Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 48 • 28. NOVEMBER 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ STANLEY / LITAVAL | VIÐ SVARTHEYGG 2 | NORÐSKÁLI | TEL. 422 270 Jól hjá Stanley Ger tín ljósastaka og jólastjørnu Tað gevur bæði nøgdsemi og er bíligt at gera sítt egna »bygdarsliga« jólapynt, og tað besta er, at tú sleppur at seta tíni egnu fingramerki á úrslitið Vilmund Jacobsen E igur tú ein rundan ella fýrakantaðan træ­ pela ella planka í hóskandi tjúkd, kanst tú saktans gera tín egna ljósastaka til eitt bikar- ella urtagarðsljós. Eitt slíkur staki riggar væl - ikki minst, um tær dámar tann ráa stílin. Viðarkubbin, sum tú brúkar til stakan, kann vera millum seks og 10 sentimetrar høgur. Tú strikar holið av, sum skal verða í viðar­ kubbanum, við einum bikarljósi, og síðan borar tú nakað niður í kubban og innan fyri strikuna. Eingin orsøk er at bora djúpari, enn dýpdin á bikarljósinum. Tá holini eru boraði allan vegin runt, tekur tú eitt hvast høggujarn og sker burturúr. At enda kanst tú pussa við sandpappíri kring um holið, sum bikarljósið skal setast niður í. Stjørna úr greinum Eitt annað jólahugskot er at samla tær einar 10-20 eins langar greinar og binda tær leyst saman við klønum jarntráði. Tú velur sjálv/-ur, hvussu stóra stjørnu tú vilt hava. Tá tú bindur greinarnar saman, skal tú kunna loysa stáltráðin aftur. Ikki fyrr enn tú ert nøgd/-ur við flættingina av greinunum og úrslitið, bindir tú stjørnuna endaliga saman. Um tú vilt, kanst tú eisini brúka eitt vet at trælími, har greinarnar liggja saman. Tú kanst brúka greinina, sum hon er, men tú kanst eisini draga eina ljósketu um hana við teimum litum, tú ynskir. Dámar tær hin ráa stílin, er hetta ein vakur ljósastaki Soleiðis kanst tú gera tína egnu jólastjørnu