Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 2 Sosialurin Jól í Havn Jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygar­ dagin kl 15.30. Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni. Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík. Tiltakið Barnajól verður leygardagin 3. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarin­ fabrikkin skipar fyri. Hetta fara vit eisini at hoyra meira um sum frálíður. Leygardagin 10. desember kemur jóla­ skipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonn­ un­um, sum bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum. Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður sunnudagin 18. desember. Aftrat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum. Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum, har møgu­ ligt verður at keypa sær kakao og annað gott. Skoytubreytin verður aftur á Vaglinum. Skoytubreytin letur upp 26. november, eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað. Ætlanin er at skoytubreytin skal verða opin til mið­ skeiðis í januar, nærri verður kunngjørt um tað seinni. Opið verður frá kl. 14.00 til 22.00 sunnudag til fríggjadag og leygardag frá kl. 10.00 til 22.00. Fyrrapartstímarnir gerandisdagar eru avsettir til skúlar, barnagarðar og stovnar at leiga. Kostnaðurin verður ávíkavist 20 og 10 krónur fyri vaksin og børn, og tað sama fyri skoytuleigu. Ferðslan á Vaglinum verður í hesum sam­ bandi umskipað og nýggj parkerings­pláss verða tøk á Vaglinum frá 26. november. Endaliga skráin og treytir annars verður kunngjørt seinni. Skoytubreytin aftur á Vaglinum Jólatræið tendrar leygardagin