hósdagur 23. september 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 181 - 23. september 2004
Skal Tórshavnar
Kvøld- og Ungdóms-
skúli hava somu til-
boð sum í fjør, kemur
fyrsta hálvár, sum
varar hetta til jóla, at
geva eitt hall uppá
549.000 kr. Játtanin
frá landinum er
nevniliga ógvuliga
nógv skerd í mun til í
fjør, og tað gongur
serliga útyvir tey
menningar- og
heilsutarnaðu
KVØLDSKÚLIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Eg fekk játtanina send-
andi við postinum mána-
morgunin, og tað kom óvart
á meg, tá eg sá hvussu lág
hon var. Satt at siga hevði
eg væntað, at játtanin fór at
vera hægri enn í fjør. Í stað-
in vóru tað einar 400.000
kr. eftir reyv, greiðir Fritleif
Henriksen,
kvøldskúla-
leiðari frá. Bara lønarhækk-
ingarnar kosta 100.000 kr.
Hann sigur seg vera
greiðan yvir, at støðan er
ring, men hann ikki hevði
væntað, at hon var so kata-
strofal.
Eingin serundirvísing
Lógin sigur, at kommunan
og landið eiga rinda hvør
sína helvt av vanligu kvøld-
undirvísingini.
Eftir
útrokningunum,
verður tann upphæddin
700.000 í part til land og
kommunu at rinda.
Umframt helvtina av
vanligu undirvísingini, skal
landið eisini gjalda alla
serundirvísing fyri menn-
ingar- og rørslutarnað og
alla próvtøkuundirvísing.
Men játtanin, sum Tórs-
havnar Kvøld- og ung-
dómsskúli nú hevur fingið
frá landinum, røkkur ikki
so mikið sum til vanligu
kvøldundirvísingina. Og
tað kemur at merkjast
onkustaðni.
– Hóast eg ógvuliga
treyðugt vil, so verði eg nú
noyddur at skera alla ser-
undirvísing burtur. Undir-
vísingin fyri tey menn-
ingar- og rørslutarnaðu má
at kalla strikast, staðfestir
Fritleif Henriksen.
Hann sigur, at hann
kanska fær bjargað einum
brotparti av teimum menn-
ingar- og rørslutarnaðu, við
at umskipa tey soleiðis, at
tey koma undir heiti frí-
tíðarvirksemið í staðin fyri
serundirvísing. Á tann hátt
kemur kommunan nevni-
liga at gjalda helvtina av
kostnaðinum.
– Tey, sum hava verið her
leingi, kunnu kanska um-
skipast á tann hátt. Men tað
er bert ein lítil brotpartur av
øllum. Restina fái eg einki
gjørt við, sigur ein sera
harmur kvøldskúlaleiðari.
Sum skilst, hevur serund-
irvísingin verið ein sera
vælumtóktur
partur
av
kvøldskúlanum. Tað hevur
serliga verið ítóttur, ið hev-
ur verið á skránni.
Men nú verða tilboð sum
svimjing fyri giktsjúk og
menningartarnað, fimleik-
ur fyri hjartasjúk og ítróttur
fyri autistar neyvan longur
at finna á Kvøldskúlanum í
Havn.
Próvtøkuundirvísingin,
sum landið eisini eigur at
bera kostnaðin av, er longu
strikað, hóast tey skeiðini
eisini vóru sera vælumtókt.
Fleiri sparingar
Umframt, at ser- og próv-
tøkuundirvísingin nú verð-
ur strikað, verður kvøld-
skúlaleiðarin eisini noydd-
ur at skava av vanligu
kvøldundirvísingini.
– Parturin, sum landið
skal gjalda av vanligu frí-
tíðarundirvísingini,
er
700.000 kr. Men øll játtan-
in tilsamans er ikki hægri
enn 642.000. So har eru
knappar 60.000 kr., sum
resta í, bara til vanligu
kvøldundirvísingina. Tær
mugu sparast onkustaðni,
staðfestir Fritleif Henrik-
sen.
