ikki møtt hasar sjey tingfundirnar, tí at hann var burtur í arbeiðsørdinum, og at tað »ber ikki til at vera í tveimum støðum í senn«. Tað sama segði Sjúrður Skaale, at hann fekk ikki verið á hasum fundinum, tí at hann hevði fund við føroyskar krígsveteranar á Hotel Hafnia. So nú er líka vítt sum sítt. Magni hevur verið á hes­ um uttanlandsferðum: Í Grønlandi vegna Út­ norðurráðið, á ráðstevnu í USA, hildið framløgu um orku í Arctic Circle í Reykjavík, pallborðsfundur hjá MFS í Keypmannahavn um fiskivinnunýskipanina, á Christiansborg um verjupolitikkin í Føroya- økinum – Uttanlandsferðir mínar eru gjørdar eftir umbøn og áheitan - og ikki tí, at eg sjálvur havi biðið um tær. Tað vil altíð vera ein spurningur um raðfesting, hvussu ein umboðar flokkin og Løgtingið best møguligt. Í hesum føri havi eg, í samráð við flokkin, raðfest soleiðis sum eg havi gjørt. Av tí, at tað ikki ber til at vera fleiri staðni í senn, hevur hetta sjálvsagt ávirka uppmøtingina í Løgtinginum. Eg var burtur í arbeiðsørindum – Vanliga verður sagt, at um tú ert fólkavaldur, so eigur tú at vísa tínum veljarum virð­ing við at røkja títt fólka­valda starv so væl, sum tað yvirhøvur ber til. Hesa virð­ing fingu veljarar hjá fólka­tingsumboðum Før­oya tíverri ikki á einum hoyr­ings­ fundi 17. november 2016, tí um­boðini hirdu ikki at møta á fund­inum. Soleiðis skriva Magni Laks­a­foss og Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen í óvanliga hvass­ orða­ðum skrivi mánad­agin, har teir harðliga funn­ust at fólka­tings­monn­unum, Tór­ bjørni Jacob­sen og Sjúrði Skaale fyri ikki at hava verið á ein­um fundi á Christiansborg um Arktis – ein fundur, har utt­an­lands­nevnd­in hjá Løg­ tingi­num var boðin við. Kaga vit í gerðabókina hjá Løg­ting­inum, so sæst, at ting­ ið hevur havt 22 fundur hesa ting­setuna, sum byrjaði á ólav­ søku. Av teimum ting­fundu­ num er Magni Laksafoss upp­ skriv­aður fyri ikki at møta á 7 fund­um. Tað er ein frávera upp á 32 prosent. Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið burtur frá tveim­ um tingfundum, tað er ein frá­ vera upp á 9 prosent. So vísa fólkatingsmenninir ikki sínum veljarum virðing við ikki at møta á einum fundi – so má tað – fyri at brúka met­ing­ar­háttin hjá Magna Laksa­foss og Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen vera rímuliga stór van­virðing at halda seg burtur frá triðja hvørjum tingfundi. Týskvøldið í næstu viku bjóðar Tjóðveldi á Christ­ ians­borg til tiltak um før­ oyska flogferðslu í Norð­ur­ landa­húsinum. Magni Arge, fólka­tings­ mað­ur í farloyvi, sigur, at sein­astu árini er loftferðslan í Føroyum nógv ment við nýggj­um flogførum, tyrlum, longd­um flogvølli, nýggjum term­inali, og úrslitini síggj­ ast aftur í vaksandi ferða­ fólkatali. Tað er natúrligt at spyrja um prísin á flog­ ferða­seðlum, men hvussu stóran bú­skap­arligan týdn­ ing hevur loftferðslan í Før­ oy­um og sam­bandið við um­ heimin? Og kunnu vit skapa enn størri vøkstur og virðir fyri før­oyska samfelagið burt­ur úr flog­vinnuni? – Tað eru spurningar, sum Tjóðveldi á fólkatingi hev­ur tikið upp í samband við, at loftferðslupolitikkur er sett­ur á breddan í Brússel og í Keypmannahavn. Ser­ frøð­ingar á økinum hava greinað føroyska loft­ferðslu og leggja úrslitini fram á almennum tiltaki í Norð­ur­ landa­húsi­num 29. novembur kl. 19:30. Talan er um bú­skap­ ar­ligar greiningar, ið lýsa h v ø n n t ý d n i n g før­oysk loft­ferðsla og ferða­samband hava fyri før­oyska sam­felags­bú­s­ kap­in. Harumframt verð­ur víst á ymiskar menn­ing­ ar­møguleikar við­víkj­andi ferðavinnu, út­flutn­ings­vør­ um og flogferðslu í fram­tíð­ ini. Tiltakið byrjar við, at Tór­ bjørn Jacobsen og Magni Arge, vegna Tjóðveldi á fólka­tingi, greiða frá grund­ a­r­lagnum fyri frágreiðingini, og síðani verður sjálv frá­ greið­ingin løgd fram av CPH Economics. Eftir hetta fara Poul Michelsen, lands­ stýr­is­maður í uttanríkis- og vinn­um­álum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, og Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, at greiða frá teirra hugsanum um menn­ingina av føroyskari loft­ferðslu. Høvi verður at seta spurningar og kjakast um hvussu føroyskur loft­ ferðslu­pol­i­tikkur skal menn­ ast frameftir. Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Laksafoss burtur 3. hvønn tingfund Greina týdningin av flogferðslu Mikudagur 23. november 2016 Bókajól – Eykablaði í Sosialinum í dag Jól í Havn Mikudagur 23. november 2016 Jól í Havn – Eykablaði í Sosialinum í dag