Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 16 Sosialurin J óanes Nielsen kemur endiliga við upp­fylgj­ aranum til Brahma­ dellarnir. Tað eru longu fimm ár síðani fyrra bókin um Tóvó kom út. Ymiskt var, hvussu hon var móttikin, onkur kallaði hana eitt nýbrot, meðan onnur kallaðu hana skendska og brutala. Líkamikið, nú er onnur bókin um Tóvó komin, og tekur hon við, har hin fyrra slepti. Tó fáa vit eitt størri innlit í uppvøksturin hjá Tóvó í Sumba og hvørja ávirkan hetta hevur havt á lívsleið hansara síðani. Marjun Syderbø Kjelnæs vann kappingina, sum Rithøvundafelagið hevði í fjør. Málið var at skrivað eina samtíðar skaldsøgu. Nú er endaliga bókin klár og hevur hon fingið heitið Óendaliga Vera. Bókin er um Veru, sum liggur á ellisheimi og ikki longur fær tosa, um tankarnar, sum mala í høvdi hennara, um minnini – og um Leon, sum kemur á ellisheimið og skal gera upp við tað, sum eftir er av lutum hjá Veru. Spurningurin er, hvat av tí gamla skal goymast og hvat skal blakast burtur. Steintór Rasmussen er eitt kent navn í føroyska listaumhvørvinum, men ongantíð hevur hann roynt seg innan skaldsøgur áður. Nú kemur hann við bókini Deyðin fer í bindiklubb. Í Norðvík verður ein 42 ára gamal maður funnin, dripin við stokkum gjøgnum háls og bringu. Vit fylgja skiftivís mordaranum, ið sigur sína søgu, og nøkrum bindiklubbavinkonum, ið royna at fáa greiðu á tí, sum hent er — men eiga tær kanska eisini sín lut í tí? Alt stevnir fram ímóti, at tær skulu hittast í bindiklubbajólaveitslu. Eitt vita tær tó ikki: deyðin er eisini boðin til borðs. Hetta er ikki einasta føroyska brotsskaldsøgan, ið er komin út í ár. Jógvan Isaksen hevur aftur blást lív í Hannis Martinsson. Hesaferð er tað drotningavitjanin fyrr í ár, sum er karmur um seinasta ævintýrið hjá fyrrverandi blaðmanninum. Fleiri yrkingasøvn eru komin út í ár. Tóroddur Poulsen hevur latið verkið Skriftstøð úr honum, Sólrún Michelsen hevur skrivað savnið Ein farri av fráferð og Sissal Kampmann hevur skrivað Sunnudagsland. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur eisini funnið stundir til at skriva yrkingar og letur savnið Opna úr honum, meðan Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað Úrtíð. Vónbjørt Vang royni seg við sínum næsta yrkingasavið, sum ber heitið Djúpini. Úrtíð er fjúrtanda savnið eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta savnið leggur seg á sama bógvin, sum tey seinastu søvnini. Tað hevur ein tilverutráð gjøgnum alt savnið, har orð, og kenslur, støð, lutir og foreldur ganga aftur. Savnið er um, hvussu menniskju í úrtíð koma í støður. Tey gerast foreldur og skulu byggja sína tilveru sum foreldur, og ongin veit, um hetta eydnast, fyrr enn tú hevur roynt tað í nøkur ár, og tá traðka minni til. Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er skrivað í Vestmanna, har Sissal vaks upp. Tekstirnir eru millum annað ein uppgerð við tað uppsteðgaða samfelagið og tað huglag, sum kann liggja i sunnudegnum. Sostatt kann savnið eisini lesast sum ein kritikkur av, hvat ið átrúnaðar kann gera við okkum. Ein farri av fraferð: 'Ein farri av fráferð'. – Sjálvt heitið á nýggja yrkingasavninum eftir Sólrúna Michelsen boðar frá kensluni av onkrum til tíðir ræðandi, ófrættakendum, fremmandum. Samstundis boðar heitið frá einum longsli, onkrum kendum, tryggum. Alt hetta saman stendur handan hornið og bíðar tær. Djúpini er eitt yrkingasavn, sum tematiserar hugtøk sum elli og tað vera avvaraðndi at fólki, sum eru komin uppí ellisárini. Hetta er eisini eitt savn um tey støð og tey menniskju, ið mynda okkum, ella kanska um alt tað, sum doyr og forgongur, meðan vit hyggja at tí. Men hóast dapra evni insistera yrkingarnar uppá, at deyði og forfall eisini rúma ljós og vakurleika. Fleiri stórverk innan siðsøgu eru komin út. Tvær av tjóðarhetjunum, Nólsoyar Páll og Magnus Heinason, fáa hvør sína bók um ævisøgur sínar. Eisini er bók komin út um ævisøguna hjá Jens Christian Svabo. Føroyingasøga er komin í nýggjari týðing eftir Eivind Weyhe. Fyrsta týðingin kom í 1832, men síðani eru nógvar týðingar komnar. Týðingin hjá Eivind Weyhe sigst liggja nærri at upprunaútgávuni, samstundis sum søgurnar eru taldar í einum nútíðar málbúna. Stórverkið Føroyska Rokk­ søgan kom út fyrr í heyst. Hon lýsir rýtmisku tónleika­søguna í Føroyum frá frumrokki til altjóða tónleikapallin í 10' unum. Tað eru Hans Egholm, Uni L. Hansen, Niels Uni Dam og Karstin L. Hansen, sum hava lagt útgávuna til rættis. Feðgarnir Hanus og Óli Samró hava skrivað hvør sína bók um fiskiskap og fiskimørk, Kitty May Ellefsen og Jógvan Arge skrivað um lív sítt. Sjúrður Skaale hevur skrivað um loysingartilgongdina í Føroyum um aldarskiftið, meðan mammubeiggi hansara Absalon Absalonsen hevur skrivað eina andaliga bók, nevnda Hugleiðingar og staðfestingar. Hetta er bara eitt lítið úrval av øllum bókunum, sum eru komnar út frá nøkrum av føroysku forløgunum í ár. Heilt víst er okkurt at finna her at leggja undir træið fyri at gleða teg ella tíni. Eitt ríkt úrval av føroyskum bókum Føroysku útgávurnar í ár fevna sera vítt. Skaldsøgur, yrkingasøvn, barnabøkur og siðsøgulig verk eru alt at finna. Nýggir rithøvundar royna seg fyri fyrstu ferð, meðan onkrir av okkara royndu rithøvundum aftur hevur eina útgávu klára. Her er eitt úrval av teimum føroysku bókunum, sum eru komnar út í ár