mánadagur 28. november 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
H
ví gleða vit okkum til jólaborðhald, og
hvønn týdning hevur borðhaldið fyri
okkum sum starvsfelagar? Hvat er tað
ítøkiliga, sum jólaborðhaldið ger fyri okkum?
Tey flestu síggja fram til ársins jólaborð
hald, sum er vorðið ein føst traditión, sum
næstan ikki er til at vika. Her endurskapa
og viðlíkahalda vit okkara sambond, og tað
er eisini her, at vit uppbyggja sínámillum
sambond.
Øll sama virði
Við jólaborðhaldið føla vit okkum javnmett við
ovastu leiðsluna á arbeiðsplássinum, og vit
síggja eisini nýggj starvsfólk við sama virði sum
okkum sjálvi.
Okkara støða í fyritøkuni hevur at kalla
ein annan týdning, tá vit fáa nissuhúgvuna á
høvdið og eina jólaøl í hondina.
Tað er her, at vit síggja menniskjað aftan
fyri “eyðkennisbúnan”, og tað er her, at
snakkað verður um leyst og fast, eins og
møguligir trupulleikar kunnu leggjast afturum.
Við jólaborðhaldið kunnu positiv ting
spyrjast burtur úr, og kreativar loysnir kunnu
finnast, sum á ymiskan hátt nema virðini
í fyritøkuni. Jólaborðhaldið kann soleiðis
óbeinleiðis “smitta” av sær á botnlinjuni í
fyritøkuni.
Hevur positiva ávirkan
Vit vita øll, at tá stemningurin er góður - tá tað
er stuttliga at arbeiða í fyritøkuni - so hevur tað
í longdini gjarna eisini eina positiva ávirkan á
botnlinjuna.
Fyri at undirbyggja páhaldið um positiva
botnlinju, kunnu vit hugsa um “sosiala
kapitalin”, og hugtakið “sosiali kapitalurin”
snýr seg í hesum førinum um, hvussu vit
kunnu skoða og máta trivnað og sálarliga
arbeiðsumhvørvið í fyritøkuni.
Vit kunnu síggja “sosiala kapitalin” sum
tað sosiala og fakliga sambandið, ið vit vilja
menna. Hetta er galdandi bæði millum leiðarar
og starvsfólk og millum leiðarar og starvsfólk
sínámillum.
Pierre Bourdieu var maðurin, sum í 1960-
unum presenteraði “sosiala kapitalin”, sum eitt
teoretiskt hugtak.
Venda vit aftur til jólaborðhaldið, er tað
serliga mentanin og traditiónin, sum her verður
viðlíkahildin og røkt.
Ein unik jólagáva
Jólagávan frá arbeiðsplássinum kann síggjast
sum ein óbeinleiðis symbolskur “kapitalur”, sum
arbeiðsplássið á nógvan hátt fær aftur, tí hvørt
einstakt starvsfólk verður meira motiverað.
Kanningar vísa, at júst jólagávan er ógvuliga
týdningarmikil fyri starvsfólkið, tí gávan
gevur fólkinum eina kenslu av, at tað, sum
viðkomandi ger, verður virðismett.
Tað er tí ikki líka mikið, hvør jólagávan er, og
tað ger einki, um arbeiðsgevarin hugsar nýtt og
unikt. Arbeiðsgevarin kann eisini gera gávuna
til nakað persónligt og nærverandi. Hann kann
leggja nøkur orð saman við gávuni, sum siga
okkurt um innsatsin hjá arbeiðsfólkinum í
árinum sum fer.
Kelda: borsen.dk
Týdningur av jólaborðhaldi
og jólagávu til arbeiðsfólkið
Tað er tí ikki líka mikið, hvør jólagávan er, og tað ger einki, um arbeiðsgevarin
hugsar nýtt og unikt. Arbeiðsgevarin kann eisini leggja nøkur orð saman við gávuni,
sum siga okkurt um innsatsin hjá arbeiðsfólkinum í árinum sum fer
Jólaborðhaldið kann hava stóran týdning fyri arbeiðsplássið, og jólagávan gevur starvsfólki eina kenslu av, at tey eru vird