Hann sigur, at allar um-
sóknirnar ikki eru komnar
inn enn, so hann veit ikki
enn, hvørjar lærugreinir
mugu rúka.
– Eg eri noyddur til at
seta lýsingarnar um ymisku
skeiðini í bløðini, longu
áðrenn eg fái at vita, hvør
mín partur av játtanini er.
Annars verður tað so leingi,
áðrenn undirvísingin kann
byrja. Um vit skulu bíða
við at lýsa inntil eftir vit
hava fingið játtanina sein-
ast í september, og síðani
skulu hava eina tekningar-
freist, og síðani skulu fara
at skipa ymisku skeiðini, ja,
so eru bert einar 6 vikur
eftir inntil jóla, tá skeiðið
skal enda. So tí eru vit
noydd at lýsa áðrenn játtan-
in er fingin, greiðir Fritleif
frá.
Hann sigur, at hann ikki
vil strikað tey best umtóktu
skeiðini, og at hann tí fer at
bíða við at strika nakað
skeið, inntil allar tilmeld-
ingarnar eru komnar inn.
– Eftir 1. oktober taka vit
ikki ímóti fleiri tilmeld-
ingum. So hvørt, sum
skeiðini verða fullteknað,
verða tey sett í gongd. Tey
skeið, sum minst av áhuga
er fyri, verða so strikað, tí-
verri, sigur Fritleif.
Hann leggur afturat, at
hann hvønn dag hevur eina
fulla postsmogu av til-
meldingum, so áhugin fyri
kvøldskúlanum
er
ikki
minkaður við játtanini frá
landinum.
Vanligvís hevur kvøld-
skúlin eini 2700 næmingar
árliga. Nú verður talið
munandi minni, orsakað av
sparingunum.
Umhugsið
kvøldskúlan
Fritleif heldur, at um landið
ikki hevur ætlanir um halda
lógina, um hvør skal gjalda
hvat, so átti lógin kanska at
verið endurskoðað.
– Nú hava vit skorið so
langt inn á bein í royndum
at spara. Og nú verði eg
noyddur at amputera so
alvorligt, at spurningurin
er, um ikki landið átti at
endavent hasi lógini, sigur
Fritleif.
Hann heldur, at landsins
leiðsla átti at havt dirvið til
at tikið lógina um frítíðar-
undirvísing av, um ikki ráð
eru til at hava hana allíka-
væl.
– Fólkagrundarlag er fyri
at hava kvøldskúlan í Havn,
tað er so heilt vist. Í fyrstu
atløgu eru tað borgarar úr
Suðurstreymi,
ið
hava
atgongd til skúlan. Men um
skeiðini ikki verða full-
teknað, eru tað sera nógvir
borgarar úr Norðurstreymi,
Vágoynni og Eysturoynni,
ið gera brúk av eyka pláss-
unum, greiðir Fritleif frá.
Tí rakar tað ógvuliga
nógv fólk, tá kvøldskúlin er
fyri so ógvusligum sparing-
um.
Fritleif Henriksen sigur,
at hann nú fyrst fer at práta
við tey ymisku, sum stíla
fyri skeiðunum um hvat
skal gerast.
– Landið hevur ikki gold-
ið sín part av rokningini, og
tí havi eg ongar pengar. Eg
havi ongan møguleika at
skaffa pening aðrastaðis
frá, so eg havi einki annað
val enn at strika nógv av
skeiðunum, tíverri, sigur
Fritleif Henriksen at enda.
Johannes
Møllehave
vitjar
Skjótt verður høvi at
hoyra
navnframa
prestin og rithøvundin
Johannes Møllehave.
Hann skal hava tveir
almennar fyrilestrar í
Læraraskúlahøllini í
Tórshavn 17. og 19.
november 2004. kl
19,30.
