Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RÆTTARMÁL Danjal av Rana Undan jólum í fjør hitt­ ast tveir bilar í Hvalb­iar­ tunl­inum. Tunnilin er elsti tunn­ilin í landinum og dag­ før­ingarnar hava verið fáar hesi árini. Hetta merkir, at tveir bilar ikki kunnu koyra fram­við hvørjum øðrum í tunli­num. Lukkutíð eru fleiri víkipláss, so at ferðsla báð­ar vegir kann koyra so nøkun­ lunda. So var tó ikki hetta kvøld­ ið. Teir møttust millum tvey víkipláss og hvørgin vildi bakka. Lógin er greið – bil­ arnir av Tvøroyri hava víki­ skyldu, men unga kvinnan, sum koyrdi bilin hetta kvøld­ ið, greiddi í rættinum frá, at hon var vís í, at hon fór at náa eitt víkipláss afturat, áðr­enn hon møtti hinum bil­ inum. Og tað eydnaðist næst­ an, tí sambært henni mangl­ aðu bara tveir metrar í. Hon royndi at geva tekn til hin bilføraran um at bakka eitt sindur, so hon kundi smoyggja seg inn um, men hann vildi ikki. Hon fór so undir at bakka, men av tí at hin bilurin var hægri, sá hon illa. Hon blunkaði tí við lang­ ljósunum fyri at fáa hin at seta støðuljósini frá, so at hon skuldi síggja betri. Tað gjørdi tó bara støðuna ilt verri. Í bilinum á veg suðureft­ ir øtaðust tey inn á ferðina á bilinum, sum kom koyrandi móti teimum. Í evstu løtu brems­aði hann tó, men vildi ikki bakka, hóast hann hevði vík­iskyldu. Tá ein løta var farin, tendraði hin bilurin eis­ ini langljósini og setti seg at blunka í gronina á fólkunum á veg suðureftir. Hví bakk­ aðu tey ikki bara, um tað bara restaðu tveir metrar í? Frástøðan til nærmasta víki­ pláss mundi vera nærri 30 metrum, mettu faðir og son­ ur. Hetta er annað parið av feðg­um í søguni. Hesir báðir vóru báðir skuldsettir fyri harð­skap og sonurin eisini fyri hóttanir. Langt um leingi byrjar unga kvinnan so at bakka, men sjeikurin, sum sat undir liðini á henni, var illa nøgd­ ur. Hann rópti nøkur væl vald orð eftir hinum bilinum, meðan tey spakuliga bakk­ aðu í ringa sýninum í myrka tunlinum. Í tí at hin bil­ur­in koyrir framvið rópar sjeik­ urin aftur eftir bilinum. Júst hvat var sagt, er ósemja um í rætt­inum. Unga gentan vildi vera við, at hann kallaði hin bilføraran fyri idiot eini tvær, kanska tríggjar ferðir, meðan tey í hinum bilinum siga, at ókvæmisorð sum bøssi og reyvpulari vóru havt á lofti. Harðskapur á Kolavegnum Undir øllum umstøðum gjørd­ust tey so ørg í bilinum, at tey vendu so skjótt tey kundu og fóru koyrandi norð­ur eftir aftur, eftir hin­ um bilinum. Í rættinum greiddu feðgarnir frá, at teir vildu hava eina frágreiðing frá unga manninum, um hví hann uppførdi seg soleiðis. Á kolavegnum steðga báð­ir bilarnir og feðgarnir leypa úr bilinum. Teir lata hurðina upp á aftara bilinum og so er heldur ógreitt, júst hvat fer fram. Unga kvinnan í bilinum sigur, at feðgarnir báðir vóru sera hóttandi, at teir royndu at hála unga mann­in úr bilinum, sum helt fast alt hann kundi í trygd­ arbeltinum. Sambært ungu kvinnuni slóu teir eis­ini sjeikin á vangan og í bring­ una. Harumframt hótti son­ urin við at hann skuldi drepa unga mannin, um hann segði eitt orð afturat. Feðgarnir greiða frá, at teir einans vildu tosa við mannin og hava eina frá­ greið­ing frá honum, um hví hann var so ófólkaligur í ferðsl­uni. Teir høvdu hvørki ver­ið harðligir ella hóttandi, greiddu teir frá, og teir fóru víð­ari, so skjótt ungi maður­ in hevði biðið um umbering. Heldur áfram við Drelnes Søgan endar tó ikki her. Ungi maðurin er so skelkaður av hendingini, at hann ringir til løgregluna. Av misgáum ringir hann 311448 og fær tí einki samband. Hann ringir tí til pápa sín og greiðir frá, hvat hent er. Pápin biður hann ringja 