týsdagur 22. november 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2016
6
Sosialurin
Jól í Havn
Tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri at gera
miðbýin í Havn so jólaligan, sum hann nú
einaferð seinastu vikurnar undan jólum.
Hetta arbeiðið verður gjørt á Visit Tórshavn,
sum í summar flutti úr gomlu hølunum í Gam
la Bókhandli á Vaglinum niðan í nýggj hølí
gamla BankNordik bygninginum í Steinatúni.
Pyntið riggast til í góðari tíð
Sum nevnt aðrastaðnis, so er tað nú leygar
dagin, at stóra jólatræið á Vaglinum verður
tendrað, og tá skal jólapyntið verður komið
upp kring allan miðbýin. Tí er neyðugt at
gera klárt í góðari tíð.
Tað ber sjálvandi ikki til at hanga alt pynt
ið upp dagin fyri, at jólatræið verður tendrað,
og tí er neyðugt at fara í gongd í góðari tíð.
Tað eru teir hjá deildini fyri gøtuljós hjá
kommununi, sum taka sær av hesum arbeiði,
og teir byrja longu 1. novembur við at eftir
kanna alt pyntið fyri at vita, um allar perur
lýsa og so framvegis, greiðir Súsanna Sond
um á Visit Tórshavn frá.
Hon sigur, at teirra uppgáva á Visit Tórs
havn er, at tey skulu skapa karmarnar til
jólini í Miðbýnum.
Vit samskipa jólini, bæði hvat viðvíkur
handilsvinnun og tiltøkum, so man kann siga,
at vit vegna kommununa skapa karmarnar,
sigur hon.
Nú jólatræið verður tendrað leygardagin,
fara handlarnir í miðbýnum eisini at hava
leingi opið. Opið verður til klokkan átta á
kvøldið, og tað merkja tey eisini á Visit Tórs
havn.
Vit koma eisini at hava opið líka leingi
sum handlarnir. Nú er tað eisini so, at vit í
fjør fingu Havnarkortið, sum bleiv ógvuliga
væl móttikið, og tað selja vit her á Visit Tórs
havn, og tí skulu vit sjálvsagt hava líka opið
sum handlarnir, sigur Súsanna Sondum.
Nýggju hølini rigga væl
Sum áðurnevnt flutti Visit Tórshavn í nýggj
høli í gamla BankNordik í summar, har man
hevur fingið ein sonevndan bussterminal við
bæði Visit Tórshavn, Gómagott og Apotek
inum. Hetta hevur riggað serstakliga væl
sambært Súsannu Sondum.
Tað hevur riggað ordiliga væl. Fólk blíva
eisini bilsin, tá ið tey koma inn her. Her kem
ur nógv fólk inn, og eg haldi, at vit síggja
fleiri føroysk andlit, enn vit hava áður hava
gjørt, sjálvt um føroyingar hava verið óførir
at ganga inn til okkara at keypa eitt nú at
gongumerkir, sigur hon.
Súsanna Sondum sigur, at tey hjá Visit
Tórshavn gleða seg til jólamánaðin, og at tey
leypandi fara at koma við nýggjum tiltøkum,
sum fólk kunnu fara til.
Tað ber eisini til at kunna seg um hesi til
tøk á serligu heimasíðuni hjá Visit Tórshavn,
www.visittorshavn.fo, har ein teigur fyri seg
eitur ”jól í miðbýnum.
Visit Tórshavn
skapar karmarnar
Tað er eitt stórt arbeiði at samskipa
allan jólahugnan í miðbýnum í
Havn, og tað er eitt arbeiði, sum
Visit Tórshavn, millum manna rópt
Kunningarstovan, skipar fyri