Johannes Møllehave
hevur skrivað og út-
givið eina røð av bók-
um m.a. prædikur og
bíbliusøgur fyri børn.
Og óførur er hann at
endurgeva teir stóru
rithøvundarnar, sum,
umframt kristindómin,
hava
givið
honum
ómetaligan íblástur til
gudfrøðina, eitt nú
Shakespeare og Dosto-
jevskij og A.C. Ander-
sen.
Tey, sum hava lisið,
hoyrt ella sæð Jo-
hannes
Møllehave
hava ivaleyst lagt til
merkis serligu evni
hansara til at viðgera
grundleggjandi lívs-
spurningar, sum eru
leysir av tíðini og altíð
viðkomandi. Og í øll-
um, sum hann hevur
skrivað og útgivið,
hevur hann rúm fyri
humori.
Fyrri fyrilesturin ber
heitið, Lívsfatanin í
ævintýrum H.C. And-
ersens, og seinni fyri-
lesturin ber heitið,
Humor.
Atgongumerki
til
fyrilestrarnar verða at
fáa á Kunningarstov-
uni í Tórshavn.
Nú verður aftur høvi at
Johannes Møllehave.
Tveir fyrilestrar verða í
Læraraskúlahøllini í
november mánaði
Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli:
Enn fleiri sparingar
Fritleif Henriksen, kvøld-
skúlaleiðari, harmast um
sparingarnar, hann nú er
noyddur at fremja. Tað verða
serliga tey menningar- og
rørslutarnaðu, ið verða við
skerdan lut
Savnsmynd
Vælumtóktu skeiðini í ítrótti og svimjing fyri menningar- og rørslutarnað og heilsuveik verða nú allarhelst tikin av skránni.
Kvøldskúlin hevur heilt einfalt ikki fígging til hesi skeið
Savnsmynd
Um vikuskiftið lut-
tóku sjey føroyskir
súkklarar í íslendsku
súkklukappingini,
Tour de Iceland. Tork-
il Veyhe gjørdist
nummar trý hjá ung-
lingum, og Gunnar
Dahl-Olsen vann
kappingina
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Fríggjadagin fóru føroyskir
súkklarar til Íslands at lut-
taka í afturvendandi súkklu-
kappingini Tour de Iceland.
Kappingin er samansett
at
trimum
kappingum,
Landavegkoyring,
Býar-
koyring og Einkultstart, og
kappast bleiv millum ung-
lingar og menn.
Og sæð úr einum før-
oyskum sjónarhorni, so
gjørdist talan um eitt sera
gott úrslit.
Hjá monnunum vóru før-
oyingar nevnliga á teimum
báðum fremstu plássunum.
Kappingin var alla tíðina
hørð, men við einum sera
góðum einkultstarti eydn-
aðist tó Gunnari Dahl-Ol-
sen at stríða seg fram um
Boga Kristiansen á seinasta
teininum. Samanlagt var
munurin teirra millum 49
sekund, og síðani vóru bert
20 sekund niður til Gunn-
laug Jónasson á triðja
plássinum.
Eisini hjá unglingum
gekst væl. Her eydnaðist
tað bara 14 ára gamla Tork-
il Veyhe at gerast nummar
trý. Ikki minst takkað verið
einum sera góðum avriki í
býarkoyringini.
Sum fyrireiking
Komandi ár verður aftur
høvi hjá føroysku súkklar-
um at royna seg í hesari
kapping, men komandi ár
verður kappingin eittt sind-
ur fyrr um árið, og gongur
sum ætlað sleppa føroy-
ingar at royna seg í Íslandi
longu í juni mánað, og
verður hetta heilt vist ein
góð
fyrireiking
undan
Oyggjaleikum, sum byrja í
fyrru helvt av juli.
Nr. 181 • hósdagur • 23. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Gunnar vann í Íslandi
Annað árið á rað eydnaðist
Gunnari Dahl-Olsen at
vinna stóru íslendsku
súkklukappingina
C
M
Y
K
19
18