Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 136 40 MYND: HEINESEN MYNDIR – Nú jólini nærkast við nógvum veitslum, hevur tað serliga stóran týdning at hugsa seg væl um í ferðsluni. Tað halda tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tí er Ráðið fyri Ferðslutrygd, Rúsdrekkasøla Landsins og trygg­ ingarfelagið, Trygd, gingin saman um eitt miðvíst átak, har endamálið er at steðga rús­drekka­koyring. Nú mong hugna sær á jóla­ borðhaldum kring landið, kunnu fólk koma í støður, har tey seta seg at koyra bil, hóast tey ikki eru edrú, siga tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Men tað er ikki bara bilførarin, sum eigur at hugsa seg um. Øll kunnu vit gera mun, tí tey, sum eru saman við bilføraranum kunnu eisini gera sítt til at forða fyri hann setir seg við róðrið við promillum í blóðinum. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at Trygd og Rúsdrekkasølan eru við í einum átaki við tí endamálið at forða fyri rúsdrekkakoyring. Stjórin í Trygd, Janus Thomsen sigur, at rúsdrekka er uppi í fimmtu hvørjari deyðsvanlukku, og tí er tað týdningarmikið at varpa ljós á hetta. Og stjórin á Rúsuni, Rógvi Andrias Fossádal, sigur, at eftir lógini eigur Rúsdrekkasølu at vera við í upplýsandi tiltøkum um rúsdrekka og um vandarnar við nýtslu av rúsdrekka. Eitt, tey hava gjørt í hesum sambandi, er ein stuttur filmur, sum skal minna á avleiðingarnar, ið kunnu standast av at koyra við kenning. Á øllum deildum hjá Rús­drekka­ søluni og Føroya Bjór verður boðskapurin frá filminum ógvuliga sjónligur. Hetta við merkjum á vørum og inni í hølunum. Í hesum sambandi hava tey eisini gjørt plakatir, sum fara at hanga í skeinkistøðum, og sum eisini kunnu fáast í eini stødd, eitt nú til telduskíggjar, sum hóska til privatar veitslur. Í sambandi við tiltakið verðu ljós varpað á rúsdrekkakoyring á portalum, á internetinum og í sjónvarpinum, umframt at fólk á jólaborðhaldum fara at síggja myndirnar, tá tey eru í býnum. Og boðskapurin er ein­fald­ur og hann er, at steðga rúsdrekkakoyring, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. 40 BAKSÍÐAN F regnartænasta, skjótt einasta tænasta, sum er eftir, veit at siga, at Afganistan fyrireikar innrás í USA. Endamálið við hesum inntrivi er, sjálvandi, at hjálpa amerikanarum, teimum, sum tað vilja, við at fáa fólkaræði. Tað hava tey uppiborið, halda tey í Afganistan. Endamálið er sjálvandi ikki at fáa fatur í amerikonsku oljuni. Nei, fólkaræði og frælsi eru virðini, sum tey í Afganistan vilja geva ameri­ kanarum við vápnamegi og bumbum. Annars vil eg, sum ein starvs­ felagi, líka gløggur og skarpur sum eg, segði hendan myrka morgunin, ugga kvinnurnar, sum enn gráta, tí Hillary tapti, at um eitt hálvt ár ella so fær eitt av heilt stóru fólkaræðunum í Evropa kvinnu sum forseta. So andið róliga og gleði tykkum til at fáa eina systur í hægsta embæti. Ein kvinna er ein kvinna er ein kvinna. Og øll uttan kvinnur vita, at kvinnur eru líka vánaligir leiðarar sum menn. Og Hillary ella onkur onnur kann altíð royna aftur um átta ár, tá Trump ikki sleppur at stilla uppaftur. Ikki meira stórpolitikk nú. Ikki sparka liggjandi kvinnu. Aðrar avbjóðingar eru. Og alt er relativt. Lítið kann til dømis keypast longur, sum nyttar nakað. Fyrr fekst tú til dømis, eitt dømi úr stóru rúgvuni, tanntráð, sum til bar at hava millum fingrarnar og brúka hann. Nú er okkurt slag av glíðikremi smurt á tanntráðin, sum eg keypti, so ógjørligt er at halda honum. Ivaðist fyrst í, um hetta var tann­ tráður. Men tað stóð á, so tað er helst tanntráður. Brúkast kann hann so ikki. Annars siga tey, sum halda seg vita tað, at tanntráður ger onga nyttu kortini. Hann er óneyðugur. Tað er ikki so langt síðani, at tann­ tráður var ein treyt fyri góðari heilsu í kjaftinum. Sum ein segði: tú skalt bara trúgva helvtini av tí, sum tú sært, og ongum av tí, sum tú hoyrir. Fyrr bar til at knýta sær tveingirnar á skónum, so teir vóru knýttir til tú loysti teir aftur. Nú fara teir upp, tá tú hevur gingið 20-25 metrar. Eisini ein avbjóðing í gerandisdegnum, meðan vit bíða eftir afgansku innrásini í USA. Tanntráður kann kanska brúkast sum lissur, tann tráðurin, sum ikki er hálur. Gummiskógvar uttan lissur, gummi­skógvar, sum halda longur enn tríggjar vikur, fáast heldur ikki. Eg havi roynt nakrar ferðir. Annars sá eg kanska eina loysn í svimjihøllini nú ein dagin. Sá allar skógvarnar, sum stóðu har so fittir í umklæðingarrúminum. Um teir ber til at skriva heila ritroynd, eitt essay um skógvarnar hjá monnum. Ein margháttlig sjón. Hon ella tað verður tó ikki skrivað nú. Men eg sá, at allar lissurnar vóru knýttar. Menn fara úr skónum uttan at loysa lissurnar. Tað er sjálvandi ein góð loysn, at knýta lissurnar eina ferð fyri allar við dupultum knúti og onkursvegna sveisa tær fastar. Eitt er, at samvitskan loyvir fólki at taka pengar fyri tílíkt, sum er 100 prosent ónýtiligt. Samvitska er sovorðið nakað gamalsligt og avoldað. Slíkt, sum fólk høvdu fyrr. Gloymið alt um moral. Hann er eisini avoldaður. Hann er farin med alla. Men at eingin steðgar slíkari sølu við onkrari lóg í hondini. Sum tey søgdu fyrr: hæng Dem ikke i bagateller, hæng Dem i snørebånd. Tey loysna, áðrenn tú doyrt. Spurningurin er, um ein fólka­pen­ sjónistur, sum hevur tilhald, sleppur í Tilhaldið. Glíðibreytin, tanntráður og lissur og hjúnabandslógin, sum hvarv í skrivstovuveldinum og ríkis­ felagsskapinum, eitt hjúnaband og annað. Nær verður fyrsta samkynda krúndiamantbrúdleyp í Føroyum? Neyvan í hesari øldini. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Tanntráð í skógvarnar Leggja til brots at steðga rúsdrekkakoyring