351448 og ann­ ars bíða eftir sær, hann skal koma og koyra bilin til Hvalb­iar, nú bæði sonurin og gentan eru skelkaði. Her koma so hinir feðgarnir inn í myndina. Pápin, eisini hann 52 ára gamal, loypur í bilin og fer koyrandi av Tvøroyri, norð­ur til Hvalba. Nærindis skúla­ num í Trongisvági møtir hann teimum, sum son­urin segði høvdu gjørt seg inn á seg. Hann kúvendir og fer koyr­andi aftan á, og fær hin bilin at steðga í Líðini, nær­ ind­is har Statoilstøðin hjá Poul Sigurð var. Og hvat hendi síðani? Pápin av Tvøroyri, sum eis­ ini varð ákærdu fyri harð­ skap, játtaði í rættinum, at hann hevði sligið hin pápan á armin við einum lítlum gassa. Í rættinum greiddi hann tó frá, at hetta var mest sum í sjálvverju, tí hann óttaðist fyri lívinum. Sam­ bært honum komu feðg­ar­ nir báðir úr bilinum og hin eldri royndi at hála seg út gjøg­num vindeyga í bilinum. Tískil fekk hann fatur í gass­ a­num og sló á hondina, sum helt í sær. - Um hurðin ikki var læst, sat eg ikki her í dag, segði pápin av Tvøroyri. Feðgarnir vóru púra ósamd­ir í hesi frágreiðing. Í teirri frágreiðing royndi páp­ in fyrst at koyra teir niður, tá teir vóru komnir úr bilinum. Síðani var hann á veg úr bil­ inum, men settist aftur, tá hann sá, at feðgarnir vóru tveir. Tá var tað, at hann læsti seg inni í bilinum, men rullaði vindeyga niður og byrjaði at sláa mannin við gassanum. Sjálvir vildu teir einans práta við mannin. - Vit vildu bara práta. Tá ein hevur ein kristnan hold­ ning er man vanur við at vera diplomatiskur. Tað er ikki vanligt at fara eftir fólki við vápni. Hann var bara úti upp á eitt, at drepa okkum, segði eldri hvalbingurin. Málið bleiv ikki heilt lið­ ugt viðgjørt í rættinum. Ákæru­valdið valdi at sleppa ákæruni móti pápanum av Tvør­oyri. Hon metti ikki, eftir at hon hevði hoyrt vitnini og partarnar í málinum greiða frá, at hon kundi prógvað, at maðurin hevði framt ógrund­aðan harðskap móti hin­um pápanum. Hinir báðir feðgarnir mugu møta í rættinum aftur seinni, tí ákæruvaldið vil gjarna hoyra frágreiðingina frá hinum soninum, sum var í bilinum í tunnellini hetta kvøldið í desembur. FEÐGAR Á BARDAGAFERÐ Leikurin í Føroya rætti mánadagin var sum tikin úr sendirøðini um Fleksnes. Hvørgin bilurin vildi bakka, tá teir møttust í Hvalbiartunlinum. Endin var, at tríggir mans máttu møta í Føroya rætti, ákærdir fyri harðskap. Danjal av Rana Ákærin hevði fest seg við, at eini hvalbingurin segði seg vera svak­ an, tá hann fór úr bilinum. - Hvat meinar tú sum suð­ring­ur, tá tú sigur svak­ur? Tá eg eri svakur skal eg helst ikki hava ein knív í hondini, men er tað eisini soleið­is hjá einum suð­ringi, vildi Annfinn V. Hansen hava at vita. - Nei, nei als ikki. Tá ein er svak­ ur, er ein mitt ímillum púra ról­ig­ ur og fullkomiliga svakur. Norð­ ingar vildu kanska sagt súrur ella illur. Ein loypir ikki á fólk, tá ein er svakur. Tá skal man vera full­ kom­iliga svakur, greiddi annar av feðg­unum frá. Løtu seinni greiddi pápin av Tvør­oyri frá, at hann óttaðist, at feðg­arnir úr Hvalba fóru at drepa seg. - Tá tú nú sigur drepa, mein­ar tú fysiskt at drepa ella at drepa á suð­ur­oy­ar­máli, spurdi ákær­in. Tvøra­mað­urin gjørdi tó ákær­ anum greitt, at hann ótt­aðist veru­liga fyri lív­i­num. Eldri hvalbingurin greiddi tó frá, at eftir hansara tykki var tvøra­ maðurin full­kom­iliga svak­ur í orðsins rætta suðriska týd­ningi, tá hann steðgaði teim­um í Líðini og sló eftir sær við gassanum. MÁTTU UMSETA SUÐUROYARMÁL TIL NORÐANMÁL Ein skemtilig støða tók seg upp, tá eini verjin, Annfinn V. Hansen, gjarna vildi hava tann eina ákærda at greiða frá, á norðanmáli, hvat hann meinti