týsdagur 22. november 2016síða 64
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2016
8
Sosialurin
Jól í Havn
P/F Jógvan Weihe · Stiðjagøta 10 · 100 Tórshavn · Tel 35 38 97 · weihe@weihe.fo
Upplatingartíðir: Mánadag - Fríggjadag 08.00-17.30 · Leygardag 09.00-14.00
NÝTT JÓLABLAÐ
Frá Jógvan Weihe
Verður borið út um alt landið mánadagin 28. november 2016
Jólakalendarin
Facebook
Goym blaðið, og svara spurningum
inni á Facebook síðuni hjá Jógvan
Weihe frá 1. - 24. desember.
Tað er eitt afturvendandi tiltak hjá Marg
arinfabrikkini, at tað verður skipað fyri
barnajólum. Leygardagin 3. desember verð
ur tiltakið á skrá í ár, og verður tað eins og
undanfarin ár, so koma nógv børn á gátt á
Margarinfabrikkini.
Leikur, baking og tilevnan
Tað er nógv ymiskt á skránni hendan dagin
á Margarinfabrikkini. Eitt nú verður jólabak
aríið, har børnini sjálvi sleppa at baka sínar
egnu jólakøkur.
Eisini verður grafiskur verkstaður, har
børnini sleppa at gera sítt egna prent. Og
tað er ikki bara innan tað grafiska, at børnini
sleppa at royna síni skapandi evni.
Føroyingar eiga nógv dugnalig listafólk,
og eitt av teimum er Guðrið Poulsen, sum
er kanska fremsti føroyingur innan leirlist,
og hon fer at evna ymiskt úr leiri saman við
børnunum í Margarinfabrikkini.
Tað sama fer dugnligi teknarin, Janus á
Húsagarði, sum hevur myndprýtt nógvar
barnabøkur, og har fer at leggja børnunum
lag á grundreglarnar við tekning í Margarin
fabrikkini hendan dagin.
Í Margarinfabrikkini hava tey eisini ein
bólk, sum nevnist Dramabørnini, og hesi fara
at framføra ein jólaleik í sambandi við barna
jólini í Margarinfabrikkini.
Tiltøkini eru so mong í tali, at tað er ikki
at, sum rúmast í Margarinfabrikkini. Tí
verður eisini farið yvir um Tórsgøtu yvir
í Posthúskjallaran, har nøkur tiltøk eisini
verða.
Eitt nú fara Jólastjørnurnar, sum eru børn
og ung úr Margarinfabrikkini, at framføra
ymiskt í Posthúskjallaranum, og har verður
eisini ein sonevnd salong, har børnini sleppa
at verða andlitsmálað, fáa jólaneglalakk og
flætta og sett hár.
Og ikki minst, so verður eisini nakað til
tær søtu tenninar, tá ið tey fara at gera bomm
í Posthúskjallaranum.
Eins og undanfarin ár koma jólamenn á
rossabaki á vitjan í Havnargøtum fyri jóla,
og hetta verður síðsta sunnudag í advent,
nevnliga sunnudagin 18. desembur.
Tá koma jólamenn á rossabaki á vitjan
í gøtunum, og teir fara heilt víst at hava
okkurt gott við til børnini.
Jólamenn
á rossabaki
Barnajól á
Margarinfabrikkini
Leygardagin 3. desember verður skipað
fyri Barnajólum í Margarinfabrikkini