Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen T ú kanst gera ein jólaeiturkopp við tveimum træperlum, nøkrum pípureinsarum (til ítrivs) og einum sprittusji. Tvørmátið á træperlunum kann hóskandi vera ávikavist 3 og 2,5 sentimetrar. Annars verður støddin bara eftir ynski. Pípureinsarin verður koyrdur gjøgnum holið í størru perluni og bundin saman um perluna. Síðan verða leysu endarnir koyrdir inn í ta minnu perluna, hvør sín veg, og bundið verður saman um. Nú verða tríggir stytri endar í senn koyrdir gjøgnum holið í tí minnu træperluni. Tá “beinini” eru bend upp á pláss, er jólaeiturkoppurin liðugur. Eiturkoppurin kann setast á borðið sum borðpynt, og hann kann eisini heingjast upp við einum klønum tráði. Ein snøggur jólaeiturkoppur Ein eiturkoppur er ikki akkurát tað, tú setir í samband við jólini, men tað ber saktans til at gera ein fittan jólaeiturkopp Soleiðis kanst tú gera tín jólaeiturkopp burtur úr træperlum og pípureinsarum (til ítrivs) Heimagjørdur jólakalendari Hendan jólakalendaran hevur Henrietta Hammer gjørt. Hon hevur brúkt rørini av vc- rullum og límað tey saman. Til lúkur brúkti hon koppakøku­formar. Ljósini á trænum eru battaríperur. Træið er pyntað við smáum kúlum og sloyfu í toppinum.