týsdagur 22. november 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2016
6
Sosialurin
Bundnar søgur
– Binding hevur alt at siga, eg livi av tí. Soleiðis
sigur Svanhild Strøm designari og annar av
rithøvundum av nýggju bindibókini Bundnar
søgur, sum kom út fyri kortum. Hin høvundin
er mamma hennara Marjun Biskopstø
S
vanhild Strøm er
høvuðsdesignarin hjá
Dale of Norway, ein av
elstu bindifyritøkunum
í Noregi og í verðini. Gerandis
dagurin snýr seg tí um binding,
ull, eygu og umfør, bæði tá hon er
heima í Noregi og tá ið hon er úti í
heimi í arbeiðsørindum.
Á sumri 2015 varð Svanhild
kontaktað av einum norskum
redaktøri, sum hevði sæð bókina
Føroysk bindingarmynstur eftir
Skraddar Debes.
– Han ynskti at gera eina
øðrvísi bindibók. Eina vakra bók,
sum fólk ynsktu at hava liggjandi
frammi. Eg loftaði tí og sá hetta
sum ein góðan møguleika at varpa
ljós á nakað, sum eg gangi høgt
uppí og arbeiði við dagliga.
Bókin eitt úrslit
av tíð og stað
Um hetta mundi las mamma
Svanhild, Marjun, Tekstil kultur
í Noregi, og var hon ógvuliga
hugtikin av bindisøgu. Hetta
hevði nógv at siga fyri, hvussu
bókin bleiv. Eitt annað, sum eisini
ávirkaði tær báðar nógv, var, at
Dale Garn legði tógvframleiðsluna
í Dale, har Svanhild býr, niður.
– Hetta var eitt sorgarkapittul
hjá eini heilari bygd. Eitt søguligt
tíðarskeið við meira enn 100
árum við serkunnleika endaði.
Eg vil siga, at bókin er eitt úrslit
av tíð og stað, har sum vit báðar
vóru í lívinum júst tá, og tað fall
natúrligt at gera hana saman.
Ein kærur fylgisveinur
Bókin eftir Hans Marius Debes,
Føroysk bindingarmynstur,
hevur verið ein kærur fylgi
sveinur hjá Svanhild alt hennara
vaksna lív. Hugskotið og íblást
urin til Bundnar søgur var at
geva nøkrum av bindingar
mynstrunum, sum hann hevði
savnað, nýtt lív.
– So hvørt, sum eg fekk meir
at vita um Skraddar Debes, fann
eg, umframt tey 136 ymisku
bindingarmynstrini, eisini eitt satt
ríkidømi av søgum, sum eg einki
visti um. Vakrar søgur úr farnari
tíð. Einari tíð, sum var so ymisk
frá mínari egnu. Eg fekk íblástur
úr søgunum, har hann gjølla lýsir
klædnapløgg í smálutum. Og
harafturat lýsingarnar av sterkum
kvinnum, sagdar við størstu
virðing. Eg havi endurgivið nakrar
av søgunum í bókini, tí eg haldi, at
tær eru virðismiklar, og eg ynski,
at nýggj ættarlið eisini skulu fáa
kunnleika um tær.
Við ommuni í huga
Svanhild og mamman eru úr einari
familju, har fleiri ættarlið hava
fingist við handarbeiði. Mamma
og omma teirra var frá einari
tíð, tá ið umráðandi var at spara
upp á næstan alt. Gamlar, slitnar
troyggjur vórðu ikki tveittar
burtur, men kliptar sundur og
seymaðar um til okkurt annað.
Hvør einasta rest fekk nýtt lív og
varð endurnýtt sum litrík teppi,
pútur og gardinur.
– Heima hjá ommu hava vit
verið umgirdar av vøkru, gomlu
føroysku bindingarmynstrunum.
Tað, sum hon goymdi øll árini,
hevur verið virðismikið tilfeingi
og íblástur hjá okkum. Tað hevur
tí verið við henni í huga, at henda
bók er vorðin til.
Hevði ikki nógv
tol at byrja við
– Tá eg var seks ára gomul, byrjaði
eg at binda við “dukku” og bant
nógvar langar snórar. Síðani
lærdi mamma meg at binda við
stokkum, men eg hevði ikki nóg
nógv tol til tað tá. Omma hevur
óivað eisini sitið nógv við mær.
