hósdagur 24. november 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
25. november 2016
Tað skaðar trúvirði hjá politisku
skipanini, um tingfólk misnýta
møguleikan at spyrja ráðharrar
At Sjúrður Skaale umframt at vera politik
ari eisini er skemtari og spiloppmakari sást í
donskum miðlum í vikuni.
Í spurnartímanum til forsætisráðharran
mikudagin var tað serliga spurnignin frá
Sjúrður Skaale, fólkatingsmanni, sum fjøl
miðlarnir hava lagt til merkis.
Sjúrðu Skaale spurdi tann einfalda
spurnignin:
– Hvussu hevur tú tað Lars? Hvussu
gongur?
Og tað at forsætisráðharrin kundi svara
á føroyskum og siga »tað gongur fínt«, so
rungaði láturin í øllum fólkatingssalinum.
Skemt ella ikki skemt. Sjúrður Skaale
grundgav spurnignin við at siga, at í hesum
spurnartímum til forsætisráðharran snýr
tað seg altíð um at vera tann, sum setir tann
mest keðiliga spurningin til forsætisráð
harran. Tann spurningin, sum fær forsæt
isráðharran at siga okkurt býtt, ella sum
á onkran hátt fær forsætisráðharran av
kósini. Verður hann framsettur negativt, so
hevur spyrjarin vunnið.
Sjúrður Skaale samanbar við fjølmiðl
arnar, sum eisini royna at fáa politikarar á
skeiva kós við keðligum, beinraknum spurn
ingum. Men er talan um til dømis menta
persónar, so verður altíð spurt við opnum
spurningum, segði hann.
Vit kenna eisini hesar spurningar í Løg
tinginum. Endamálið er tað sama. Hjá and
søðuni at fáa seta landsstýrisfólkum keðilig
ar spuringar, sum fáa sett landsstýrisfólkini
í ringt ljós á onkran hátt.
Samgongufólkini seta hinvegin púra
greiðar spurningar – ofta um mál, sum tey
als ikki nýtast at spyrja um, tí svarið er so
greitt, at tey sjálvi kunnu finna út av tí. Ella
við at seta spurningar – har tað sæst á øllum
brøgdum, at spurningur og svar eru avtalað
frammanundan. Tingfólkið spyr, og fær tað
svar, sum avtalað er við landsstýrisfólkið
frammanundan.
Tað er jú beinleiðis óreiðiligt.
Ikki tí. Tað er gott, at parlamentini hava
møguleika at seta ráðharrum spurningar.
Soleiðis skal tað sjálvandi vera. Men tað
skaðar trúvirðið hjá allari politisku skip
anini, tá fólk gera sær dælt av skipanini og
misbrúka hana.
Tí var spurningurin hjá Sjúrði Skaale
kanska meira eitt svar enn ein spurningur.
– Í nýggja filminum um
havnarmannin Niels Ryberg
Finsen er hann komin undir
heiti: »Store Danske Viden
skabsfolk« .
– Men vit hava sjálvi skyldina
av hesum.
Tað heldur Birgar Johanne
sen.
– Meðan hvørt mans
barn í Danmark kennist
við navnið Niels R. Finsen, eru tað fá ung her
heima sum kennast við navnið.
Í Danmark rennur man seg í standmyndir av
N.R.F. yvir tað heila, men her í Havn er bert ein
gloymd og illa viðlíkahildin »lund« og ein kopar
pláta at síggja í Krókabrekku.
Í hesi somu "lund" stendur ein steinur har
Finsen sum smádrongur høgdi stavirnar N.R.F. í.
– Hvat við at gjørt eina standmynd av smá
dronginum Niels R. Finsen, har hann knelandi
sæst høgga stavirnar í steinin. Og hvat við at
festa eina plátu á húsini úti á Reyni har Finsen
er føddur? spyr Birgar,
sum tó fegnast um, at
vit hava Niels Finsens
gøtu í Havn.
– Man nøkur vera í
Danmark?
Hvussu hevur tú tað Lars?
Standmynd
av Niels Finsen
gloyma søguna
Les eisini blaðið
á telefonini
Landsbanki,
váðaráð og bú
skapargrunnur
Kristina Háfoss
Viðmerking síða 37
Stuttskygdur auk
tións-politikkur
Virgar Dalsgaard
Viðmerking síða 36
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Komandi summar fara trý
ymisk flogfeløg at røkja
flúgving upp á Føroyar
Umframt okkara egna Atlantsflog, so fer SAS
undir flúgving millum Keypmannahavn og
Vágar tann 26. mars komandi.
Mikudagin bórust tíðindi um, at skotska
Loganair fer at flúgva millum Aberdeen í
Skotlandi og Føroyar. Hendan flúgvingin
byrjar 26. mai. Felagið fer at flúgva til Føroyar
tvær ferðir um vikuna í summarmánaðunum
frá 26. mai til september.
– Hetta er eitt arbeiði, sum hevur verið í
gongd í fleiri ár – at skipa eitt rutusamband
millum Føroyar og norðrara partin av Skot
landi, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága
Floghavn.
Tá Atlantsflog gavst við londonflúgv
ingini, varð sagt, at tey skuldu flúgva til
Aberdeen í staðin. Tað endaði kortini við, at
Atlantsflog heldur fór at flúgva til Edinburg.
– Vit hava nógv samband við Aberdeen.
Nógvir føroyingar mynstra í Aberdeen, bæði
við fiskiskipum og í frálandavinnuni. Eisini
er Aberdeen størsti lestrarbýur uttan fyri
Danmark, sigur Jákup Sverri Kass.
Síðani 1975 hava bæði Strandferðslan og
Smyril Line siglt upp á Skotland og Hetland.
Men síðani 2008, tá Smyril Line gavst við
skotlandssiglingini, hevur einki sjóvegis
ferðafólkasamband verið millum Skotland
og Føroyar.
Loganair sigur í tíðindaskrivi, at tað eisini
verður lætt at ferðast til Orknoyggjar og
Hetlands. Flogrutan úr Aberdeen byrjar í
Sumburgh í Hetlandi, haðani til Aberdeen
og so Føroyar. Tað vil siga, at tað ber til at
ferðast beinleiðis millum Hetland og Føroyar
umvegis Aberdeen.
Úr Kirkwall í Orknoyggjum ber til at
ferðast til Føroyar, við at skifta flogfari í
Aberdeen, upp á ein tíma og 25 minuttir.
Nú er greitt, at tvey útlendsk flogfeløg –
umframt Atlantsflog, fara at flúgva til Føroya
í summar. Spurdur um vit í framtíðini kunnu
rokna við fleiri flogfeløgum, sigur Jákup
Sverri Kass, at tey støðugt eru í samskifti
við flogfeløg, men at vit ikki skulu rokna við
nøkrum øðru í 2017.
Prísurin at flúgva millum Aberdeen og
Vágar – við øllum avgjøldum – verður 741
krónur hvønn vegin – ella 1.482 krónur aftur
og fram.
Trý flogfeløg flúgva til Føroyar