mánadagur 28. november 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Margretha Næss fekk
ársins fyrstu Kærleikskúlu
Í
ár er tað málarin Eyðun av Reyni,
sum hevur sniðgivið kúluna. Hon
er einføld, við trimum feltum í
ymisklum litum, bláum, reyðum og
grønum. Tey ímynda bláa himmalin,
reyða kærleikan og grønu vónina.
Listin er einføld í ár í mun til onnur
ár, tríggir ferningar á kúluni í reyðum,
bláum og grønum liti.
– Myndirnar ímynda himmalin,
vónina og kærleikan og eru ein arvur
frá aldargomlu kristnu mentanini og
bera í sær stóra styrki. »Men størstur
av hesum er kærleikin«, ið gevur frælsi
at liva lívið - tengt at ábyrgd og skyldu
mótvegis medmenniskjum okkara.
Hjálpsemi mótvegis øðrum sameinir
fólk kring heimin og skapar ringar í
vatninum. Tað finst óendalig styrki í
hjálpsemi móti øðrum. Tað sambindir
okkum menniskju og setur spor.
Vælvild og hjálpsemi eru kærleiki.
Góðgerðin í heiminum móti med
menniskjum í neyð broytir nútíðina og
skapar eina vón fyri framtíðina, segði
Eyðun av Reyni, tá hann legði fram
kærleikskúluna í ár.
Uppgávuna fekk hann tillutaða í
mars mánað, og um ein mánað seinni
hevði hann greitt fyri sær, hvat hann
ynskti at gera. Hann legði seg eftir at
finna røttu litirnar frá byrjan.
– Eg gjørdi nógvar skitsur at
byrja við, men lendi at enda á hesum
einfaldu útgávuni. Litirnir fáa okkum
at minnast ávíst, vit seta ávís ting í
samband við ávísar litir. Litirnir hava
eisini ymiskan symbolskan týdning
og sami litur kann merkja ymisk ting.
Reyði liturin ímyndar kærleika, men
vit tosa jú eisini um at fara upp í
reyða feltið, sum merkir nakað heilt
annað. Tí mátti eg eisini brúka tíð til
at avgera, hvat ymisku litirnir ímynda
á kúluni, sigur hann.
Fyrsta kúlan varð handað Mar
grethu Næss fyri hennara arbeiði við
at fáa føroyskar bøkur lisnar inn sum
ljóðbøkur. Hon sat sum formaður í
Meginfelag teirra brekaðu í mong ár
(felagið eitur nú Meginfelag teirra, ið
bera brek í Føroyum). Meðan hon sat
har, gjørdist hon varug við tørvin, blind
og sjónveik høvdu á at fáa atgongd til
føroyskan skaldskap. Ongan ljóðbøkur
vóru, men fyrst í áttatiárunum fór
hon av sínum eintingum undir at gera
føroyskar ljóðbøkur.
– Fyrsta vit gjørdu var at søkja
ymiskar grunnar um stuðul og so
hvørt sum nokk av stuðuli var, lósu vit
eina bók inn. Í 2000 fingu vit stuðul
frá Almannastovuni, sum tað æt tá,
og síðani 2004 hava vit havt eina
fasta játtan frá Mentamálaráðnum,
greiðir Margretha Næss frá. Í dag
metir hon, at um 400 føroyskar bøkur
eru tøkar sum ljóðbøkur.
Margretha Næss fór frá fyri aldur
í fjør, men aðrar kreftir hava tikið yvir
arbeiðið.
– Mín styrki hevur verið at finna
fólk at lesa bøkurnar inn og tryggja,
at tað arbeiðið verður gjørt. Tann,
sum hevur tikið yvir eftir meg, dugir
sera væl at fáa bøkurnar út, sum er
stóra avbjóðingin hjá okkum nú. Eitt
er at vit mugu fáa fleiri bøkur sum
ljóðbøkur, men vit mugu eisini tryggja,
at tær vera atkomiligar á netinum, tí
tíðin er um at fara frá fløgum, sigur
Margretha Næss.
– Ljóðbøkur eru ein styrki hjá
blindum og sjónveikum, men sanniliga
eisini hjá lesi- og skriviveikum. Tí er
tað okkara vón, at allar lærubøkur
eisini verða tøkar sum ljóðbøkur.
Hetta kann lyfta lesi- og skriviveiku
næmingarnar fram á leið, sigur Mar
gretha Næss.
Tí hevur hon hesa áheitan á
politisku skipanina.
– Fái lógarfest, at allar lærubøkur
skulu lesast inn og vera tøkar hjá
næmingunum sum ljóðbøkur.
Svarið frá myndugleikunum er einfalt.
– Sjálvandi eigur tað at vera so.
Alt skúlatilfar eigur at vera tøkt sum
ljóðbøkur, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at fyri lærarar hevði
tað verið ein góður møguleiki at geva
børnunum tilfar sum ljóðbøkur, serliga
teimum, sum eru lesi- og skriviveik.
– Hetta hevði eisini verið sera
gott í teimum heimum, har tað ikki
verður lisið fyri børnunum heima,
sigur Rigmor Dam. Hon vísir á, at í
summum førum, tá foreldur ikki hjálpa
børnunum við skúlatingum og tey ikki
megna, at lesa sjálvi, møta børnini tí
ófyrireikaði í skúlanum morgunin eftir.
Fyri hesi hevði tað verið gott, um tey
kundu tendra telduna og lurta eftir
søgunum heima.
– Tað er ein teknisk avbjóðing, men
hana mugu vit loysa, tí hetta er eitt
ógvuliga týdningarmikið mál, sigur
Rigmor Dam.
Kærleikskúlan 2016 varð handað á Listasavni Føroya mikudagin. Hetta er áttanda árið, at Dugni hevur tikið
stig til at gera kærleikskúluna. Hvørt ár verður eitt føroyskt listafólk biðið at gera kúluna, og hvørt ár verður
fyrsta kúlan handað onkrum, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri tey, sum felagsskapurin Dugni umboðar
BORI-/SKRÚVUMASKINA
DDF331DSMJ
2-gear maskina, roknað til
10,8 V battaríir, innbygt LED
ljós, 18 momentstig + bori-
stig. Incl. snarløðara, 2 stk.
4,0 Ah battaríir og MAKPAC
kuffert.
1499,-
SPAR 500,-
59995
SPAR 200,-
MAKITA AVSTANDAMÁTARI
Mátar 0-30 m
Mátineyvleiki +/- 2,0 mm
MARGSKERI 220V TM3010CJ
Frálík maskina til skeri- og slípiarbeiði til øll evni.
320 Watt
Sveiggingar: 6000-20000 min-1
Skerivinkul: 3,2 º
1399
,-
SPAR 500,-
1699
,-
SPAR 500,-
STIKKSAG 4351CTJ
720 Watt
Slagmongd: 800-2800 min-1
Slaglongd: 26 mm
Størsta skeristyrki í træ: 135 mm
HEILDARVEITARI
Margretha Næss fekk kærleikskúluna fyri hennara arbeiði
við at fáa føroyskar bøkur lisnar inn sum ljóðbøkur.
Eyðun av Reyni hevur sniðgivið kærleikskúluna