Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Køkur sum nissu­ húgvur Ævisøgan um sjógarp Soleiðis kanst tú gera køkur sum líkjast nissuhúgvum Vilmund Jacobsen T ú pískar tveir eggjahvítar, til teir vísa seg sum stívir toppar. Síðan pískar tú 100 gram av sukuri og eitt vet - ella tað, danir rópa “en knivspids” - av vaniljusukuri. Tá hetta er gjørt, litar tú helvtina av pískaða tilfarinum reytt. Nú deilir tú reyðu og hvítu helvtina í hvør sín sproytuposa. Við hvítu sproytuni evnar tú ein lítlan runding niður á bakipappíri, og síðan gert tú sjálva húgv­ una reyða. Tá tú at enda við hvítu sproytuni hevur sett ein lítlan topp á húgvuna, er køkan klár at seta í ovnin. Út er komin nýggj bók um Magnus Heinason - ein søga um roysni, gølur og ráðagerðir Vilmund Jacobsen L eygardagin kom út bókin “Magnus Heinason - søgan um eitt dómsmorð?” eftir Páll Nolsøe. Hetta er ævisøga um sjógarpin Magnus Heinason, sum vann stóran heiður í bardøgum móti sjóránarum. Men, lívsleiðin hjá Magnusi Heinason var eisini merkt av rættarmálum, gølum og ráðagerðum, har mætastu menn í kongaríkinum vóru uppi í leikinum. Í 1589 verður Magnus Heinason dømdur til deyða og avrættaður í Keypmannahavn. Men, rumblið um hann heldur tó fram. Árið eftir verður deyðadómurin ógildaður, og fíggjarmálaráðharrin, Christoffer Valkendorf, verður stillaður til svars. Valla er nakar í Føroya søgu so umstríddur sum Magnus Heinason. Hann framdi roysni og vann heiður í bardøgum móti sjóránarum í Norðurhøvum. Magnus Heinason stríddist fyri niðurlendingar í frælsisstríðnum móti spaniólum og fekk viðurkenning frá Danmarkar kongi og niðurlendingum. Sjógarpurin lá eisini ferð eftir ferð í hørðum og beiskum stríði við dómstólar undir ákæru fyri svik, neyðtøku, blóðskemd, sjórán og valdsmisnýtslu móti føroyingum. Men, var Magnus Heinason ein hetja, ið gjørdist offur fyri einum dómsmorði - ella var hann brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið? Í bók síni lýsir Páll Nolsøe hendingarnar, viðurskiftini og ráðagerðirnar, ið vóru orsøk til, at Magnus Heinason fekk hesa ógvusligu lagnu. Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur bókina út. Eitt reytt súrepli við bikarljósum Tað eru nógvir mátar at gera borðpynt, og reyði liturin á einum súrepli riggar eisini væl sum jólapynt Vilmund Jacobsen T ú finnur nøkur reyð og vøkur súrepli, sum ikki eru alt ov smá. Antin velur tú súrepli, sum standa væl - ella tú sker eitt pettið av “botninum” og setir súreplið í eina skál. Snøggast er tó, um súreplið ikki verður skorið, men stendur trygt uttan skurð. Gnýggja sitrónsevju Tá tú hevur funnið røttu súreplini, brúkar tú bikarljósið sum mát og sker fyri. Síðan pilkar tú burtur skornað rundingin við einari skeið, soleiðis at bikarljósið passar niður í. Ljósið skal standa væl og vatnrætt niðri í súreplinum. Tá skornað pettið í súreplinum ikki skal gerast brúnt ov skjótt, kanst tú gnýggja holið innan við sitrónsevju. Smáar granngreinar Um tú ynskir at pynta súreplið, kanst tú stinga onkrar greinar - kanska smáar granngreinar - niður í súreplið. Men, velur tú at stinga greinar inn í súreplið, er neyðugt at ansa væl eftir eldsvandanum. Um bikarljósið er el-drivið og ikki loðandi, er ikki neyðugt at vera líka so ansin. Súreplini skulu standa væl, og bikarljósini skulu standa væl og vatnrøtt niðri í súreplinum Var Magnus Heinason ein hetja, ið gjørdist offur fyri einum dómsmorði - ella var hann brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið?