mánadagur 28. november 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Jólapakkar til sjófólk
– Sjófólk vilja gjarna sleppa at takka fyri jólapakkarnar, sigur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen
Vilmund Jacobsen
Í hesum døgum ber sjómanstrúboðarin, Torleif
Johannesen, jólapakkar umborð á skip.
Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum
kring landið og øðrum, sum vilja gleða okkara
sjófólk.
- Tey, sum lata jólapakkar, eru vælkomin
at skriva navn og bústað, so sjómenninir fáa
høvi at senda eina tøkk. Eg veit, at tað vilja teir
fegnir, sigur Torleif Johannesen.
Jólapakkar til sjófólk kunnu latast inn til
fyrst í desember á hesum støðum: Føroya
Fiskimannafelag, Bryggjubakki í Havn,
Klaksvíkar Sjómansheim, Blái Krossur Føroya,
Runavík og Leguhúsið, Nesvík.
Myndatekstur: (Torleif á veg umborð á
Vesturhavið... )
Her er sjómanstrúboðarin á veg umborð á
línuskipið, Vesturhavið
Søgan aftan
fyri jólatræið
Flestu familjur hava sína egnu siðvenju, tá
jólatræið verður pyntað. Hetta er sum oftast ein
samanblanding av nýggjum og gomlum siðum
Vilmund Jacobsen
G
ranntræið er vorðið fastur jólagestur í
stovum kring allan heim.
Ymiskt er, hvussu tíðliga træið verður
tikið inn, nær tað verður pyntað, og hvussu
skjótt tað verður blakað út gjøgnum hurðina
aftur.
Men, flestu familjur hava eitt jólatræ í stovuni.
Hvør er upprunin?
Men, hvaðani er hesin siður við jólatræi komin?
Jólatræið, soleiðis sum vit kenna tað í dag,
hevur sín uppruna í Týsklandi fyrst í 16. øld. Í
stóran mun var hetta ein protestantiskur siður.
Fyrsta skrivliga keldan um træið sum
jólapynt er úr Strassburg í 1605 og fyrsta
keldan, ið nevnir livandi ljós á trænum, er úr
Leipzig í 1632.
Vanligt var at pynta salir og hallir við trøum.
Síðan vóru køkur og frukt hongd á træið, og
trettanda dag eftir jól sluppu børnini at heysta
træið.
Fyrr var jólatræið serliga pyntað við pappíri
og hálmi, og onkur brúkti keks og smákøkur.
Í dag hava flestu familjur sína egnu
siðvenju, ið sum oftast er ein samanblanding
av nýggjum og gomlum.
Áður plagdi stjørnan ovast í trænum at vera
úr silvurpappíri ella líknandi, men í dag er hon
oftast úr plasti og er gjarna elektrisk.
Fyrsta jólatræið í Danmark stóð í 1808
pyntað í Holsteinborg í Suðursælandi.
Kristin boðskapur
Jólatræið hevur ein kristnan boðskap. Træið
sjálvt er lívsins træ, sum stóð í Eden, og træið
er ímyndin av endurføðing og ævigum lívi.
Stjørnan minnir okkum á stjørnuna, ið
stóð yvir Betlehem fyri 2000 árum síðan,
og gávurnar minna okkum á gávurnar, sum
vísmenninir bóru Jesubarninum.
Ljósini skulu minna okkum á, at Jesus er ljós
heimsins, og litríku kúlurnar ímynda jørðina.
Keturnar ímynda samanhald og eru ein
áminning um, at familjur eru knýttar saman
av kærleika - og einglarnir verja og vælsigna
okkum.
Fyrsta skrivliga keldan um granntræið
sum jólapynt er úr Strassburg í
1605, men í dag er granntræið fastur
jólagestur í stovum kring allan heim