Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 4 Sosialurin Jól í Havn Eins og undanfarin ár verður skipað fyri jólakonsert í Norðurlandahúsinum við Føroya Symfoniorkestri. Tað verður leygardagin tann 4. des­ ember, at árliga jólakonsertin verður í Norðurlandahúsinum í Havn. Konsertin er eitt gott høvi hjá allari familjuni at vera saman og njóta eina felags løtu við góðum tónleiki hjá ung­um, evnaríkum solistum og ikki minst at hoyra góða sangin hjá stóra barna­kórinum. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norður­ landahúsinum, www.nlh.fo. Tað savnast altíð ein øgrynna av fólki, tá ið jólaskipið fullsett av jólamonnum stevnir inn í Vágsbotn nakrar fáar vikur fyri jól. Hetta er ein dagur, sum bæði stór og smá síggja fram tið við spenningi, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað eru jólaljós í eygunum á børnunum, tá ið tey síggja jóla­ skipið leggja at bryggju í Vágsbotni. Í ár kemur jólaskipið júst tvær vikur fyri jóla til Havnar. Tað er leygardagin 10. des­em­ ber klokkan trý, at fólk, bæði stór og smá, skulu minnast til at leita sær oman í Vágs­ botn at taka ímóti jólaskipinum og teim­um mongu jólamonnunum, sum eru umborð, og sum óivað hava okkurt gott við til børnini. Er tað nakað, sum serliga børnum dáma væl, so er tað at gera ym­isk jóla­prýði. Og komandi leyg­ar­dag verður høvi at sleppa at gera ymiskt prýði, tá ið Frelsun­ar­her­ur­in skipar fyri árliga jólaverk­stað­num. Tað er leygardagin millum klokk­ an tíggju og tvey, at tað verð­ur jóla­ verkstaður í Frelsunar­her­inum. Stór sum smá eru hjartaliga væl­ komin, og har fara tey at gera ymisk jólaprýði, baka piparnætur, eta rís­ in­greyt og mangt annað. Tiltakið er ókeypis. Jólaskipið samlar altíð nógv Jólaskipið samlar altíð nógv Ein hending, sum altíð dregur nógv fólk oman í miðbýin í Havn, er tá ið jólaskipið kemur í Vágsbotn Jólaverkstaður hjá Frelsunarherinum Árliga jóla­konsertin er nakað serligt