Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 22 Sosialurin Cambridge blástemplar søguna um Dollan C ambridge University er ein tann mest viður­ kenda lærdi háskúli í heiminum. Hann gevur út fleiri tíðarrit. Millum hesi er Journal of African History, sum er fremsta tíðarrit um Afrika søgu, sum kemur út. Hetta tíðarrit kemur út tríggjar ferðir um árið. Innihaldið er greinir og ummælir av bókum, sum eru skrivaðar í samband við søgu um Afrika. At fáa ummæli í hesum tíðar­ riti verður roknað fyri at vera ein tann fremsta akademiska viðurkenning, sum kann fáast. Tá ið bókin “Daniel J. Danielsen and the Congo: Missionary Campaigns and Atrocity” kom út í 2014 heitti ein av ritstjórunum, Barbara Cooper, sum er professari á lærda háskúlanum Rutgers, The State University of New Jersey, USA, á søguprofessaran á Beckett lærda háskúlanum í Leeds, Dr Rob Burroughs, um at ummæla bókina. Hetta gjørdi hann skjótt, men í akademiska heiminum gongur ofta seint fyri seg, tí er ummælið nústani komið. Í stuttum kann sigast, at um­mælið váttar niðurstøðuna í bókini um leiklutin hjá D.J. Danielsen, at tað var hann sum í 1903 við sínum ljósmynda­ fyrilestrum um ræðuleikarnar í Congo byrjaði ta tilgongd, sum førdi til, at belgiski kongurin í 1908 mátti geva Congo frá sær til belgiska statin. Hetta er sama niðurstøðan sum í øðrum ummælum hjá serkønum søgufólki í USA og fleiri europeiskum londum sum Írandi, Bretlandi, Hollandi, Týsklandi og Noregi. Sum í einum røttum tilmæli er eisini onkur atfinning, men hetta er serliga um fótnoturnar, sum í onkrum føri ikki eru nóg fullfíggjaðar. Hetta broytir tó ikki høvuðsniðurstøðuna. Hetta verður rættað í pdf útgávuni á netinum. Hetta ummæli er tískil ein almenn váttan frá hægsta stað um, at havnarmaðurin D.J. Danielsen, Dollin, eigur ein part í heimssøguni, enn tá til tað betra. Áhugað kunnu lesa ummælið við viðmerkingum hjá keldum til bókina á heimasíðuni www.olijacobsen.com Á heimasíðuni kann bókin eisini lesast online. Eisini er á henni eitt ískoyti til bókina “Dollin, havnarmaðurin sum broytti heimssøguna”, sum kom út í 2010. Hetta ískoyti umfatar tað týdningarmesta av tí, sum er komið framat afturat, eftir at henda bók kom út, og sum er í seinnu bókini. Dr Robert Burroughs, sum hevur skrivað ummælið The Journal of African History gevur ensku bókina um Dollan gott ummæli S tórverkið Føroyska Rokksøgan kom út í summar. Á yvir 400 síðum siga teir fýra, Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Uni L. Hansen og Niels Uni Dam frá føroysku rokksøguni líka frá Tey av kamarinum vóru at hoyra fyri fyrstu ferð fyri 60 aárum síðani Rokksøgan sigur frá rákum og nøvnum, sum hava myndað føroyska rokkin, frá Simma, teimum av Kamarinum og eisini Red Boys, sum kollveltu tónleikapallin í Vági síðst í fimtiárunum, samstundis sum Hallgrím Miðberg gjørdi tað sama í Vestmanna. Í sjeytiárunum vóru tað bólkar sum Hjarnar, við Karl Martini Samuelsen á odda, Musketerarnir við Torkili Johannesen og Plúmm Í áttatiárunum komu fyrstu veruligu upptøkuhølini, millum annað setti Georg Eystan Á sín dám á føroyska tónleikaheimin, áðrenn Grungerákið tók seg upp mitt í kreppuraktu nítiárunum. Ungdómar í Føroyum loftaðu beinanvegin rákinum. Mold vóru grunge kongarnir í Føroyum. Bólkurin Enekk víðkaði karmarnar hjá føroyskum tónleiki fyrst í nítiárunum. Oddamaðurin í bólkinum Kári Sverrisson hevur síðani sítt gjøgnumbrot á føroyska tónleikapallinum við Enekk verið fast innbúgv á fremstu rók og hevur samstarvað við nógvar tónleikarar aðrar tónleikarar, nú í Orka. Aldarskiftið boðaði frá nýbroti innan føroyskan rokktónleik, har ein ørgrynna av bólkum tóku seg fram. Ein tann best dámdi og virdi bólkurin um hetta mundi var Deja Vu. Nú eru kend nøvn á dags­ skránni. Eivør Pálsdóttir, Týr og Lena Andersen teljast millum okkara royndu tónleikarar, Greta Svabo Bech, Byrta og Sakaris hava fingið fótafesti og Danny & the Veetos og Punjab fara væntandi eisini at vinna sær eitt pláss í føroysku rokksøguni í árunum, sum koma. Bókin Føroyska Rokksøgan er full av frásagnum um ymsar hendingar, persónar og tónleika­ bólkar, meðan tónleikarák, vitjanir og festivalarnir sjálvandi eisini eiga sítt pláss. Bókin hevur fylt eitt tómrúm í føroyska tónleikaheiminum og man eisini fara at fylla mangt tómrúmið í bókahillunum um landið. 60 ár við føroyskum rokki