hósdagur 24. november 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 136
4
Tríggir suðuroyingar møttu í Føroya
rætti, ákærdir fyri hóttanir og harðskap.
Alt óskilið byrjaði, tá hvørgin bilurin vildi
bakka, tá teir møttust í Hvalbiartunlinum.
Tá annar at enda bakkaði, róptu tey úr
bilinum eftir teimum, so at bilurin vendi
aftur. Á kolavegnum bleiv áfast millum
menn, og tí vóru tveir mans, feðgar,
ákærdir fyri harðskap og hóttanir. Tá
pápi órættaða møtti teimum báðum í
Trongisvági eina løtu seinni, brast aftur
á. Endin av tí var, at pápi órættaða eisini
varð ákærdur fyri harðskap.
Ákærin hevði fest seg við, at eini
sanvíkingurin segði seg vera svakan, tá
hann fór úr bilinum.
- Hvat meinar tú sum suðringur, tá
tú sigur svakur? Tá eg eri svakur skal eg
helst ikki hava ein knív í hondini, men er
tað eisini soleiðis hjá einum suðringi, vildi
Annfinn V. Hansen hava at vita.
- Nei, nei als ikki. Tá ein er svakur, er ein
mitt ímillum púra róligur og fullkomiliga
svakur. Norðingar vildu kanska sagt súrur
ella illur. Ein loypir ikki á fólk, tá ein er
svakur. Tá skal man vera fullkomiliga
svakur, greiddi annar av feðgunum frá.
Løtu seinni greiddi pápin av Tvøroyri
frá, at hann óttaðist, at feðgarnir úr
Sandvík fóru at drepa seg.
- Tá tú nú sigur drepa, meinar tú fysiskt
at drepa ella at drepa á suðuroyarmáli,
spurdi ákærin. Tvøramaðurin gjørdi
tó ákæranum greitt, at hann óttaðist
veruliga fyri lívinum.
Eldri sandvíkingurin greiddi tó frá,
at eftir hansara tykki var tvøramaðurin
fullkomiliga svakur í orðsins rætta suð
riska týdningi, tá hann steðgaði teimum í
Líðini og sló eftir sær við gassanum.
- Ok, so nú tosa vit um fullkomiliga
svakur, viðmerkti ákærin.
Ákærin valdi at sleppa ákærunum
móti pápanum, sum kom av Tvøroyri.
Hon metti ikki, at hon kundi prógvað, at
hann hevði ógrundað framt harðskap
móti feðgunum. Feðgarnir mugu bíða, til
sonur fríkenda hevur greitt frá, hvat eftir
hansara tykki hendi á Kolavegnum.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Black Friday er nakað
forferdiligt fjas og eg
ætli mær sita heima
og spara 100%.
Í vikuni gjørdist greitt, at ikki bara tvey,
men heili trý flogfeløg skulu nú røkja
flogferðslu til og úr Føroyum.
Um orðið sigur Sprotin
flogferðslakv1e
ferðsla við flogførum, flúgving
Flogfelagið Loganair
byrjar at flúgva upp
á Føroyar í summar
komandi ár.
Fíggjareftirlitið
heldur, at Eik Banki
noyðist at eftirmeta
samansetingina av
nevndini.
Kaj Leo Holm
Johannesen er
harmur um søluna av
Kommadørhúsunum,
sum hann ætlaði at
nýta sum móttøkuhús
Ein genta varð
árend ávegis yvir
um fótgangara
feltið við Hvíta
nesvegin og
Skræddaragøtu.
Nú er greitt, at
Landssjúkrahúsið
skal skerja virksemi
munandi í 2017 fyri
at fáa fíggjarligu
endarnar at røkka
saman.
Ráðið fyri ferðslutryg og
Trygd fara nú undir eina
herfyri fyri at minna á, at
ikki drekka og koyra.
Mikudagin tók
tunnilsfelagið av einum
tilboði um lániavtalu
frá amerikanskum
lánsveitarum um
arbeiðið at gera
Eysturoyar- og
Sandoyartunlarnar.
»Flogferðsla«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
er hægsta boðið uppá Kommandørhúsini higartil.
4,550.000
MANGT OG HVAT
Sæð á Facebook:
Hvussu skulu vit klára at taka
ansvar av egnum landi tá vit ikki
klára viðlíkahaldið av Føroya
húsinum í Keypmannahavn?
Visti tú?
Ferðaseðlar til og úr
Føroyum við LoganAir
kunnu keypast longu 5.
desember
Ein skemtilig støða tók seg
upp í Føroya rætti mánadagin,
tá eini verjin, Annfinn V.
Hansen, gjarna vildi hava
tann eina ákærda, ein
sandvíking, at greiða frá, á
norðanmáli, hvat hann meinti
Máttu umseta
suðuroyarmál
í Føroya rætti