Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 4 Sosialurin Fleiri upprunaføroyskar barnabøkur í 2016 T að hevur eydnast okk­ um at fáa heili sjey barna­bøkur út í ár eftir føroyskar rithøvundar, sigur sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærara­ felags. Og tað kann mann ikki annað enn vera nøgdur við, heldur hann og leggur afturat, at tvær av bókunum eru heldur serligar. – Vit hava givið út fjórðu bókina í smábarnarøðini Gloym meg ei. Bøkurnar í røðini eru allar um føroysk djór, og hesaferð er talan um eina bók um lundar. Frálíka góðu og stuttligu lundamyndirnar hevur Hans Eli Sivertsen tikið. Og so er tað bókin Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat eftir Joan Sørinardóttir. Hetta er fyrsta bókin hjá Joan, og hon hevur gjørt eitt megnararbeiði at savna saman vitan um føroyskar plantur og borðreiða tær fyri okkum í barnahædd. Í bókini eru søgur, uppskriftir og fakta um nakrar av vanligastu plantunum, vit eiga; eitt nú summardáa og sýru. Joan varð eisini heiðrað við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2016 fyri júst hesa bók. Og Joan Sørinardóttir er eisini aktuel við eini aðrari barnabók, sum júst er komin út, nevnliga Froskarnir í Nólsoy. Í nýggju myndabókini, sum Birde Poulsen hevur myndprýtt, kanst tú lesa stuttligu søguna um, hvussu vit kunnu ímynda okkum, at froskarnir komu til Føroyar. Tveir aðrir eitt sindur meira garvaðir harrar eru eisini at finna í rúgvuni í ár. Heini Hestoy hevur skrivað eina nemandi søgu um dreingin Jákup, sum missir pápa sín á sjónum. Sorgin er ómetaliga stór, men tíbetur hevur Jákup pápabeiggjan Olla, sum hjálpir honum ígjøgnum sorgina. – Hesa søguna meta vit vera ógvuliga viðkomandi fyri ein sjóvinnutjóð sum okkara, tí øll kenna vit onkran ella til onkran, sum hevur mist á sjónum, sigur Niels Jákup Thomsen. Hin harrin er Bárður Oskars­ son, sum við sínum eyðkendu strikum og crazy humori í bókini Wilbert, spyr, um vit nú altíð síggja - ella vilja síggja - tað sum er? Elsubeth M. Fossádal, sum sjálv er lækni, hevur skrivað enn eina fitta og viðkomandi bók í røðini av upplýsandi bókum til børn í aldrinum 4-6 ár, sum Edward Fuglø myndprýðir. Fyrsta bókin, Drongurin í grønum gummistivlum, lýsir neyvt gongdina á skaðastovuni. Í hesi næstu bókini, Julia og bjargingarvesturin, hitta vit Juliu, sum ikki tímir at lata seg í bjargingarvest, tá ið hon og beiggjarnir fara oman í fjørina. Men tíbetur vil mamman ikki geva seg og tað er gott, tí skjótt gongur galið! Eftir er so bara at nevna ein góðan gamlan kenning, nevnliga Mína jólabók 2016. – Í fjør góvu vit eitt hefti út saman við Jólabókini, Vættrarok, við uppgávusíðum hjá Janusi á Húsagarð í. Í ár hava fittu vættrarnar hjá Janusi aftur fingið innivist inni í sjálvari bókini. Umframt søgur, yrkingar og greinar fylla eisini vælumtóktu ítrivi sín part í bókini, sigur Niels Jákup Thomsen. Afturat upprunaføroysku barnabókarúgvuni kunnu vit leggja eina bók um føroysku rokksøguna, sum Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Uni L. Hansen og Niels Uni Dam hava skrivað, eina óføra vakra og kreativa bindibók eftir Svanhild Strøm og Marjuna Biskupsstøð, og síðst men ikki minst: skaldsøguna, ið vann kappingina hjá Bókhandlarafelag Føroya: Óendaliga vera eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs, 37 týddar barna- og ungdómsbøkur og 28 krabbabøkur, so samlaða útgávutalið hjá Bókadeild Føroya Lærarfelags í ár er 75 bøkur. Yvirlit yvir upprunaføroyskar barnabøkur frá Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2016: Froskarnir í Nólsoy Joan Sørinardóttir/Birde Poulsen Gloym meg ei - Lundar myndir Hans Eli Sivertsen Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat Joan Sørinardóttir Julia og bjargingarvesturin Elsebeth M. Fossádal/Edward Fuglø Mín jólabók 2016 ymiskir rithøvundar Stjørnan Heini Hestoy Wilbert Bárður Oskarsson N ú 250 ár eru liðin, síðan Nólsoyar Páll var borin í heim, hevur Óli Olsen skrivað sera áhugaverda bók um navnframa føroyingin, sum í mongum førum var framman fyri sína tíð. Barna- og ungdómsárini verða umrødd í stuttum, sagt verður frá, tá ið Páll fer at sigla, tekur stýrimansprógv í Danmark og fer í langfarasigling. Úti í heimi kemur Páll víða um. Í korti yvir Norðuratlantshav síggjast farleiðirnar, sum rithøvundurin metir Nólsoyar Páll hava siglt tey árini, hann sum skipari sigldi um heimshavið fyri stórt amerikanskt handilshús. Nomið verður við tíðina, tá ið Nólsoyar Páll við bústaði í Keypmannahavn siglir við kongaliga handils skipum. Greitt verður frá Royndini fríðu, sum Páll smíðar saman við øðrum monnum. Eisini verður komið inn á stríð hansara móti donskum embætismannaveldi í Føroyum. Nólsoyar Páll var tvær ferðir giftur, og í serstøkum parti verður greitt frá børnunum: Súsonnu Malenu, sum giftist til Lamba, Siggu Sofíu, sum giftist til Kirkjubøar, Jógvani Ziska, sum sló út av skipi á ferð til Kina, og Apoloniu Mariu, sum førdi faðirs garð norðuri í Vági (Klaksvík) fram á leið. At bókin byggir á víðfevndar kanningar, merkist alt fyri eitt. Hetta kemur serliga til sjóndar í ”Lagnuferðini.” Undan kavi koma upplýsingar, ið higartil hava verið ókendir. Eitt nú fæst at vita, at tað var ikki Nólsoyar Páll, sum førdi skipið feigdarferðina. Royndin fríða, skip Nólsoyar Páls, soleiðis sum listamálarin Hans Skálagarð hugsar sær hana Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald