týsdagur 22. november 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2016
20
Sosialurin
A
lfa bókahandil í Klaks
vík er ein av stóru
bókahandlunum uttan
fyri høvuðsstaðin.
Hóast handilin ikki einans selur
bøkur, hvør bókahandil ger tað
í hesum døgum, so er bókasølan
enn ein stórur partur av
virkseminum.
Torbjørn Bringsberg sigur,
at í øllum førum hjá Alfa keypa
fólk fyrst og fremst ævisøgur og
yrkisbókmentir, og í minni mun
skaldsøgur.
– Eg havi inntrykk av, at tað eru
ævisøgur og søguligt tilfar, sum
selir best, serliga um tað eisini
er lokalt. Í fjør var tað bókin um
Klaksvíksstríðið og í ár vænti eg,
at bókin um Nólsoyar Páll fer at
vekja áhuga. Eg haldi at fólk vilja
helst lesa um onnur fólk, sigur
hann.
Í so máta skuldi verið nokk
av úrvali hjá fólki. Jógvan Arge
skrivar sínar endurminningar,
meðan Sjúrður Skaale hevur
skrivað um hendingarnar í
samband við tjóðskaparstríðið um
aldarskiftið. Óli Olsen skrivar um
Nólsoyar Páll, meðan Páll Nolsøe
skrivar um Magnus Heinason.
Minni verður selt av
skaldsøgum, har eru tað eisini
tær donsku, sum fólk keypa mest.
Tey halda seg fyri tað mesta til
kend nøvn. Tó so, kanska nakrar
fleiri føroyskar skaldsøgur fara
at verða seldar har norðuri,
nú klaksvíkingurin Steintór
Rasmussen hevur skrivað eina
krimi, Deyðin fer í bindiklubb.
Fleiri aðrar føroyskar skaldsøgur
eru tó útgivnar, millum annað
Óendaliga Vera hjá Marjuni
Syderbø Kjelnæs, Bommhjarta
hjá Jóanesi Nielsen og Ø hjá Siri
Ranvu Hjelm Jacobsen.
– Føroyskar barnabøkur selja
eisini sera væl. Vit gera einki við
danskar barnabøkur, tað haldi eg
ikki er nøkur orsøk til, tá vit hava
so nógv tilfar á føroyskum, sigur
hann. Tað er tí líkt til, at fólk eru
røsk at keypa føroyskar bøkur til
børn. Eisini her er úrvalið á góðari
leið. Eins og í fjør, so eru sjey
føroyskar barnabøkur útgivnar
í ár, umframt at 37 barna- og
ungdómsbøkur eru týddar og 28
nýggjar krabbabøkur eru útgivnar.
Millum føroysku barnabøkurnar
eru til dømis Wilbert, eftir Bárði
Oskarssyni, Stjørnan eftir Heina
Hestoy og Froskarnir í Nólsoy
eftir Joan Sørinadóttir og Birde
Poulsen.
Vilja lesa um onnur fólk
Ævisøgurnar og søguliga tilfarið hevur størst áhuga millum
fólk, sigur stjórin á Alfa Bókahandli í Klaksvík
Í
ár hevur Miðlahúsið valt
at taka táttin upp aftur.
Umfar fyri umfar verður
farið í gjøgnum gongdina í
føroyska fótbóltsárinum.
Góða byrjanin hjá HB verður
viðgjørd, men B36 fylgdi væl
við fyrstu tíðina. Síðani kom
uppreisnin hjá KÍ í øðrum
triðingi av kappingini. Ein eftir
ein mistu eltararnir takið, men
Víking kláraðu teir myrkabláu
ongantíð at rista heilt av sær.
Tey bæði hittust í steypafinaluni
og stutt eftir í landskappingini,
og klaksvíkingar mundu halda,
at teir vóru við yvirvágna, tí tað
eydnaðist teimum at vinna báðar
hesar dystirnar.
Seinastu umførini koppaði tó
alt á, tá KÍ heilt óvæntað tapti
móti AB á Argjum. Víkingi tørvaði
bara hendan eina møguleikan og
snávaði ikki á leiðini móti fyrsta
FM-heitið felagsins.
Bókin Føroyskur fótbóltur
fylgir gongdini hjá øllum liðunum
alt kappingarárið. Í bókini eru
frásagnir frá dystunum og
samrøður við spælarar, eins og øll
úrslitini sjálvandi eru at finna.
Hvørt lið verður eisini viðgjørt
hvør sær og mett verður um,
hvørjir hava verið mest týðandi
leikararnir og stjørnuskotini.
Eisini verða føroysku liðini, sum
ikki eru umboðaði í Effo-deildini
viðgjørd.
Avrikini hjá føroysku
feløgunum, sum luttóku í
evropisku kappingunum verða
eisini umrødd í bókini.
Góða árið hjá landsliðnum
endurspeglast sjálvandi í bókini,
eins og framúr góðu avrikini hjá
ungdómslandsliðunum verða
umrødd. Eisini er yvirlit eru
yvir allar føroyameistararnar
og steypavinnararnar í øllum
deildunum
Umframt alt hetta er hópin av
hagtølum at finna í bókini, sum
heilt víst verður eitt stórt hitt
millum allar fótbóltsfjepparar,
ungar sum gamlar. Tað eru
ítróttarskrivararnir hjá
Miðlahúsinum, ið hava staðið fyri
útgávuni.
Stemningur til síðsta bríksl
Bókin um føroyska fótbóltsárið plagdi at vera fastur partur av lesnaðin hjá
mongum føroyskum manni, men nú eru mong ár síðani seinasta bókin kom