Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 12 Sosialurin S um vanligt byrjar álmanakkin við einum álmanakka, upplýsingum um dagarnar í árinum, nær sól og máni rísa og seta, hvussu langur dagurin er og mangt annað. Saman við vanligu upplýsingunum í einum álmanakka, sigur hesin eisini frá, hvørjir kirkjutekstir prædikað verður eftir ymsu dagarnar. Regluligir brúkarar av álmanakkanum finna skjótt aftur til hentastu síðirnar. Aftur í ár eru streymkurvarnar og vestfalskyrrindi at síggja á síðunum 72, 73, 76 og 77. Frá síðu 78 og frameftir eru streymkort fyri Føroyar. Síðani koma kósir innanoyggja, talva um vind og ættir, og so orðalistar við nøvnunum á fiskum, hvalum og kópum á føroyskum, donskum, norskum, íslendskum, enskum, týskum og latínskum. Eisini er eitt yvirlit yvir rygningartíðina (gýtingartíðina) hjá ymsum fiskum. Bulurin í bókini er tann, sum hevur við skipini at gera. Á síðu 120 byrjar yvirlitið yvir motorbátar við dekki millum 5 og 20 brt og líka til síðu 337 er tað sjóvinnan, sum er miðpunktið. Eftir smáu motorbátarnar kemur eitt yvirlit yvir havnirnar í Føroyum, síðani løggildað virkir og landingarmiðstøðir og vitar, og so skipalistin. Umframt hetta er ein rúgva av øðrum hentum kunnleika, sum til dømis morsu-teknini ov yvirlit yvir strandaradiostøðirnar. Landbúnaðurin og alingin fylla eisini eitt sindur álmanakkanum. Markatalsbygdirnar eru allar upplýstar og síðani koma ymiskt hent ráð í samband við landbúnaðin. Eitt yvirlit yvir seyðamarkini eru eisini við í álmanakkanum. Síðani koma leiðbeiningar og løgtingslógir millum annað um haruveiðu og fuglaveiðu. Listar yvir løgtingsfólk og landsstýrisfólk, yvir prestar, læknar og borgarstjórar í Føroyum eru eisini at finna, eins og kunning um oyggjar og fjøll, fólkatalið og vegalongdirnar. Sum vanligt er eisini eitt yvirlit yvir tey góðtiknu fólkanøvnini at finna. Eins og undanfarin ár er tað Erling Isholm, sum ritstjórnar og H. N. Jacobsens bókahandil, sum gevur Álmanakkan út. Álmanakkin 89. útgávan av Álmanakkanum er sum allar hinar útgávurnar kjokkfull av hentum upplýsingum. M est umrødda bókin í ár mann vera "2000 - tá Føroyar skuldu loysa". Hon kom út síðst í september, og líka síðani hevur hon ligið ovast á metsølulistanum hjá Rit & Rák. Bókin snýr seg um tá Føroyar um aldarskiftið skuldu taka fullveldi. Hetta var ein sera dramatisk tíð við stórum ætlanum, bjørtum vónum, men eisini óvanliga hørðum og beiskum stríði. Høvundurin fer nær at tí, sum hendi. Vit koma enntá heilt inn í fundarhølið á Christiansborg og sita mestsum við borðið og kunnu fylgja við í tí, sum stundum minnir um nevaleikir millum løgmann og danska forsætisráðharran. Men vit hoyra eisini um stríðið innlendis í Føroyum, sum endar við eini stórari uppgerð millum høvuðspersónarnar, Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal. Høgni má bakka, men fær stuðul frá hundraðtals loysingarfólkum, sum eru savnað á Vaglinum. Ov strong tulking Tá alt hetta hendi var Sjúrður Skaale embætismaður. Nú er hann politikari. Hvussu kann hann sum fólkavaldur bróta sína tagnar­ skyldu, og almannakunngera nakað, sum Løgmansskrivstovan ikki vil hava út? – Eg var í stórum iva, svarar Sjúrður Skaale. Men eg haldi, at fólk hava rætt at fáa innlit í hetta. Og eftir at hava tosað við sakkøn fólk bleiv eg sannførdur um, at eg skuldi gera, sum eg havi gjørt. - Løgmansskrivstovan er jú ikki nakar dómstólur, og hevði eg verið meldaður rokni eg við, at eg hevði vunnið sakarmálið. Løgmansskrivstovan hevur helst rætt at halda pørtum av tilfarinum aftur - men ikki øllum. Og eg vildi heldur geva fólkið hetta innlitið enn virða eina alt ov stranga tulking av lógini um tagnarskyldu, sigur hann. Ikki partapolitikkur At Sjúrður Skaale er fólkavaldur reisir eisini ein annan spurning: Er útgávan politiskt litað? – Tað síggi eg á netinum, at summi vilja vera við. Men felags fyri tey øll er, at tey ikki hava lisið bókina. Øll, sum hava lisið hana, hava givið mær positivar afturmeldingar - bæði sambandsfólk og loysingarfólk, sigur hann. Sjúrður Skaale er farin frá Tjóðveldinum til Javnaðarflokkin. Merkir hetta ikki bókina? – Aftur her: Tað síggi eg, at summi føra fram. Men tey sum hava lisið hana síggja, at eg sanniliga eisini eri kritiskur móti Javnaðarflokkinum, sum spældi eitt slag av dupultspæli hesi árini: Hann legði seg beint upp at landsstýrinum í fullveldismálinum - men var samstundis í harðari andstøðu til landsstýrið. – Endamálið er at siga søguna, sum hon var. Tað er sjálvandi sætt gjøgnum míni eygu - men atlit til flokkar stýra ongum, sigur høvundin. Stríð um vald Sjúrður Skaale sigur seg hava brúkt fleiri ár um at skriva bókina. Hvat hevur verið drívmegin? – Søgan hevur verið fantastiska spennandi. Hetta var eitt stríð um virðir og vald. Stundum var tað flott - stundum var tað skitið. Men tað var alla tíðina hendingaríkt og dramatiskt. Kemur nøkur onnur slík bók frá Sjúrði Skaale? – Nei. Ikki nøkur sum hendan. Hetta var heilt serstakt. Men hugurin at skriva er stórur, so kanska okkurt verður, sigur hann. – Valið stóð millum at virða eina ov stranga tulking av reglunum ella at geva fólki innlit í tað, sum hendi. Tað sigur Sjúrður Skaale, sum breyt tagnarskylduna fyri at kunna skriva umstríddu bókina um fullveldislandsstýrið Sjúrður Skaale leggur bók sína fram í Norðurlandahúsinum Ársins metbók – politiskur thrillari úr veruleikanum