Svanhild minnist væl sítt
fyrsta bundna plagg, sum var
eitt smalt, stríput turriklæði
til dukkuna. Men skjótt vaks
ambitiónsniveau’ið:
– Eg minnist, at eg kastaði
uppá eitt bundnaturriklæði í
handarbeiðstímanum í 6. flokki,
eitt sindur yvirambitiøst. Tað
liggur enn í posanum ... eitt
jólatrøll av teimum heilt stóru.
So fór eg at binda «rør» ístaðin
(red: runt turriklæði). Tað gekk
betur, og síðani byrjaði eg at binda
eftir uppskrift. Í 7. flokki høvdu
vinkonurnar bindiklubba, tá fór
eg at binda troyggjur, minnist eg,
og síðani blivu nógvar troyggjur
bundnar. Eg lærdi meg fyrst
at binda grundmodellir eftir
uppskrift og so, tá ið eg visti meir
um taka uppá og taka av, bant eg
eftir huganum.
Heimsmet í bindiklubbum
At binda er ógvuliga grundleggj
andi í føroyskari mentan. Gamalt
orðatak sigur: Ull er Føroya gull,
og kannar tú føroyska bindingar
søgu, gongur sjón fyri søgn. Og
helst hava vit eisini heimsmet í
bindiklubbum samanborið við
fólkatalið. Her hittast kvinnur í
øllum aldri, koma við hugskotum
og flyta kunnleika um binding
víðari.
Seinnu árini hevur binding
eisini vundið nógv upp á seg í
aðrastaðni við. Men hví er binding
so nógv uppi í tíðini? Svanhild
svarar:
– Alt hevur sína tíð. Føroyska
bindisøgan vísur okkum eisini,
at binding her heima hevur verið
skiftandi ígjøgnum tíðirnar.
Við einum ráki fært tú altíð eitt
mótrák. Nú síggja vit mótrák til
massaframleiðslu, importeraðum
vørum úr Kina og einum stressað
um gerandisdegi. Størsta mótrák
til hetta man vera ein heima
bundin troyggja.
Og fara vit at binda líka nógv í
framtíðini?
– Havi hug at siga ja, men tað
er ikki sannlíkt. Mammur hava
ikki tíð at sita og binda við børn
unum í dag, so um tað ikki verður
prioriterað í samfelagnum og
skúlunum, so nei. Hesa avbjóð
ingina máttu vit eisini taka støðu
til, tá vit tosaðu við forlagið um
málbólkin fyri bókina. Eg hevði
hug at fáa tær heilt ungu við, men
hvussu nógvar 20-ára gamlar binda
í dag? Í Føroyum finnast tær, men
ikki nógvar eru í Norra og Dan
mark tíverri. Og tað er syrgiligt.
Høvdu nógv meira tilfar
Svanhild og Marjun høvdu
tilfar til eina nógv størri bók,
men forlagið prioriteraði bókina
soleiðis, sum hon er blivin.
– Tað var ringt at góðtaka, tí vit
høvdu arbeitt leingi við tilfarinum
og sóu helst, at alt kom við, men
vit eru sera væl nøgdar við bókina.
Bókin, sum kom út í Føroyum,
Noregi og Danmarks samstundis,
er ógvuliga væl móttikin. Og
kemur ein tvey’ari?
– Tað eru tað nógv, sum
spyrja. Hvør veit. Eg havi tilfarið
í høvdinum til eina afturat,
men hetta er eitt stórt og tíðar
krevjandi arbeiði. Eitt arbeiði, sum
eg má gera í frítíðini, og hon er ikki
tann stóra, tí eg havi eitt krevjandi
dagligt arbeiði, sum skal røkjast.
– Fólk hava bundið skipstroyggjur, hosur og skóleistar í Føroyum í øldir – úr føroyskum tógvi. Eg hevði
hug at síggja tey vøkru mynstrini við tógvi úr øðrum heimspørtum eisini. Í uppskriftunum í bókini havi eg
tí brúkt eitt breitt úrval av tógvi frá Sandenes Garn. Frá norskari ull til tweed, alpakka, mohair og silki
– Blátt hevur stóran leiklut í mínum hugaheimi, ivaleyst tí Føroyar
eru umgirdar av sjógvi. Tað kennist, sum havið er endaleyst, og
onga staðni finni eg slíkan frið og íblástur, sum her heima