Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 2 Sosialurin Føroysk krimi, ævisøgur og tilflytarar Bókadagarnir í Norðurlandahúsinum mugu fevna vítt, um teir skulu røkka um allar ársins føroysku útgávur E ins og undanfarin ár skipar Norðurlandahúsið seinast í hesum mánað­ inum fyri stóra tiltakin­ um Bókadagar. Talan er um eitt alment tiltak yvir fleiri dagar, við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini, og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa. Í ár vitjar norski rithøvund­urin Linn Ullmann á Bóka­døgunum. Hon hevur skrivað bókina Tey Óróligu, sum var tilnevnd Bók­ menta­virðisløn Norður­landa­ ráðsins. Skaldsøgan hevur fingið framúr góð ummæli og hevur fingið fleiri bókmentaprísir. Bergur Djurhuus Hansen fer at hava tosa við Linn Ullmann á Bókadøgunum. Bókadagarnir byrja leygar­ dag­in klokkan 13. Tá seta Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, og Síf Gunnarsdóttir, stjóri í Norður­ landahúsinum, bókadagarnar. Eftir setanina fer Rithøvunda­ felagið at heiðra eini eldsál, sum tey meta hevur havt serligan týdning fyri føroysk listafólk og ikki minst føroyskar rithøvundar. – Eldsálir hava í teirra frítíð, sjálvboðin og uttan løn, miðvíst arbeitt fyri at betra um umstøðurnar, og havt avgerandi mun, sigur Rithøvundafelagið. Leygardagin klokkan 14 fer Urd Johannesen at tosa við Siri Ranvu Hjelm Jacobsen um bók hennara Ø. Siri Ranva Hjelm Jacobsen endurnýggjar ættarskaldsøguna í eini frásøgn um burturferð og familjusambond tvørtur um Atlantshavið. Stutt fyri 2. Veraldarbardaga flytir tað unga trúlovaða parið Marita og Fritz úr Føroyum til Danmarkar. Marita og Fritz taka stórsta partin av søguni um teirra lív við sær í grøvina. Men tvey ættarlið seinni fer teirra ommu- abbadóttir aftur til Føroya fyri at fáa meiri at vita um ta søguna, hon ongantíð veruliga hevur kent. Skaldsøgan sigur frá eini meiri og meiri vanligum veruleika hjá fólki í einum alheims­gerandi heimi, har ymsar mentanir, mál og fyridømi møtast við døgurðaborðið hjá familjuni. Uppfylgjarin til Brahmadell­ urnar hjá Jóanesi Nielsen er komin. Bommhjarta tekur upp aftur tráðin í lívinum hjá Tóvó, eftir at hann sleppur úr fongsli­ num í Horsens. Í hesi bókini verður nomið við harðu fortíð hansara, og hvussu uppvøksturin í Sumba hevur myndað Tóvó. Bommhjarta verður evnið í prátinum leygardagin klokkan 15. Ikki færri enn tvær føroyskar krimibøkur eru komnar út sein­ astu tíðina. Hannis Martinsson er komin í enn eini útgávu, nú Jógvan Isaksen valdi at blása lív í hann aftur eftir ein steðg, meðan Steintór Rasmussen roynir seg á fyrsta sinni við bókini Deyðin fer í bindiklubb. Meðan ein bindi­ klubbur er karmurin um bókina hjá Steintóri Rasmussen, er tað drotningavitjanin fyrr í ár sum leggur lunnar undir nýggjastu bókina hjá Jógvani Isaksen. Leygar­dagin klokkan 14 og klokkan 15 verða krimi­bøkurnar báðar viðgjørdar. Á Bókadøgunum í fjør varð kunngjørt, at Marjun Syder­bø Kjelnæs hevði vunnið kapp­ing­ina um at skriva eina sam­tíðar­skald­ søgu, sum Bókhandlarafelagið hevði skrivað út. Í ár verður bókin, Óendaliga vera evnið í prátinum sunnudagin klokkan 14. Sanna Andrassardóttir Dahl er vertur. Tveir føroyskir kappar hava eisini fingið hvør sína bók. Báðir hava til felags, at nógvur mystikkur er vundin upp í søgurnar um teir báðar – fyri annan so nógv, at mong ivast í, hvørt hann veruliga skal roknast sum tjóðarhetja ella ikki. Magnus Heinason varð dømdur til deyða longu í 1589, meðan Nólsoyar Páll kom í heim í 1776. Valla er tað nakar í Føroya søgu, ið er so umstríddur sum Magnus Heinason. Var hann var ein hetja, ið bleiv offur fyri einum dómsmorði - ella var hann ein brotsmaður, sum fekk straffin hann hevði uppiborið? Í bók síni lýsir Páll Nolsøe hendingarnar og tey samfelagsligu viðurskiftini, sum vóru avgerandi fyri, at Magnus Heinason fekk hesa lagnu. Bókin um Nólsoyar Páll lýsir eisini alla ævisøgu hansara. Bøkurnar um kapparnar báðar skulu vigast sunnudagin klokkan 15 og 15.30. Sunnudagin klokkan 16 fær Bergljót av Skarði vitjan av Ziu Ísaksdóttir úr Singapore, Khirvie Jacosalem Reinert og Rosely D. Reinert úr Filipsoyggjunum, Michele Querioz úr Brasilia, Elenu C. Joensen úr Italia og Hildu Adzroey Thomsen úr Ghana, sum allar hava lært seg føroyskt. Kom og hoyr søgur teirra. Sera stórur tørvur hevur verið á einari byrjanarbók til útlendingar, eisini til teirra, sum ikki eru so heilt køn í enskum, og nú hava Ungu Føroyar givið út bókina ”VÆLKOMIN. Føroyskt sum fremmandmál – byrjanarstig” eftir Bergljót av Skarði. Bókin er gjørd í samband við undirvísing á Tórshavnar kvøldskúla 2014-16. Bókin er ein byrjanarbók, sum vónandi kann vera ein hjálp hjá útlendingum, sum eru nýkomnir til Føroya. Linn Ullmann Jóanesi Nielsen