Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tróndur í Gøtu var fyrsta upp­sjóvarskipið, sum í heyst fór á svartkjaftaveiði, eftir at teir vóru lidnir við sína makrelkvotu. Tá teir løgdu leiðina til Íslands at landa, høvdu teir fulla last, eini 2700-2800 tons. Eitt annað uppsjóvar­skip, Christian í Grótinum, hevur eisini verið á svartkjafta­veiði, og teir vórðu lidnir at landa í Fuglafirði um middagsleitið í gjár, týsdagin. Christian í Grótinum var eisini fullur undir lúkurnar, eini 2400-2500 tons. Hampiligur fiskiskapur Bæði skipini - Tróndur í Gøtu og Christian í Grótinum - vóru til fiskiskap í eina lítla viku, og Tróndur í Gøtu var hin fyrri sum loysti. Sosialurin skilir, at skipini bæði fingu svartkjaftin eyst­ an fyri Føroyar, og tá tey raktu við, var fiskiskapurin hamp­iligur. Vit hava eisini skilt, at Fagraberg er millum tey seinastu føroysku uppsjóv­ar­ skipini, sum hevur átt mak­ rel eftir, og fyrst í hesi vikuni landaðu teir til Pelagos í Fuglafirði. Svartkjaftur eftir Væntandi er, at nøkur av skip­unum rættiliga fara at leggja seg eftir svartkjafti, nú makrelkvoturnar eru upp­fiskaðar. Fyrr í heyst keyptu reiðarí 20.000 tons av svartkjafti á uppboðssølu. Hetta er kvota, sum skal fiskast í hes­um árinum, og tað skal vera løgið, um teir, sum hava goldið fyri hesi rættindi, ikki eisini fara at brúka tey. Keldur, sum Sosialurin hevur skift orð við, halda, at nøkur ófiskaði tons av svart­kjafti eisini eru eftir, umframt tey 20.000 tonsini, sum reiðaríini keyptu. Vit meta tí, at eini 20.000- 25.000 tons av svartkjafti eru eftir at fiska. Líkist árinum í fjør Sum er, verður svartkjaftur­ in gjarna landaður til ídnað - ella til framleiðslu av laksafóðuri - sum í seinna enda kemur út aftur sum dýrur alilaksur til matna. Nú væl av svartkjafti er eftir at fiska, kunnu tey á Havsbrún rokna við, at ein fittur partur av kvotuni endar í framleiðsluni á mjøl- og fóðurvirkinum í Fugla­ firði. Sambært tølum, sum Sos­ial­urin hevur leitað fram, keypti Havsbrún í fjør umleið 235.000 tons av rá­ fiski til sína framleiðslu, og keldur hjá blaðnum vita at siga, at árið í ár - í rá­fiska­ nøgd - líkist árinum í fjør. Fyrr í heyst keyptu reiðarí hjá uppsjóvarskipum 20.000 tons av svartkjafti, sum skulu fiskast, áðrenn 2016 er úti. Roknast kann tí við, at nógvur fiskur og nógv arbeiði verður á Havsbrún í Fuglafirði fram til ársenda FISKISKAPUR TRÓNDUR LANDAR Í ÍSLANDI OG CHRISTIAN Í FØROYUM Vilmund Jacobsen - Politiið í Vágum má undir ongum umstøðum skerjast. Vit vilja harð­liga mótmæla ætlanunum at skerja politiið í Vágum. Heldur eigur at vera økt um styrkina her vesturi. Tað siga báðar kommunurnar í Vágum, Vága kommuna og Sør­ vágs kommuna. Tær vísa á, at í Vágum eru stór­ar avbjóðingar. - Flogvøllurin liggur her vest­uri, og eisini vita vit, at sera nógv rúsevni er millum ung­ dómin í oynni. Hetta er ein av­ bjóðing, sum politiið higartil ikki hevur maktað og sum hevur kostað okkum, at vit hava mist ungdóm til rúsevnismisnýtslu, eins og vandin er stórur fyri, at vit missa fleiri. Fútin fundarboð Kommunurnar í Vágum heita tí alment á fútan um at koma á fund við borgarstjórarnar í oynni skjótast gjørligt. - Á fundi vilja vit greiða nærri frá støðini her vesturi og frá tørv­inum á politii í oynni, leggja komm­un­urnar aftrat. NÓGV RÚSEVNI MILLUM UNGDÓM Í VÁGUM Kommunurnar í Vágum mótmæla harðliga ætlanunum at skerja politiið í oynni Christian í Grótinum hevur júst landað í Fuglafirði Á sínum fyrsta svartkjaftatúri í heyst landaði Tróndur í Gøtu í Íslandi